Lukas kap. 1

Uppsetan
1. The Beginning of Jesus’ Ministry
1:1-4:13
a. Dedication to Theophilus
1:1-4:1
1 Við tað at mangir hava tikið sær fyri at seta saman frásøgn um tað, sum hent hevur millum okkara –
2 soleiðis sum teir, ið av fyrstu tíð vóru eygnavitni, og sum gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum –
3 so havi eisini eg, eftir at eg gjølla havi rannsakað alt av fyrstu tíð, sett mær fyri at skriva tær tað niður, hvørt eftir annað, hávirdi Teofilus,
b. The Births of John the Baptist and Jesus
1:5-2:40
i. Gabriel Foretells John’s Birth
1:5-25:1
5 Á døgum Heródesar kongs í Judea var prestur, ið æt Zakarias, av skifti Abia; hann hevði konu av døtrum Áron; hon æt Elisabet.
6 Tey vóru bæði rættvís fyri Gudi og livdu ólastandi í øllum boðum og fyriskipanum Harrans.
7 Men tey áttu einki barn; tí Elisabet var ófruktbør; og tey vóru bæði væl við aldur.
8 Nú hendi tað, meðan hann tænti sum prestur fyri Gudi, táið skifti hansara átti at gera tænastuna,
9 at tað, soleiðis sum siður var í prestatænastuni, fall honum í lut at fara inn í tempul Harrans og bera fram roykilsisofrið.
13 Men eingilin segði við hann: „Óttast ikki, Zakarias! Bøn tín er hoyrd – Elisabet, kona tín, skal eiga tær son, og tú skalt kalla hann Jóhannes.
15 Tí hann skal vera stórur fyri Harranum; vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og hann skal fyllast við Heilaga Andanum líka úr móðurlívi.
17 Hann skal ganga undan Honum í anda og kraft Eliasar, til at venda hjørtum fedra til børn og ólýdnum til sinnalag rættvísra, til at gera Harranum til reiðar vælbúgvið fólk.“
18 Tá segði Zakarias við eingilin: „Av hvørjum skal eg vita hetta? Eg eri jú gamal, og kona mín er væl við aldur!“
19 Eingilin svaraði honum: „Eg eri Gabriel, sum standi fyri ásjón Guds, og eg eri sendur út at tala við teg og bera tær hesi gleðiboð.
20 Og nú skalt tú verða málleysur og ikki fáa talað, inntil tann dag hetta hendir – aftur fyri at tú trúði ikki orðum mínum, sum tó skulu ganga út á tíð síni.“
21 Fólkið stóð og bíðaði eftir Zakariasi; og tey undraðust á, at hann varð so leingi í templinum.
22 Táið hann nú kom út, fekk hann ikki talað til teirra; tey skiltu tá, at hann hevði sæð sjón í templinum. Og hann gjørdi tekin til teirra og varð verandi málleysur.
24 Men eftir hesar dagar varð Elisabet, kona hansara, við barn; og hon helt seg fjalda fimm mánaðir og segði:
25 „So hevur Harrin gjørt við meg, teir dagar Hann sá til mín, at taka burt vanæru mína millum menniskjuni!“
ii. Gabriel Foretells Jesus’ Birth
1:26-38:1
26 Í sætta mánaði varð Gabriel eingil sendur av Gudi til bý í Galilea, sum eitur Nazaret,
27 til moyggj, sum var trúlovað við manni, ið æt Jósef, av húsi Dávids; moyggin æt Maria.
28 Eingilin kom inn til hennara og segði: „Heil, tú náðaða! Harrin er við tær; signað ert tú millum kvinnur!“
29 Ræðsla fall á hana av orðum hansara, og hon hugsaði um, hvat henda heilsa mundi hava at týða.
30 Tá segði eingilin við hana: „Óttast ikki, Maria! Tú hevur funnið náði hjá Gudi.
32 Hann skal verða stórur og kallast Sonur hins Hægsta; og Gud Harrin skal geva Honum hásæti Dávids, faðirs Hansara.
33 Hann skal vera kongur yvir húsi Jákups allar ævir, og ikki skal vera endi á kongadømi Hansara.“
34 Tá segði Maria við eingilin: „Hvussu kann hetta verða, við tað at eg veit ikki av manni?“
35 Eingilin svaraði henni: „Heilagi Andin skal koma yvir teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg; tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds.
36 Og nú, Elisabet, skyldkona tín – eisini hon er vorðin við barn og gongur við syni í elli síni; hesin mánaður er hin sætti hjá henni, ið kallað verður ófruktbør.
38 Tá segði Maria: „Eg eri tænastukvinna Harrans – mær verði, sum tú hevur sagt!“ So fór eingilin frá henni.
iii. Mary Visits Elizabeth
1:39-45:1
41 Táið tá Elisabet hoyrdi heilsu Mariu, spældi fostrið í lívi hennara. Og Elisabet fyltist av Heilaga Andanum,
44 Tí veitst tú – í tí eg hoyrdi ljóðið av heilsu tíni, spældi fostrið av frøi í lívi mínum!
iv. Mary’s Song
1:46-56:1
48 tí Hann hevur sæð til tænastukvinnu Sína, sum so lítið hevur at týða. Ja, eftir hetta skulu allar ættir prísa meg sæla,
51 Hann hevur gjørt veldig verk við armi Sínum; Hann hevur spjatt sundur teir, sum hugmóðigir eru í hugsanum hjartna sína.
52 Hann hevur stoytt høvdingum úr hásætunum og sett tey høgt, sum hava lítið at týða.
53 Svong hevur Hann mettað við góðum gávum, og rík hevur Hann latið fara við tómum hondum.
55 móti Ábrahami og avkomi hansara allar ævir – soleiðis sum Hann talaði til fedrar okkara.“
56 Maria steðgaði nú einar tríggjar mánaðir hjá henni og fór so heimaftur til sín sjálvs.
v. The Birth of John the Baptist
1:57-66:1
58 Táið grannar og skyldfólk hennara frættu, at Harrin hevði gjørt miskunn Sína stóra móti henni, gleddust tey saman við henni.
59 Áttanda dagin komu tey so at umskera barnið; og tey ætlaðu at kalla hann Zakarias eftir faðir hansara.
62 Tey gjørdu tá tekin til faðir hansara fyri at fáa at vita, hvat hann vildi, at barnið skuldi eita.
63 Hann bað fáa sær talvu, og skrivaði hesi orð: „Jóhannes er navn hansara.“ Tá undraðust øll.
65 Ótti kom á øll, sum búðu har rundanum; í øllum fjallalandinum í Judea var nógv tos um alt hetta.
66 Øll, ið hoyrdu tað, løgdu sær tað á hjarta og søgdu: „Hvat man fara at verða av hesum barni?“ Tí hond Harrans var við honum.
vi. Zechariah’s Song
1:67-80:1
68 „Lovaður veri Harrin Gud Ísraels! Tí Hann hevur vitjað fólk Sítt og loyst tað út.
74 at Hann skuldi veita okkum, at vit, bjargað av hond fígginda okkara, skuldu kunna tæna Honum óttaleys,
76 Eisini tú, barn, skalt verða kallaður profetur hins Hægsta; tí tú skalt ganga undan fyri ásjón Harrans at gera vegir Hansara til reiðar,
78 Hetta er eymu miskunn Guds okkara fyri at takka, sum læt lýsing av hæddini vitja okkum –
79 til at lýsa teimum, sum sita í myrkri og deyðaskugga, til at leiða føtur okkara inn á veg friðarins.“
80 Barnið vaks nú og varð sterkt í Andanum; og hann var í oyðimørkunum, inntil tann dag hann steig fram fyri Ísrael.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul