Lukas kap. 2

Uppsetan
vii. The Birth of Jesus
2:1-40:1
1. The Child Born in Bethlehem
2:1-7:1
1 Um hesa tíðina gekk út boð frá Augustusi keisara, at allur heimurin skuldi skrivast í manntal.
4 Eisini Jósef fór úr Galilea, úr býnum Nazaret, til Judea, til bý Dávids, sum eitur Betlehem – tí hann var av húsi og ætt Dávids –
7 Og hon átti son sín, hin frumborna, og sveipaði Hann og legði Hann í krubbu; tí ikki var rúm fyri teimum í gistihúsinum.
2. The Shepherds and the Angels
2:8-20:1
8 Har á leið vóru nakrir hirðar, ið lógu úti á markini og hildu náttarvakt yvir fylgi sínum.
9 Nú stóð eingil Harrans fyri teimum, og dýrd Harrans lýsti rundan um teir; tá vórðu teir ógvuliga ræddir.
10 Men eingilin segði við teir: „Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal verða fyri alt fólkið:
12 Og hetta skulu tit hava til tekin: Tit skulu finna barn, sveipað, liggjandi í krubbu.“
15 Táið so einglarnir vóru farnir frá teimum upp til Himmals, søgdu hirðarnir hvør við annan: „Latið okkum tó fara til Betlehem og síggja hetta, ið hent hevur, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum!“
16 So skundaðu teir sær og komu og funnu bæði Mariu og Jósef og barnið, sum lá í krubbuni.
20 Hirðarnir fóru so avstað aftur, prísandi og lovandi Gudi fyri alt tað, ið teir høvdu hoyrt og sæð – soleiðis sum teimum var sagt.
3. Jesus Presented at the Temple
2:21-24:1
21 Táið nú átta dagar vóru gingnir, og Hann skuldi verða umskorin, varð navn Hansara kallað Jesus – sum tað var kallað av einglinum, áðrenn Hann var gitin í móðurlívi.
22 Táið reinsanardagar teirra eftir Móselóg vóru at enda, fóru tey niðan til Jerusalem við Honum at bera Hann fram fyri Harran –
23 sum skrivað er í lóg Harrans, at alt mannkyn, ið opnar móðurlív, skal kallast heilagt fyri Harranum –
24 og fyri at bera fram offur eftir tí, sum sagt er í lóg Harrans, tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar.
4. The Prophecy of Simeon
2:25-35:1
25 Í Jerusalem var tá maður, ið æt Símeon; hesin maður var rættvísur og óttaðist Gud, og hann væntaði troyst Ísraels; og Heilagi Andin var yvir honum.
26 Honum var opinberað av Heilaga Andanum, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrrenn hann hevði sæð hin salvaða Harrans.
27 Hann kom nú, drivin av Andanum, inn í templið; og táið foreldrini bóru barnið Jesus inn at gera við Hann, sum siður var eftir lógini,
34 Símeon signaði tey nú og segði við Mariu, móður Hansara: „Hesin er settur mongum í Ísrael til fall og uppreising, og til tekin, ið verður mótsagt
35 – ja, eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum – fyri at opinberast skal, hvat mong hjørtu hugsa.“
5. The Prophecy of Anna
2:36-38:1
36 Har var eisini profetinna, Anna, dóttir Fanuel, av ætt Asers; hon var ógvuliga gomul, hevði livað sjey ár við manni sínum, frá tí hon var moyggj.
37 og var nú einkja, um 84 ára gomul; hon veik ikki úr templinum, men tænti Gudi við føstu og bøn, nátt og dag.
38 Hon kom til í somu stund og lovaði Gudi; og hon tosaði um Hann við øll, sum væntaðu endurloysing Jerusalems.
6. The Return to Nazareth
2:39-40:1
39 Táið tey nú høvdu fullført alt eftir lóg Harrans, fóru tey aftur til Galilea, til bý sín, Nazaret.
c. The Boy Jesus at the Temple
2:41-52:1
42 Táið Hann var tólv ára gamal, og tey fóru niðan hagar, sum siður var um høgtíðina,
43 og høvdu verið har teir dagarnar, varð drongurin Jesus eftir í Jerusalem, táið tey fóru heimaftur, og foreldur Hansara vistu ikki av tí.
44 Tey hugsaðu, at Hann var millum ferðafólkið, og hildu so fram eina dagsferð; og tey leitaðu eftir Honum hjá skyldfólki og kunningum sínum.
45 Við tað at tey nú ikki funnu Hann, vendu tey aftur til Jerusalem og leitaðu eftir Honum.
46 Táið so tríggir dagar vóru gingnir, funnu tey Hann í templinum, har Hann sat mitt millum lærararnar og bæði lurtaði eftir teimum og spurdi teir.
48 Táið tey nú sóu Hann, kom ræðsla á tey; og móðir Hansara segði við Hann: „Barn, hví gjørdi Tú okkum hetta! Faðir Tín og eg hava sorgarfull leitað eftir Tær.“
49 Tá segði Hann við tey: „Hví leitaðu tit eftir Mær? Vistu tit ikki, at Eg eigi at vera í verki Faðirs Míns?“
51 So fór Hann heim við teimum og kom til Nazaret og var teimum lýðin. Og móðir Hansara goymdi øll hesi orð í hjarta sínum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul