Lukas kap. 5

Uppsetan
iv. Jesus Calls His Disciples
5:1-6:16
1. The First Disciples
5:1-11:1
1 Sum nú fólkið einaferð tyrptist um Hann og hoyrdi orð Guds – Hann stóð við Genezaretsvatn –
2 sá Hann tveir bátar liggja har við vatnið; fiskimenninir vóru farnir frá teimum og tókust við at skola gørnini.
3 Tá fór Hann inn í annan bátin, tann hjá Símuni, og bað hann leggja eitt sindur út frá landi. So settist Hann niður og lærdi fólkið úr bátinum.
4 Táið Hann helt uppat at tala, segði Hann við Símun: „Legg út á dýpið, og setið út gørn tykkara eina setu!“
5 Tá svaraði Símun Honum: „Meistari! Vit hava roynt alla nátt og einki fingið. Men eftir orði Tínum skal eg seta út gørnini.“
7 Tá veittraðu teir eftir feløgum sínum á hinum bátinum, at teir skuldu koma og hjálpa teimum; teir komu tá, og teir fyltu báðar bátarnar, so teir mundu sokkið.
8 Táið nú Símun Pætur sá hetta, fall hann niður fyri knøum Jesusar og segði: „Harri, far frá mær! Eg eri syndigur maður!“
9 Tí ræðsla var komin á hann og allar teir, ið við honum vóru, av hesi fiskaveiði, ið teir høvdu fingið,
10 somuleiðis eisini á Jákup og Jóhannes, synir Zebedeus, sum vóru felagar Símunar. Men Jesus segði við Símun: „Óttast ikki! Hereftir skalt tú veiða menniskju.“
2. The Leper’s Prayer
5:12-16:1
12 Meðan Hann nú var í einum av býunum, var har maður, fullur av spitalsku; táið hann sá Jesus, fall hann niður á andlit sítt, bað Hann og segði: „Harri, vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan.“
13 Tá rætti Hann út hondina, nam við hann og segði: „Eg vil; verð reinur!“ Við tað sama slapp hann frá spitalskuni.
14 Hann beyð honum ongum at siga tað, men: „Far avstað og lat prestin sýna teg, og ofra fyri reinsan tína, soleiðis sum Móses hevur ásett, teimum til vitnisburð!“
15 Tíðindini um Hann komu nú enn víðari um; og nógv fólk kom saman at hoyra og verða grøtt fyri sjúkur sínar.
3. Jesus Heals a Paralytic
5:17-26:1
17 Nú var tað, ein dagin Hann lærdi; har sótu Farisearar og lóglærarar, sum komnir vóru úr hvørji bygd í Galilea og Judea og úr Jerusalem; og kraft Harrans til at grøða var hjá Honum.
18 Tá komu nakrir menn berandi við lamnum manni í song. Teir royndu at sleppa inn við honum og leggja hann framman fyri Hann.
19 Men við tað at teir ongan veg sóu at sleppa inn við honum fyri fólkinum, fóru teir upp á takið og sígdu bæði hann og songina niður millum taksteinarnar, beint framman fyri Jesus.
20 Táið Hann sá trúgv teirra, segði Hann: „Maður, syndir tínar eru tær fyrigivnar!“
21 Tá fóru hinir skriftlærdu og Fariseararnir at hugsa við sær sjálvum so: „Hvør er hesin, sum talar slík gudsspottandi orð? Hvør kann fyrigeva syndir uttan Gud eina!“
22 Men við tað at Jesus kendi hugsanir teirra, svaraði Hann teimum: „Hvat er tað, tit hugsa í hjørtum tykkara!
23 Hvat er lættari, at siga: „Syndir tínar eru tær fyrigivnar!“ ella at siga: „Reis teg og gakk!“
24 Men fyri at tit skulu vita, at Menniskjasonurin hevur vald á jørðini at fyrigeva syndir“ – segði Hann við hin lamna: „Eg sigi tær: Reis teg, tak song tína og far heim til tín sjálvs!“
25 Tá reistist hann við tað sama fyri eygum teirra, tók tað, ið hann lá á, og fór heim til sín sjálvs, lovandi Gudi.
26 Og øll vórðu heilt ovfarin; tey prísaðu Gudi, ótti fylti tey, og tey søgdu: „Vit hava í dag sæð tað, ið ótrúligt er!“
4. Jesus Calls Levi
5:27-32:1
27 Síðani fór Hann út. Hann fekk tá at síggja tollara, ið æt Levi, sita við tollbúðina, og Hann segði við hann: „Fylg Mær!“
29 Levi gjørdi nú stóra veitslu fyri Honum heima hjá sær; og har var stórur flokkur av tollarum og øðrum, sum sótu til borðs við Honum.
30 Men Fariseararnir og hinir skriftlærdu teirra knarraðu inn á lærisveinar Hansara og søgdu: „Hví eta og drekka tit við tollarum og syndarum!“
5. Questions about Fasting
5:33-35:1
33 Teir søgdu við Hann: „Lærisveinar Jóhannesar fasta íðuliga og halda bønir, og lærisveinar Farisearanna við; men Tínir eta og drekka!“
34 Jesus svaraði teimum: „Munnu tit fáa brúðmenninar at fasta, so leingi sum brúðgómurin er hjá teimum!
35 Men dagar skulu koma, táið brúðgómurin verður frá teimum tikin, og tá skulu teir fasta, teir dagar.“
6. The Patches and the Wineskins
5:36-39:1
36 Hann segði teimum eisini líknilsi: „Eingin skræðir bót av nýggjum plaggi og setur hana á gamalt; tí so bæði skræðir hann sundur hitt nýggja plaggið, og heldur ikki hóskar bótin av hinum nýggja til hitt gamla.
37 Eingin letur heldur nýtt vín í gamlar skinnsekkir; tí hitt nýggja vínið spreingir skinnsekkirnar, og tað fer fyri einki, og skinnsekkirnir spillast.
39 Men eingin, sum hevur drukkið gamalt vín, vil hava nýtt; tí hann sigur: „Hitt gamla er gott!““
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul