Orðtøkini kap. 23

Uppsetan
1 Táið tú situr til borðs hjá stórmanni, akta tá væl eftir, hvønn tú hevur framman fyri teg,
5 – Lat ikki eyguni flúgva til tað, sum hvørvur! Tí tað ger sær veingir, tað er vist; sum ørn flýgur tað móti himli.
7 Tí sum hann hugsar í sál síni, so er hann; „et og drekk!“ sigur hann við teg, men hjarta hansara er ikki við tær.
8 Bitan, ið tú hevur etið, kemur tú at spýggja upp aftur, og føgru orð tíni hevur tú spilt burtur.
13 Lat ikki hin unga vera ótyktaðan! Táið tú slært hann við koyrlinum, sleppur hann undan deyðanum.
17 Lat ikki hjarta títt øvunda syndarar, men lat tað altíð vera íðið fyri ótta HARRANS!
22 Lurta eftir faðir tínum, sum gav tær lívið, og vanvirð ikki móður tína, táið hon er vorðin gomul!
24 Faðir hins rættvísa skal fegnast; tann, sum fær vísan son, skal gleðast um hann.
28 Ja, hon liggur og lúrir, eins og ránsmaður, og hon nørir um tal hinna trúleysu millum menniskjuni.
29 Hvør hevur sorg? Hvør hevur sút? Hvør hevur klandur? Hvør má eymka seg? Hvør hevur sár fyri einki? Hvør hevur reyð eygu?
30 Teir, ið sita leingi uppi hjá víninum, teir, ið koma at smakka hin sterka drykkin.
31 Hygg ikki at víninum, hvussu reytt tað er, hvussu vakurt tað glitrar í bikarinum, hvussu væl tað gongur niður!
33 eygu tíni fara at hyggja eftir fremmandum kvinnum, og hjarta títt fer at tala tað, ið rangvørgt er.
34 Og tú verður líkur einum, ið svevur mitt úti á havinum, líkur einum, ið svevur uppi á mastrartoppinum.
35 [Tú fert at siga:] „Teir bankaðu meg, men eg fekk ikki ilt, teir skúgvaðu meg, men eg føldi tað ikki! Táið eg einaferð vakni, leiti eg aftur til vínið!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul