Fyrsta Mósebók kap. 36

Uppsetan
f. The Descendants of Esau
36:1-43:1
2 Esau hevði tikið sær konur av døtrum Kána’ans: Adu, dóttur Hetitin Elon, Oholibamu, dóttur Ana, son Hevitin Zibeon,
5 við Oholibamu átti hann Je’us, Jalam og Kora. Hetta vóru synir Esau, sum hann fekk í Kána’anslandi.
6 Esau tók nú konur sínar, synir og døtur sínar og alt húsfólk sítt, fylgi síni, alt fæ sítt og allan annan eigindóm, ið hann hevði savnað sær í Kána’anslandi, og fór til annað land og skilti seg soleiðis frá Jákupi, bróður sínum.
7 Tí góðs teirra var ov mikið til, at teir kundu búgva saman; landið, ið teir búðu í sum fremmandir, rúmaði teimum ikki, so stór vóru fylgi teirra.
9 Hetta er ættarbók Esaus, hann, ið var ættarfaðir at Edomitum á Se’irsfjøllum.
10 Nøvnini á sonum Esau eru hesi: Elifaz, sum Ada, kona Esau, átti, og Re’uel, sum Basmat, kona Esau, átti.
12 Og Elifaz, sonur Esau, hevði hjákonu, sum æt Timna; við henni fekk Elifaz Amalek. – Hetta vóru synir Adu, konu Esau.
13 Synir Re’uel vóru hesir: Nahat, Zera, Samma og Mizza. – Hetta vóru synir Basmat, konu Esau.
14 Synir Oholibamu, konu Esau, dóttur Ana, son Zibeon, vóru hesir: Við henni átti Esau Je’us, Jalam og Kora.
15 Ættarhøvdingarnir millum synir Esau vóru hesir: Synir Elifaz, hin frumborna Esaus, vóru: Høvdingarnir Teman, Omar, Zefo, Kenaz,
16 Kora, Gatam og Amalek. Hetta vóru teir høvdingar í Edomslandi, sum vóru ættaðir frá Elifaz. – Hetta vóru synir Adu.
17 Synir Re’uel, son Esau, vóru hesir: Høvdingarnir Nahat, Zera, Samma og Mizza. Hetta vóru teir høvdingar í Edomslandi, sum vóru ættaðir frá Re’uel. Hetta vóru synir Basmat, konu Esau.
18 Synir Oholibamu, konu Esau, vóru hesir: Høvdingarnir Je’us, Jalam og Kora. Hetta vóru teir høvdingar, ið vóru ættaðir frá Oholibamu, dóttur Ana, konu Esau.
19 Hetta vóru synir Esau, og hetta vóru ættarhøvdingar teirra. – Hetta var Edom.
20 Synir Horitin Se’ir – teir, ið búðu í landinum frammanundan – vóru hesir: Lotan, Sobal, Zibeon, Ana,
21 Dison, Ezer og Disan. – Hetta vóru ættarhøvdingar Horita, synir Se’ir í Edomslandi.
24 Synir Zibeon vóru hesir: Aja og Ana. Tað var hesin Ana, ið fann tær heitu keldurnar í oyðimørkini, meðan hann sat hjá eslum Zibeons, faðirs síns.
30 Dison, Ezer og Disan. – Hetta vóru ættarhøvdingar Horita, ættarhøvdingar teirra í Se’irslandi.
31 Kongarnir, ið ráddu í Edomslandi, áðrenn Ísraelsmenn fingu kongar, vóru hesir:
35 Táið Husam doyði, varð Hadad, sonur Bedad, kongur eftir hann; tað var hann, ið vann sigur á Midjanitum á Móabsmark; býur hansara æt Avit.
39 Táið Ba’al-Hanan, sonur Akbor, doyði, varð Hadar kongur eftir hann; býur hansara æt Pa’u, og kona hansara æt Mehetabel; hon var dóttir Matred, dóttur Mezahab.
40 Hetta eru nøvnini á ættarhøvdingum Esaus, eftir ættum, bústøðum og nøvnum teirra: Høvdingarnir Timna, Alva, Jetet,
43 Magdiel og Iram. – Hetta vóru ættarhøvdingar Edoms, eftir bústøðum teirra, í landinum, sum teir fingu í ogn. – Hetta var ætt Esaus, ættarfaðirs Edomita.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul