Fyrsta Mósebók kap. 27

Uppsetan
e. Jacob
27:1-35:29
i. The Deception for the Blessing
27:1-40:1
1 Táið Ísakur var vorðin gamal, og eygu hansara vóru farin, so hann sá einki, rópti hann Esau, eldra son sín, og segði við hann: „Sonur mín!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg!“
3 Tak tí nú veiðiamboð tíni, pílahúsan og bogan, og far út á markina og skjót mær okkurt vilt dýr!
4 Ger mær so ein átiligan rætt til, ein slíkan, sum mær fellur, og ber mær hann inn! So skal eg eta, so at sál mín kann signa teg, áðrenn eg doyggi.“
5 Men Rebekka hevði lurtað, meðan Ísakur tosaði við Esau, son sín, og táið Esau var farin út á markina at skjóta eitt vilt dýr at hava heimaftur við sær,
6 segði Rebekka við son sín Jákup: „Eg hoyrdi pápa tín siga við Esau, beiggja tín:
7 „Far mær eftir einum villum dýri og ger mær ein átiligan rætt til, so eg kann eta av honum og signa teg fyri ásjón HARRANS, áðrenn eg doyggi!“
9 Far út til fylgið og fá mær tvey góð geitalomb! So geri eg av teimum pápa tínum eina góða máltíð, eina, sum honum fellur.
10 So skalt tú fara inn til pápa tín við henni, so hann kann eta av henni og signa teg, áðrenn hann doyr.“
11 Men Jákup segði við Rebekku, móður sína: „Esau beiggi er jú loðin, og eg eri snøggur.
12 Fer pápi nú at nerta við meg! So heldur hann, at eg haldi hann fyri spott, og eg føri bann yvir meg og ikki signing!“
13 Tá segði móðir hansara við hann: „Tað bann taki eg á meg, sonur mín! Lurta nú bert eftir mær og far mær eftir lombunum!“
14 Hann fór tá eftir teimum og kom við teimum til móður sína, og móðir hansara gjørdi ein átiligan rætt til, ein slíkan, sum faðir hansara fall.
15 So tók Rebekka høgtíðarklæðini hjá Esau, eldra syni sínum – hon hevði tey hjá sær í húsinum – og læt Jákup, yngra son sín, fara í tey.
16 Við skinnunum av geitalombunum klæddi hon hendur hansara og hálsin niðan undir hárið.
17 So fekk hon Jákupi, syni sínum, henda átiliga rættin og breyðið, ið hon hevði gjørt til,
18 og hann fór inn til faðir sín og segði: „Pápi!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg; hvør ert tú, sonur mín?“
19 Tá segði Jákup við faðir sín: „Eg eri Esau, frumborni sonur tín; eg havi gjørt, sum tú segði við meg; set teg nú upp undir teg og et av tí villa dýrinum hjá mær, so at sál tín kann signa meg!“
20 Men Ísakur segði við son sín: „Hvussu bar tað til, at tú fekst nakað so skjótt, sonur mín?“ Hann svaraði: „Jú, HARRIN Gud tín sendi tað ímóti mær!“
21 Men Ísakur segði við Jákup: „Kom higar, sonur mín, so eg kann nerta við teg og vita, um tú ert sonur mín Esau ella ikki!“
22 Jákup fór nú yvir til Ísak, faðir sín, og táið hann hevði tikið í hann, segði hann: „Málið er málið í Jákupi, men hendurnar eru hendur Esaus!“
23 – Hann kendi hann ikki, tí hendur hansara vóru lodnar sum hendur Esaus, bróður hansara. Hann signaði hann tá.
24 Men hann spurdi: „Er tað nú so, at tú ert sonur mín Esau?“ Hann svaraði: „Ja, eg eri.“
25 Tá segði hann: „Kom higar til mín við tí og lat meg eta av tí villa dýrinum hjá syni mínum, so sál mín kann signa teg!“ Hann setti tað tá fyri hann, og hann át, og hann bar honum vín, og hann drakk.
26 Nú segði Ísakur, faðir hansara, við hann: „Kom higar og kyss meg, sonur mín!“
27 Táið hann kom til hansara og kysti hann, føldi hann roykin av klæðum hansara. So signaði hann hann og segði: „Roykurin av syni mínum er sum roykurin av eini mark, ið HARRIN hevur signað!
28 So gevi Gud tær av døgg himmalsins og av fiti jarðarinnar, korn og vín í yvirflóð!
29 Fólk skulu tæna tær, fólkasløg skulu falla tær til fóta! Ver harri yvir brøðrum tínum, synir móður tína skulu falla tær til fóta! Bannaður tann, ið tær bannar, signaður tann, ið teg signar!“
30 Táið nú Ísakur var liðugur at signa Jákup, og Jákup júst var farin út frá Ísaki, faðir sínum, tá kom Esau, bróðir hansara, sum hevði verið úti og veitt, aftur til hús.
31 Eisini hann gjørdi eina góða máltíð til og bar hana inn til faðir sín og segði við hann: „Vil pápi ikki seta seg upp og eta av tí villa dýrinum hjá syni sínum, so at sál tín kann signa meg!“
32 Men Ísakur, faðir hansara segði: „Hvør ert tú?“ Hann svaraði: „Eg eri Esau, frumborni sonur tín.“
33 Tá fall ovurhonds ræðsla á Ísak, og hann segði: „Hvør var tá hann, ið hevði skotið eitt vilt dýr og kom til mín við tí? Eg át av øllum, áðrenn tú komst, og signaði hann – og hann skal eisini vera signaður!“
34 Táið Esau hoyrdi hesi orð faðirs síns, skar hann í ógvuligt og beiskt sorgarróp og segði við faðir sín: „Signa eisini meg, pápi!“
36 Tá segði hann: „Væl má hann Jákup eita! Nú hevur hann tvær ferðir svikið meg; frumburðarrætt mín tók hann, og nú hevur hann tikið signing mína við!“ So segði hann: „Hevur tú tá onga signing eftir til mín?“
37 Men Ísakur svaraði Esau: „Eg havi sett hann til harra yvir tær, og allar brøður hansara havi eg givið honum til tænarar; eg havi givið honum korn og vín í yvirflóð – hvat skal eg tá nú gera fyri teg, sonur mín!“
38 Esau segði við faðir sín: „Hevur tú tá ikki meir enn hesa einu signingina, pápi? Signa eisini meg, pápi!“ – Og Esau skar í at gráta.
39 Tá tók Ísakur, faðir hansara, aftur til orða og segði við hann: „Uttan fiti jarðarinnar skal bústaður tín vera, og uttan døgg himmalsins úr erva!
40 Av svørði tínum skalt tú liva, og bróður tínum skalt tú tæna; men táið tú roynir teg, alt tú ert mentur, skalt tú bróta ok hansara av hálsi tínum!“
ii. Jacob and Laban
27:41-31:55
1. Jacob sent to Laban
27:41-28:9
41 Men Esau kastaði hatur á Jákup fyri signingina, ið faðir hansara hevði lýst yvir hann, og Esau segði við sær sjálvum: „Tað verður ikki leingi nú, inntil vit fara at halda sorg eftir pápa, og tá skal eg drepa Jákup beiggja!“
42 Táið nú Rebekka fekk at vita tað, ið Esau, eldri sonur hennara, hevði sagt, sendi hon boð eftir Jákupi, yngra syni sínum, og segði við hann: „Esau, beiggi tín, ætlar at hevna seg á teg og drepa teg.
43 Lurta tí nú eftir mær, sonur mín: Ger teg til, flýggja til Laban beiggja í Karan,
45 inntil vreiði bróður tíns vendist frá tær, og hann gloymir tað, ið tú hevur gjørt honum! Tá skal eg senda boð eftir tær at koma heim aftur. Hví skal eg missa tykkum báðar ein dag!“
46 So segði Rebekka við Ísak: „Mær leiðist við lívið av hesum døtrum Hets! Tekur nú eisini Jákup sær konu av døtrum Hets, eina sum hesar, eina av døtrunum í landinum, hvat skal eg so liva til!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul