Lukas kap. 3

Uppsetan
d. The Baptism of Jesus
3:1-38:1
i. The Mission of John the Baptist
3:1-20:1
1 Fimtanda árið ið Tiberius var keisari – táið Pontius Pilatus var landshøvdingi í Judea, Heródes fjórðingshøvdingi í Galilea, Filip, bróðir hansara, fjórðingshøvdingi í Iturea og landspartinum Trakonitis, og Lýsanias fjórðingshøvdingi í Abilene –
2 meðan Annas og Kaifas vóru høvuðsprestar – kom orð Guds til Jóhannes, son Zakarias, í oyðimørkini.
3 Hann fór út og prædikaði allastaðni í landinum við Jordan umvendingardóp til syndafyrigeving,
4 soleiðis sum skrivað er í bókini við orðum Esaiasar profets: „Rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: „Gerið Harranum vegin til reiðar, javnið gøtur Hansara!
5 Hvør dalur skal fyllast upp, og hvørt fjall og hvør heyggjur skal slættast niður; tað, sum bogið er, skal beinast; hitt óslætta skal verða slættir vegir;
7 Hann segði nú við fólkið, ið kom út at verða doypt av honum: „Ormaavkom! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan vreiðini, ið kemur?
8 Berið tí ávøkst, ið svarar til umvending! Og farið ikki og sigið við tykkum sjálvum: „Vit hava jú Ábraham til faðir!“ Tí eg sigi tykkum, at Gud er mentur at vekja Ábrahami upp børn av hesum steinum.
9 Øksin liggur eisini longu við rót træanna; tí verður hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, høgt niður og kastað í eldin.“
11 Hann svaraði teimum: „Tann, ið hevur tveir kyrtlar, skal geva honum, ið ongan hevur, annan, og tann, ið hevur mat, skal gera á sama hátt.“
12 Eisini tollarar komu at verða doyptir, og teir søgdu við hann: „Meistari, hvat skulu vit gera?“
14 Eisini hermenn spurdu hann: „Hvat skulu vit tá gera?“ Hann svaraði teimum: „Gerið ikki yvirgangsverk móti nøkrum, brúkið ikki svik móti nøkrum, og verið nøgdir við løn tykkara!“
15 Táið nú fólkið gekk í væntan, og øll hugsaðu í hjørtum sínum um Jóhannes, um hann mundi ikki vera Kristus,
16 svaraði Jóhannes teimum øllum: „Eg doypi tykkum við vatni; men tann kemur, sum er sterkari enn eg, og sum eg ikki eri verdur at loysa skóreimina hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi.
17 Kastiskuplu Sína hevur Hann í hondini, fyri at Hann skal gjølla reinsa gólv Sítt og savna hveitina inn í løðu Sína; men dumbuna skal Hann brenna í ósløkkjandi eldi.“
19 Men táið Heródes fjórðingshøvdingi varð átalaður av honum viðvíkjandi Heródias, bróðurkonu síni, og fyri alt hitt illa, ið Heródes gjørdi,
ii. The Baptism
3:21-22:1
21 Meðan nú alt fólkið varð doypt, hendi tað, táið eisini Jesus var doyptur og bað, at Himmalin opnaðist,
22 og Heilagi Andin dalaði niður yvir Hann í likamligum líki sum dúva, og rødd kom av Himli: „Tú ert Sonur Mín, hin elskaði; til Tín havi Eg tokka.“
iii. The Genealogy of Jesus
3:23-38:1
23 Jesus sjálvur var um 30 ár, táið Hann byrjaði verk Sítt; og Hann var – sum tey hildu – sonur Jósef, son Eli,
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul