Fyrsta Mósebók kap. 7

Uppsetan
1 So segði HARRIN við Nóa: „Far inn í ørkina, tú og alt hús títt, tí teg havi Eg sæð rættvísan fyri Mær í hesi ætt!
2 Av øllum reinum dýrum skalt tú taka tær sjey pør, hannslag og honslag, og av teimum dýrum, ið ikki eru rein, eitt par, hannslag og honslag,
3 somuleiðis sjey pør av fuglum himmalsins, hannslag og honslag – fyri at halda ættum teirra á lívi á allari jørðini.
4 Tí um sjey dagar lati Eg regna á jørðini 40 dagar og 40 nætur, og Eg týni á jørðini alt livandi, ið Eg havi skapt.“
7 Tá fóru Nóa og synir hansara, kona hansara og sonarkonur hansara við honum inn í ørkina undan vatnflóðini.
9 fóru inn í ørkina til Nóa, par undan pari, hannslag og honslag – sum Gud hevði sagt við Nóa.
iii. The Flood
7:10-8:19
11 Tað árið ið Nóa var 600 ár, tann seytjanda í øðrum mánaði, tann dagin opnaðust allar keldurnar í tí stóra djúpinum, og lúkurnar á himli lótust upp;
13 Henda sama dag fór Nóa inn í ørkina, og saman við honum synir hansara, Sem, Kam og Jafet, og kona hansara og tær tríggjar sonarkonur hansara,
14 eisini øll tey villu dýrini eftir sínum slagi, alt fæið eftir sínum slagi, øll skriðdýr, ið á jørðini skríða, eftir sínum slagi, og allir fuglar eftir sínum slagi, alt tað, ið flýgur, alt tað, ið veingir hevur.
15 Tey fóru inn í ørkina til Nóa, par undan pari av øllum holdi, sum lívsandi er í.
16 Tey, ið inn fóru, vóru hannslag og honslag av øllum holdi, soleiðis sum Gud hevði sagt við hann. Og HARRIN læt aftur eftir honum.
17 Tá kom vatnflóðin yvir jørðina – 40 dagar. Vatnið vaks og lyfti ørkini, so at hon fleyt yvir jørðini.
19 Vatnið vaks og vaks á jørðini, so at øll tey høgu fjøll, ið undir øllum himlinum eru, stóðu undir vatni;
21 Tá doyði alt hold, ið á jørðini rørdist, fuglar, fæ, vill dýr og øll tey smádýr, ið á jørðini skriðu – og øll menniskju;
22 alt, sum hevði lívs andadrátt í nøsini, alt tað, ið var á tí turra landinum, tað doyði.
23 Soleiðis varð hvør skapningur, sum á jørðini var, oyddur, bæði menniskju og fæ, skriðdýr og fuglarnir undir himli; tað varð oytt av jørðini. Eftir varð eingin uttan Nóa og tey, ið við honum vóru í ørkini.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul