Lukas kap. 23

Uppsetan
iv. Jesus before Pilate
23:1-5:1
2 Har tóku teir at klaga Hann og søgdu: „Vit hava funnið, at hesin villleiðir fólk okkara, forbýður at lata skatt til keisaran og sigur Seg sjálvan vera Kristus, kong!“
3 Tá spurdi Pilatus Hann: „Ert Tú kongur Jødanna?“ Hann svaraði honum: „Tú sigur tað!“
4 Men Pilatus segði við høvuðsprestarnar og fólkið: „Eg finni einki misbrot hjá hesum manni!“
5 Tá góvu teir enn meiri á og søgdu: „Hann øsir við læru Síni fólkið upp um alt Judea, úr Galilea, har sum Hann byrjaði, og líka higar.“
v. Jesus before Herod
23:6-12:1
7 Og táið hann fekk at vita, at Hann hoyrdi undir Heródes, sendi hann Hann til hansara; tí eisini Heródes var í Jerusalem teir dagarnar.
8 Táið Heródes sá Jesus, varð hann ógvuliga glaður; tí hann hevði í langa tíð ynskt eftir at sæð Hann, av tí at hann hevði hoyrt um Hann; og hann vónaði at fáa at síggja okkurt tekin gjørt av Honum.
11 Heródes og hermenn hansara háðaðu og spottaðu Hann; síðani kastaði hann skínandi klæði um Hann og sendi Hann so aftur til Pilatus.
12 Tann dagin gjørdust Heródes og Pilatus vinmenn; men frammanundan høvdu teir ligið í fíggindskapi hvør við annan.
vi. The Crowd Chooses Barabbas
23:13-25:1
14 og segði við teir: „Tit hava ført henda mann fyri meg sum ein, ið villleiðir fólkið til fráfall; og nú havi eg avhoyrt Hann, meðan tit hava verið hjá, og eg havi ikki funnið henda mann sekan í nøkrum av tí, sum tit klaga Hann fyri;
15 Heródes heldur ikki; eg sendi tykkum jú til hansara; tit síggja tá, at Hann hevur einki gjørt, sum er deyða vert.
19 – Hetta var ein, ið var settur fastur fyri uppreistur, sum verið hevði í staðnum, og fyri manndráp.
22 Tá segði hann triðju ferð við tey: „Hvat ilt hevur hesin maður tá gjørt? Eg havi ikki funnið Hann sekan í nakrari deyðasøk; tí skal eg revsa Hann og so geva Hann leysan.“
23 Men tey strongdu á við hørðum rópum og kravdu, at Hann skuldi verða krossfestur – og róp teirra vórðu við yvirlutan.
25 Hann gav tann leysan, sum tey bóðu um, hann, ið var settur fastur fyri uppreistur og manndráp; men Jesus gav hann upp til vilja teirra.
h. The Crucifixion
23:26-49:1
26 Táið teir so fóru avstað við Honum, løgdu teir hendur á ein mann, ið æt Símun, úr Kýrene; hann kom av markini. Teir løgdu krossin á hann, fyri at hann skuldi bera hann aftan á Jesusi.
27 Stórur skari av fólkinum fylgdi Honum, og nógvar kvinnur, ið venaðu seg og grótu um Hann.
28 Tá vendi Jesus Sær móti teimum og segði: „Døtur Jerusalems! Grátið ikki um Meg, nei, grátið um tykkum sjálvar og børn tykkara!
29 Tí dagar koma, táið sagt fer at verða: „Sælar eru hinar ófruktbøru, lívini, ið ikki føddu, og bróstini, ið ikki góvu at súgva.“
30 Tá fer at verða sagt við fjøllini: „Fallið yvir okkum!“ og við heyggjarnar: „Fjalið okkum!“
31 Tí verður gjørt so við hitt grøna træið, hvussu fer tá at gangast hinum turra!“
32 Eisini tveir aðrir, tveir illgerðarmenn, vórðu leiddir út saman við Honum at verða tiknir av døgum.
33 Táið teir so vóru komnir til staðið, ið kallaðist Skallin, krossfestu teir Hann har og illgerðarmenninar, annan høgrumegin Hann og annan vinstrumegin.
34 Men Jesus segði: „Faðir, fyrigev teimum – teir vita ikki, hvat teir gera!“ Teir býttu nú klæði Hansara millum sín við lutakasti.
35 Fólkið stóð og hugdi at. Eisini ráðharrarnir spottaðu Hann og søgdu: „Onnur hevur Hann frelst; frelsi Hann nú Seg sjálvan, er Hann Kristus Guds, hin útvaldi!“
39 Annar av illgerðarmonnunum, ið hingu har, spottaði Hann og segði: „Ert Tú ikki Kristus! Frels Teg sjálvan og okkum!“
40 Men hin hevði at honum og svaraði: „Óttast heldur ikki tú Gud, tú, sum ert undir sama dómi?
41 Og vit av røttum; tí vit fáa aftur tað, ið gerðir okkara hava uppiborið; men hesin hevur einki skeivt gjørt.“
42 So segði hann við Jesus: „Harri, minst til mín, táið Tú kemur í ríki Tínum!“
43 Hann svaraði honum: „Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!“
44 Tað var nú um sætta tíman; tá varð myrkur um alt landið, líka til níggjunda tíman;
46 Og Jesus rópti við harðari rødd: „Faðir! Í hendur Tínar gevi Eg anda Mín.“ Táið Hann hetta hevði sagt, andaðist Hann.
47 Men táið høvuðsmaðurin sá tað, ið hendi, gav hann Gudi dýrd og segði: „Sanniliga var hesin Maður rættvísur!“
48 Og alt fólkið, sum saman var komið at síggja hetta, sló seg fyri bróstið og fór avstað aftur, táið tey sóu tað, ið hendi.
49 Allir kunningar Hansara stóðu langt burtur og sóu hetta, eisini kvinnurnar, ið høvdu fylgt Honum úr Galilea.
i. The Burial of Jesus
23:50-56:1
50 Nú var maður, ið æt Jósef; hann var ráðharri og var góður og rættvísur maður.
51 Hann hevði ikki samtykt í ráði og verki teirra. Hann var úr hinum jødiska býnum Arimatea, og hann væntaði ríki Guds.
53 So tók hann tað niður, sveipaði tað í fínt línklæði og legði tað í grøv, sum høgd var inn í klettin, og sum enn eingin hevði ligið í.
55 Kvinnurnar, ið komnar vóru við Honum úr Galilea, fóru aftaná og sóu grøvina, og hvussu likam Hansara varð lagt.
56 So fóru tær avstað aftur og gjørdu til angandi urtir og salvur. Og sabbatin hildu tær seg stillar, eftir boðnum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul