Lukas kap. 20

Uppsetan
b. Jesus Examined for Blemish
20:1-21:4
i. The Chief Priests and Scribes Question Jesus
20:1-18:1
1. Jesus’ Authority Challenged
20:1-8:1
1 Sum Hann nú ein dagin lærdi fólkið í templinum og kunngjørdi evangeliið, stigu høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu fram saman við hinum elstu;
2 og teir talaðu so til Hansara: „Sig okkum: Við hvørjum myndugleika gert Tú hetta? Ella hvør er tað, ið hevur givið Tær henda myndugleika?“
5 Tá tosaðu teir saman um tað og søgdu: „Siga vit: „Frá Himli“, so sigur Hann: „Hví trúðu tit honum tá ikki?“
6 Men siga vit: „Frá menniskjum“, so steinar alt fólkið okkum; tí tey trúgva fult og fast, at Jóhannes var profetur.“
8 Tá segði Jesus við teir: „So sigi heldur ikki Eg tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta.“
2. The Parable of the Wicked Tenants
20:9-18:1
9 Hann setti tá fram fyri fólkið hetta líknilsi: „Maður plantaði víngarð, leigaði víngarðsmonnum hann og fór burt í annað land og var leingi burtur.
10 Táið so tíðin kom, sendi hann tænara til víngarðsmenninar, fyri at teir skuldu geva honum av ávøksti víngarðsins. Men víngarðsmenninir bankaðu hann og sendu hann burtur við tómum hondum.
11 Hann gavst ikki, men sendi ein annan tænara; men teir bankaðu hann við og háðaðu hann og sendu hann burtur við tómum hondum.
12 Hann helt á og sendi hin triðja; men eisini hann bankaðu teir, so hann bløddi, og kastaðu hann út.
13 Tá segði víngarðsharrin: „Hvat skal eg gera? Eg skal senda son mín, hin elskaða; teir fara kortini at hava virðing fyri honum!“
14 Men táið víngarðsmenninir sóu hann, løgdu teir upp ráð hvør við annan og søgdu: „Hetta er arvingin; latið okkum drepa hann, so arvurin kann verða okkara!“
15 Teir kastaðu hann tá út úr víngarðinum og drópu hann. Hvat fer nú víngarðsharrin at gera við teir?
16 Hann fer at koma og gera enda á hesum víngarðsmonnum og lata aðrar fáa víngarðin.“ Táið teir hoyrdu hetta, søgdu teir: „Tað verði aldri!“
17 Men Hann hugdi upp á teir og segði: „Hvat er tá hetta, ið skrivað er: „Steinurin, sum vrakaður varð av teimum, ið bygdu, er vorðin hornsteinur“?
18 Hvør tann, ið dettur um henda stein, skal bróta seg sundur; men tann, ið Hann fellur á, skal Hann sora.“
ii. Spies Question Paying Taxes to Caesar
20:19-26:1
19 Høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu høvdu fegnir viljað lagt hond á Hann tá við tað sama; men teir ræddust fólkið. Tí teir skiltu, at tað var um teir, Hann hevði talað hetta líknilsi.
20 Og táið teir høvdu havt eyguni eftir Honum eina tíð, sendu teir lúrarar, sum lótust at vera rættvísir, til at fanga Hann í orðum, so teir kundu geva Hann upp til yvirvøldina og í hendur landshøvdingans.
21 Teir spurdu Hann: „Meistari! Vit vita, at Tú talar og lærir rætt og gert ikki mannamun, men lærir veg Guds í sannleika.
24 Vísið Mær ein denar! – Hvørs mynd og yvirskrift ber hann?“ Teir svaraðu: „Keisarans.“
25 Tá segði Hann við teir: „So gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“
26 Teir vóru tá ikki førir fyri at fanga Hann í orðum, so fólkið hoyrdi; og teir undraðust á svar Hansara og tagdu.
iii. The Sadducees Question the Resurrection
20:27-40:1
27 Men nakrir Saddukearar – teir, sum nokta, at nøkur uppreisn er – komu til Hansara og spurdu Hann:
28 „Meistari! Móses skrivaði okkum tað boð, at um onkur eigur bróður, ið er giftur, men doyr barnleysur, so skal bróðir hansara taka konuna og reisa bróður sínum upp avkom.
31 Og hin triði tók hana, og á sama hátt allir sjey; teir doyðu uttan at lata avkom eftir seg.
33 Hvør teirra fær hana nú til konu í uppreisnini? Teir hava jú allir sjey havt hana til konu.“
34 Jesus svaraði teimum: „Børnini av hesum heimi taka til ekta og verða givin til ekta.
35 Men tey, sum verða hildin verd at fáa lut í hinum heimi og í uppreisnini frá hinum deyðu, tey hvørki taka til ekta ella verða givin til ekta.
36 Tey kunnu jú heldur ikki doyggja meir; tí tey eru einglunum lík og eru børn Guds, við tað at tey eru børn uppreisnarinnar.
37 Men at hini deyðu rísa upp, hevur Móses eisini víst, har sum talast um tornarunnin, táið hann kallar Harran Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups.
iv. Jesus Questions the Crowd
20:41-21:4
1. Whose Son Is the Christ?
20:41-44:1
42 Dávid sigur jú sjálvur í Sálmabókini: „Harrin segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína,
2. Beware the Scribes
20:45-47:1
46 „Varðið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegnir vilja ganga í síðum klæðum og gjarna vilja verða heilsaðir á torgunum, hava hinar fremstu sessirnar í sýnagogunum og sita ovastir til borðs í veitslunum –
47 teir, ið eta upp húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir! – Hesir skulu fáa tess harðari dóm!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul