Fyrsta Mósebók kap. 18

Uppsetan
x. The Three Visitors
18:1-15:1
1 Síðani opinberaði HARRIN Seg fyri honum í eikilundini hjá Mamre, einaferð hann sat í tjalddurunum tað heitasta av deginum.
2 Táið hann hugdi upp, fekk hann at síggja tríggjar menn, ið stóðu framman fyri honum. Við tað sama sum hann varð varur við teir, leyp hann ímóti teimum frá tjalddurunum, boygdi seg til jarðar
3 og segði: „Harri, havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so far ikki um tænara tín!
4 Lat okkum fara eftir einum sindri av vatni, so tit fáa vaskað tykkum um føturnar, og hvílið tykkum undir trænum!
5 So skal eg fara eftir einum breyðbita, so tit kunnu styrkja tykkum, áðrenn tit fara longur – við tað at tit nú komu framvið her hjá tænara tykkara!“ Teir svaraðu: „Ger, sum tú sigur!“
6 Ábraham fór nú skundisliga inn í tjaldið til Sáru og segði: „Ver skjót, tak trý mál av fínum mjøli, knoða tað og baka køkur!“
7 Sjálvur leyp hann út til neytini, tók ein góðan, ungan kálv og fekk dronginum hann, og drongurin skundaði sær at gera hann til.
8 So tók hann róma og søta mjólk og kálvin, ið hann hevði latið gera til, og setti tað fyri teir; og hann stóð hjá teimum undir trænum, meðan teir ótu.
9 Teir søgdu tá við hann: „Hvar er Sára, kona tín?“ Hann svaraði: „Inni í tjaldinum.“
10 Tá segði Hann: „Næsta ár um hesa tíðina komi Eg aftur til tín, og tá hevur Sára, kona tín, ein son.“ – Hetta hoyrdi Sára í tjalddurunum aftan fyri Hann.
11 Og við tað at Ábraham og Sára vóru gomul og væl við aldur, og Sára ikki longur hevði tað, sum kvinnur eru vanar,
12 so læði Sára fyri seg sjálva og hugsaði: „Skuldi eg havt hug, nú eg eri vorðin gomul! Og harri mín er gamal!“
13 Tá segði HARRIN við Ábraham: „Hví lær Sára og hugsar: „Man tað fara at verða, at eg fái børn, nú eg eri gomul!“
14 Er tá nakað HARRANUM ómøguligt! Næsta ár um hesa tíðina komi Eg aftur til tín, og tá hevur Sára ein son!“
15 Men Sára vildi ikki vera við tað og segði: „Eg læði ikki!“ – tí hon óttaðist. Men Hann segði: „Jú, tú læði!“
xi. Sodom and Gomorrah
18:16-19:38
16 So reistust menninir og fóru haðani, og teir tóku leiðina til Sodoma; og Ábraham fór við teimum at fylgja teimum á leið.
18 Ábraham skal jú verða eitt stórt og mektigt fólk, og øll fólk á jørðini skulu verða signað í honum!
19 Tí Eg havi útvalt hann, fyri at hann skal geva børnum sínum og húsi sínum eftir seg boð um at akta eftir vegi HARRANS og gera rætt og rættvísi, so HARRIN kann lata Ábraham fáa alt tað, ið Hann hevur lovað honum.“
20 HARRIN segði nú: „Rópið um Sodoma og Gomorra, tað er stórt, og synd teirra er ógvuliga svár.
21 Eg fari tí nú niður at vita, um tað er so, at tey hava borið seg so illa at, sum tað ljóðar, eftir rópinum, ið komið er til Mín, ella ikki – Eg vil hava tað at vita!“
22 So fóru menninir haðani og fóru til Sodoma, men Ábraham varð standandi framman fyri HARRANUM.
23 Tá fór Ábraham nærri og segði: „Fert Tú tá at forkoma rættvísum saman við gudleysum?
24 Kanska 50 rættvís eru í býnum! Forkemur Tú tá teimum – sparir Tú ikki staðin, við tað at hesi 50 rættvísu eru í honum?
25 Tað veri langt frá Tær at gera slíkt – at drepa tann rættvísa saman við tí gudleysa, so tann rættvísi fær sama lut sum tann gudleysi – tað veri langt frá Tær! Hann, sum dømir alla jørðina, skuldi Hann ikki gjørt rætt!“
26 HARRIN svaraði: „Finni Eg í staðnum Sodoma 50 rættvís, so skal Eg spara allan býin fyri teirra skuld.“
27 Men Ábraham tók aftur til orða: „Eg havi vágað mær at tala til Harran, tóat eg eri einki uttan dust og øska
28 – kanska 5 vanta í tey 50 rættvísu – oyðir Tú tá allan býin fyri hesi 5?“ Hann svaraði: „Eg skal ikki oyða býin, finni Eg 45 í honum.“
29 Men hann helt fram at tosa og segði við Hann: „Kanska har eru 40!“ Hann svaraði: „Eru 40, so skal Eg ikki gera tað.“
30 Men hann segði: „Harri, verð ikki illur, um eg tali! Kanska har eru 30!“ Hann svaraði: „Eg skal ikki gera tað, finni Eg 30 í honum.“
31 Men hann segði: „Eg havi vágað mær at tala til Harran – kanska har eru 20!“ Hann svaraði: „Eru 20, so skal Eg ikki oyða hann.“
32 Tá segði hann: „Harri, verð ikki illur, um eg tali bert hesa einu ferðina enn! Kanska har eru 10!“ Hann svaraði: „Eru 10, so skal Eg ikki oyða hann.“
33 So fór HARRIN avstað, táið Hann var liðugur at tala við Ábraham, og Ábraham fór heimaftur til sín sjálvs.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul