Lukas kap. 13

Uppsetan
j. A Call to Repentance
13:1-5:1
1 Um somu tíð vóru har nakrir hjástaddir, sum søgdu Honum frá Galilearunum, hvørja blóð Pilatus hevði blandað við offur teirra.
2 Tá svaraði Hann teimum: „Halda tit, at hesir Galilearar vóru syndarar fram um allar aðrar Galilearar, fyri tað at teir hava liðið hetta?
3 Nei, sigi Eg tykkum, men venda tit ikki við, skulu tit allir ganga til grundar á sama hátt.
4 Ella hinir átjan, sum tornið í Siloam datt oman yvir, so teir doyðu – halda tit, at teir vóru sekir fram um øll menniskju, sum í Jerusalem búgva?
5 Nei, sigi Eg tykkum, men venda tit ikki við, skulu tit allir ganga til grundar á sama hátt.“
k. The Parable of the Barren Fig Tree
13:6-9:1
6 Og Hann setti fram hetta líknilsi: „Maður hevði fikutræ, sum plantað var í víngarði hansara, og hann kom og leitaði eftir ávøksti á tí, men fann ongan.
7 Tá segði hann við víngarðsmannin: „Trý ár eri eg nú komin og havi leitað eftir ávøksti á hesum fikutræi, men ongan funnið! Høgg tað niður! Hví skal tað aftrat gera jørðina ónýta?“
8 Men hann svaraði honum: „Harri! Lat tað standa hetta árið við, inntil eg fái grivið rundan um tað og taðað tað!
9 Kanska tað tá fer at bera ávøkst í framtíðini; og um ikki, kanst tú høgga tað niður.““
5. The Kingdom of God Is Like…
13:10-21:1
a. Jesus Heals a Woman on the Sabbath
13:10-17:1
11 Har var tá kvinna, sum átjan ár hevði havt veikleiksanda; hon var samankropnað og kundi als ikki rætta seg upp.
12 Táið nú Jesus sá hana, kallaði Hann á hana og segði við hana: „Kvinna, tú ert loyst frá veikleika tínum!“
13 Og Hann legði hendurnar á hana, og við tað sama rætti hon seg upp og prísaði Gudi.
14 Men sýnagogustjórin – sum var illur um, at Jesus grøddi sabbat – tók til orða og segði við fólkið: „Seks dagar eru, sum arbeitt eigur at verða; komið tí teir dagarnar og latið tykkum grøða, og ikki sabbat!“
15 Tá svaraði Harrin honum: „Hyklarar tykkara! Loysir ikki ein og hvør tykkara oksa sín ella ásin sítt frá krubbuni sabbat og fer við teimum til vatnið!
16 Men henda, ið er dóttir Ábraham, og sum Satan hevur bundið heili átjan ár, skuldi hon ikki verða loyst úr hesum bandi sabbat!“
17 Táið Hann segði hetta, vórðu teir til skammar, allir, sum stóðu Honum ímóti; og alt fólkið gleddist yvir tey stóru og undurfullu verk, ið Hann gjørdi.
b. The Parable of the Mustard Seed
13:18-19:1
19 Tað er líkt sinnopskorni, sum maður tók og sáaði í urtagarð sín; tað vaks og varð træ, og fuglar himmalsins bygdu reiður í greinum tess.“
c. The Parable of the Leaven
13:20-21:1
21 Tað er líkt súrdeiggi, sum kvinna tók og legði í trý mál av mjøli, inntil tað var súrgað alt samalt.“
b. The Second Section of the Journey
13:22-17:10
i. Living in the Kingdom of God
13:22-14:35
1. The Narrow Door
13:22-30:1
23 Ein segði við Hann: „Harri, munnu tey vera fá, sum verða frelst?“ Tá segði Hann við tey:
24 „Stríðist fyri at koma inn um hitt tronga portrið! Tí mong, sigi Eg tykkum, skulu royna at koma inn og ikki kunna.
25 Frá teirri stund húsbóndin hevur reist Seg og stongt dyrnar – um tit tá fara at standa uttanfyri og banka uppá og siga: „Harri! Lat okkum upp!“ tá skal Hann svara tykkum: „Eg kenni tykkum ikki, hvaðani tit eru.“
26 Tá skulu tit fara at siga: „Vit ótu og drukku fyri eygum Tínum, og Tú lærdi á gøtum okkara!“
27 Men Hann skal svara: „Eg sigi tykkum, at Eg kenni tykkum ikki, hvaðani tit eru; farið burt frá Mær, øll tit, sum gjørdu órætt!“
28 Tá skal vera grátur og tannagrísl – táið tit fáa at síggja Ábraham, Ísak, Jákup og allar profetarnar í ríki Guds, men tykkum sjálv kastað út.
29 Tey skulu koma, eystaneftir, vestaneftir, norðaneftir og sunnaneftir, og sita til borðs í ríki Guds.
2. Lament over Jerusalem
13:31-35:1
31 Í somu stund komu nakrir Farisearar og søgdu við Hann: „Far avstað burt hiðani, tí Heródes ætlar at drepa Teg!“
32 Tá svaraði Hann teimum: „Farið og sigið við tann revin: „Eg reki út illar andar og grøði sjúk í dag og í morgin, og triðja dagin fullkomist Eg!
33 Men Eg má halda fram í dag og í morgin og dagin eftir; tí ikki ber til, at profetur letur lív aðrastaðni enn í Jerusalem.“
34 Jerusalem, Jerusalem, sum drepur profetarnar og steinar teir, ið sendir eru til tín! Hvussu mangan vildi Eg ikki savna børn tíni, eins og høna savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki.
35 Men hús tykkara skal verða latið tykkum sjálvum upp í hendur. Eg sigi tykkum: Tit skulu als ikki síggja Meg, fyrrenn tann tíð kemur, táið tit siga: „Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans!““
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul