Lukas kap. 4

Uppsetan
e. The Temptation of Jesus
4:1-13:1
1 Men Jesus kom aftur frá Jordan, fullur av Heilaga Andanum; og Hann varð av Andanum leiddur um í oyðimørkini
2 og varð 40 dagar freistaður av Djevulinum. Hann át einki teir dagarnar; og táið teir vóru á enda, fór Hann at hungra.
3 Tá segði Djevulin við Hann: „Ert Tú Sonur Guds, so sig við henda stein, at hann skal verða breyð!“
6 Og Djevulin segði við Hann: „Tær skal eg geva valdið yvir øllum hesum, og dýrdina, sum í hesum ríkjum er; tí mær er tað givið í hendur, og eg gevi hvørjum tað, sum eg vil.
8 Jesus svaraði honum: „Skrivað er: „Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.““
9 Nú fór hann til Jerusalem við Honum, setti Hann á takbrún tempulsins og segði við Hann: „Ert Tú Sonur Guds, so leyp niður!
10 Tí skrivað er: „Hann skal geva einglum Sínum boð um teg, at teir skulu varðveita teg,
2. Jesus’ Ministry in Galilee
4:14-9:50
a. Early Ministry
4:14-6:16
i. Jesus Begins His Ministry
4:14-15:1
14 Jesus kom nú í kraft Andans aftur til Galilea, og tíðindini um Hann komu út um alt landið har rundanum.
ii. The Rejection at Nazareth
4:16-30:1
16 Hann kom tá til Nazaret, har sum Hann var uppvaksin, og fór, sum Hann var vanur, inn í sýnagoguna sabbatsdagin og reisti Seg upp at lesa.
17 Teir fingu Honum tá bók Esaiasar profets. Táið Hann læt sundur bókina, kom Hann niður á staðið, har skrivað stóð:
18 „Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,
20 So legði Hann bókina saman, fekk tænaranum hana aftur og settist; og øll í sýnagoguni stardu á Hann.
21 Tá fór Hann at tala til teirra: „Í dag er hetta skriftorð gingið út fyri oyrum tykkara.“
22 Tey góvu Honum øll vitnisburð og undraðust á hini lívsælu orð, ið út gingu av munni Hansara – og tey søgdu: „Er hesin ikki sonur Jósef!“
23 Tá segði Hann við tey: „Sjálvsagt fara tit at minna Meg á orðtakið: „Lækni, grøð teg sjálvan!“ „Ger eisini her í heimbygd Tíni slík stórverk, sum vit hava frætt, hava hent í Kapernaum!““
24 Men Hann segði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eingin profetur verður væl fagnaður á heimstaði sínum!
25 Eg sigi tykkum tað satt, at nógvar einkjur vóru í Ísrael á døgum Eliasar, ta ferðina himmalin varð afturlatin trý ár og seks mánaðir, og stórur hungur var í øllum landinum;
27 Mong spitølsk vóru í Ísrael á døgum Elisa profets; og eingin teirra varð reinsaður, men bert Na’aman Sýrlendingur.“
29 og tey reistust og róku Hann av býnum, og fóru við Honum út á egg fjalsins, ið staður teirra var bygdur á, at stoyta Honum oman.
iii. Miracles at Capernaum
4:31-44:1
1. Jesus Expels an Unclean Spirit
4:31-37:1
34 „Burt! Hvat hava vit við Teg at gera, Jesus úr Nazaret! Tú ert komin at týna okkum; eg kenni Teg, hvør Tú ert, Tú hin Heilagi Guds!“
35 Men Jesus hótti at honum og segði: „Tig, og far út úr honum!“ Hin illi andin kastaði hann tá niður mitt ímillum teirra og fór út úr honum og hevði einki mein gjørt honum.
36 Tá kom ræðsla á øll, og tey tosaðu hvørt við annað og søgdu: „Hvat er hetta fyri orð? Við valdi og kraft býður Hann hinum óreinu andum, og teir fara út!“
2. Jesus Heals at Peter’s House
4:38-41:1
38 Hann reistist nú og fór út úr sýnagoguni og inn hjá Símuni. Vermóðir Símun lá við sterkum fepri, og tey bóðu Hann fyri henni.
39 Tá fór Hann og stóð uppi yvir henni; og Hann hótti at feprinum. Og hon slapp frá honum og fór alt fyri eitt upp og borðreiddi fyri teimum.
40 Men táið sólin gekk undir, komu øll, sum høvdu sjúk fólk við alskyns sjúkum, til Hansara við teimum; og Hann legði hendurnar á hvørt eitt teirra og grøddi tey.
41 Illir andar fóru eisini út úr mongum, og teir róptu: „Tú ert Sonur Guds!“ Men Hann hótti at teimum og læt teir ikki sleppa at tala; tí teir vistu, at Hann var Kristus.
3. Jesus Preaches in Judea
4:42-44:1
42 Táið dagur var komin, fór Hann út og fór til oyðið stað; fólkið leitaði tá eftir Honum, og tey komu líka til Hansara og hildu Honum, so Hann skuldi ikki fara frá teimum.
43 Men Hann segði við tey: „Eisini í hinum býunum má Eg kunngera evangeliið um ríki Guds; tí tað eri Eg sendur til.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul