Seinna Kongabók kap. 23

Uppsetan
iv. Josiah Returns the People to the LORD
23:1-27:1
1. Josiah Renews the Covenant
23:1-3:1
1 Nú sendi kongurin boð eftir øllum hinum elstu í Juda og Jerusalem, og teir komu saman hjá honum.
2 Síðani fór kongurin niðan í hús HARRANS, og við honum allir Judamenn og allir teir, sum í Jerusalem búðu, prestarnir, profetarnir og alt fólkið, bæði smáir og stórir; og hann las upp fyri teimum alt tað, sum skrivað stóð í sáttmálabókini, ið funnin var í húsi HARRANS.
3 Kongurin steig so fram at súluni og gjørdi fyri ásjón HARRANS tann sáttmála, at teir skuldu fylgja HARRANUM eftir og halda boð, vitnisburðir og fyriskipanir Hansara av øllum hjarta sínum og allari sál síni – at teir skuldu halda orðini í hesum sáttmála, tey, sum skrivað stóðu í hesi bók. Og alt fólkið gekk undir sáttmálan.
2. Josiah Destroys Idolatry
23:4-20:1
4 So segði kongurin við Hilkia, høvuðsprestin, og prestarnar, ið næstir vóru undir honum, og duravaktararnar, at teir skuldu fáa út úr templi HARRANS øll amboðini, ið gjørd vóru til Ba’al, Asjeru og allan her himmalsins; hann læt so brenna tey uttan fyri Jerusalem á markunum við Kidron, og øskuna av teimum læt hann bera til Betel.
5 Avgudaprestarnar, ið judakongar høvdu innsett, og sum brendu roykilsi á hæddunum í Judabýum og rundan um Jerusalem, teir setti hann av, somuleiðis teir, ið brendu roykilsi fyri Ba’al og fyri sólini, mánanum, stjørnumyndunum og øllum heri himmalsins.
6 Hann tók asjerumyndina út úr húsi HARRANS og læt teir fara við henni út um Jerusalem til Kidronsdal og brenna hana í Kidronsdali og mylja hana í mjøl; dustið læt hann stoyta, har sum smámaðurin hevði grevstur.
7 Hann reiv niður hús mansskøkjanna – tey vóru tætt við hús HARRANS – har sum kvinnurnar vóvu Asjeru smátjøld.
8 Hann læt allar prestarnar koma úr býunum í Juda, og hann vanhalgaði hæddirnar, har sum prestarnir høvdu brent roykilsi, úr Geba líka til Be’erseba. Hann breyt niður heyggjarnar við portrini, bæði tann, ið stóð uttan fyri portur Josva, býhøvdingans, og tann, ið stóð vinstrumegin býportrið.
9 Prestarnir við heyggjarnar sluppu tó ikki at ofra á altari HARRANS í Jerusalem; teir sluppu bert at eta ósúrgað breyð millum brøður sínar.
10 Hann vanhalgaði eisini Tofet* í Hinnomssonardali, so at eingin skuldi lata son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin fyri Molok.
11 Hann fekk burtur hestarnar, ið judakongur hevði sett upp, sólini til heiður, tætt við inngongdina til hús HARRANS, við kamar Netan-Meleks hirðmans í Parvarim;* og vagnar sólarinnar læt hann brenna.
12 Altarini, ið judakongar høvdu reist á takinum yvir sali Akazar, og altarini, ið Manasse hevði reist í báðum forgørðum hús HARRANS, tey reiv kongurin niður; hann soraði tey sundur og fekk tey burtur haðani og kastaði dustið av teimum í Kidronsløk.
13 Offurheyggjarnar, ið vóru beint yvir av Jerusalem, sunnan fyri Oyðingarfjall, og sum Sálomo ísraelskongur hevði reist Astartu, viðurstygd Zidoninga, Kamos, viðurstygd Móabita, og Milkom, viðurstygd Ammonita, teir vanhalgaði kongurin.
14 Hann breyt sundur minnissteinarnar og høgdi niður Asjerurnar og fylti staðið, har sum tær høvdu verið, við menniskjabeinum.
15 Eisini altarið í Betel, offurheyggin, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði reist – hann, sum fekk Ísrael at synda – eisini tað altarið og tann offurheyggin reiv hann niður; hann brendi heyggin upp og muldi hann í mjøl; Asjeruna við brendi hann.
16 Táið Josias vendi sær á og sá gravirnar, ið har á fjallinum vóru, sendi hann menn hagar og læt teir taka beinini úr grøvunum og brenna tey á altarinum til at vanhalga tað – eftir orði HARRANS, sum hin gudsmaðurin kunngjørdi, hann, sum kunngjørdi, at hetta skuldi henda.*
17 So segði hann: „Hvat er hatta fyri gravsteinur, ið eg síggi har yviri?“ Menninir í býnum svaraðu: „Hatta er grøv gudsmansins, sum kom úr Juda og rópti móti altarinum í Betel, at tað skuldi henda, sum tú nú hevur gjørt.“
18 Tá segði hann: „Latið hann hvíla í friði, eingin má nema bein hansara!“ Teir lótu so bein hansara vera í friði, og somuleiðis bein profetsins, ið komin var úr Samaria.
19 Eisini øll offurhúsini á heyggjunum í býum Samaria, tey, sum ísraelskongar høvdu reist – til at vekja vreiði HARRANS – fekk Josias burtur og gjørdi við tey, á allan hátt sum hann hevði gjørt í Betel.
20 Allar heyggjaprestarnar, ið har vóru, læt hann drepa á altarunum, og hann brendi menniskjabein á teimum. So fór hann aftur til Jerusalem.
3. Josiah Restores the Passover
23:21-27:1
21 Síðani gav kongurin øllum fólkinum hetta boð: „Haldið HARRANUM Gudi tykkara páskir, soleiðis sum skrivað er her í sáttmálabókini!“
22 – Slíkar páskir sum hesar høvdu ikki verið hildnar, síðani ta tíðina ið dómararnir dømdu í Ísrael, ikki alla ta tíð, ið kongar høvdu verið í Ísrael og Juda;
23 men átjanda árið ið Josias kongur sat við stýrið, vórðu í Jerusalem hesar páskir hildnar HARRANUM.
24 Josias oyddi eisini tey, sum manaðu deyð, og spámenninar, húsgudarnar, avgudarnar og allar viðurstygdirnar, ið høvdu verið at sæð í Judalandi og Jerusalem – tí hann vildi halda lógorðini, sum skrivað vóru í bókini, ið Hilkia prestur hevði funnið í húsi HARRANS.
25 Aldri áður hevði verið nakar kongur sum hann, nakar, ið soleiðis hevði vent við til HARRAN av øllum hjarta sínum, allari sál síni og allari styrki síni, eftir allari Móselóg – og eftir hann kom eingin, ið var sum hann.
26 Og tó vendi HARRIN ikki frá stóru, brennandi vreiði Síni, sum brann móti Juda fyri allar syndirnar, ið Manasse hevði vakt vreiði Hansara við.
27 Nei, HARRIN segði: „Eisini Juda skal Eg koyra burt frá ásjón Míni, eins og Eg koyrdi Ísrael burt, og Eg skal vraka Jerusalem, henda stað, ið Eg havi útvalt, og húsið, sum Eg segði um: „Navn Mítt skal búgva har.““
v. The Death of Josiah
23:28-29:1
28 Tað, ið annars er at siga um Josias, um alt, ið hann gjørdi, tað er skrivað í kongakrøniku Juda.
29 Á døgum hansara fór Farao Neko, kongurin í Egyptalandi, eystur at ánni Frat* móti konginum í Assýria. Tá helt Josias kongur ímóti honum, men Neko drap hann við Megiddo, við tað sama sum hann sá hann.
vi. Jehoahaz Succeeds Josiah
23:30
30 Tænarar hansara førdu hann so í vagni deyðan frá Megiddo og fóru til Jerusalem við honum og jarðaðu hann í grøv hansara. Og fólkið í landinum tók Jóahaz, son Josias, salvaði hann og gjørdi hann til kong eftir faðir hansara.
e. Jehoahaz of Judah
23:31-35:1
i. Jehoahaz the Evil King
23:31-32:1
31 Jóahaz var 23 ár, táið hann gjørdist kongur, og 3 mánaðir stýrdi hann í Jerusalem; móðir hansara æt Hamutal; hon var dóttir Jirmeja úr Libna.
32 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, júst sum fedrar hansara høvdu gjørt.
ii. Jehoahaz Exiled to Egypt
23:33
33 Men Farao Neko setti hann fastan í Ribla í Hamatslandi og gjørdi soleiðis enda á kongadømi hansara í Jerusalem; og hann legði skatt á landið, 100 talentir av silvuri og eina talent av gulli.
iii. Jehoiakim Succeeds Jehoahaz
23:34-35:1
34 Síðani gjørdi Farao Neko Eljakim, son Josias, til kong eftir Josias, faðir hansara, og broytti navn hansara til Jójakim. Men Jóahaz tók hann við sær til Egyptalands, og har doyði hann.
35 Silvurið og gullið læt Jójakim til Farao; men hann noyddist at leggja skatt á landið fyri at fáa latið peningin, ið Farao hevði kravt; hann heintaði frá fólkinum í landinum silvur og gull, skattin, ið hvør einstakur var settur í, og læt tað so til Farao Neko.
f. Jehoiakim of Judah
23:36-24:7
i. Jehoiakim the Evil King
23:36-37:1
36 Jójakim var 25 ár, táið hann gjørdist kongur, og 11 ár stýrdi hann í Jerusalem; móðir hansara æt Zebida; hon var dóttir Pedaja úr Ruma.
37 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, júst sum fedrar hansara høvdu gjørt.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul