Seinna Kongabók kap. 11

Uppsetan
f. Joash of Judah
11:1-12:21
i. Athaliah and Joash
11:1-16:1
1. Joash Hidden from Athaliah
11:1-3:1
1 Táið Atalja, móðir Ahazja, fekk at vita, at sonur hennara var deyður, tók hon sær fyri at beina fyri allari kongaættini.
2 Men Jóseba, dóttir Jóram kong, systir Ahazja, tók Jóas, son Ahazja, fekk hann loyniliga burtur frá kongasonunum, ið drepast skuldu, og fjaldi hann og daddu hansara í sovikamarinum; soleiðis fingu tey krógvað hann fyri Atalju, so hann varð ikki dripin.
3 Síðani var hann hjá henni í húsi HARRANS og varð fjaldur har í seks ár, meðan Atalja ráddi í landinum.
2. Joash Anointed King of Judah
11:4-12:1
4 Men í sjeynda árinum sendi Jójada boð eftir høvuðsmonnunum yvir lívvaktini, læt teir koma inn í hús HARRANS til sín, gjørdi sáttmála við teir, tók teir í eið har í húsi HARRANS og vísti teimum kongasonin.
5 Síðani gav hann teimum hetta boð: „Soleiðis skulu tit gera: Tann triðingurin av tykkum, ið skal taka við vaktini sabbatin, skal halda vakt við kongshøllina;
6 ein triðingur skal vera í Surportri, og ein í portrinum aftan fyri lívvaktina; soleiðis skulu tit halda vakt við húsið, hvør sum hann er settur til.
7 Men hinir báðir partarnir av tykkum – allir teir, ið ikki skulu halda vakt sabbatin – skulu halda vakt í húsi HARRANS hjá kongi.
8 Tit skulu fylkja tykkum um kong, hvør maður við vápnum í hond; og roynir onkur at treingja seg inn um røðini, skal hann verða dripin; tit skulu vera hjá kongi, táið hann fer út, og táið hann kemur inn.“
9 Høvuðsmenninir gjørdu á allan hátt, sum Jójada prestur segði við teir; teir tóku hvør menn sínar, bæði teir, ið tóku við vaktini sabbatin, og teir, ið ikki skuldu halda vakt sabbatin, og komu til Jójada prest.
10 Og presturin fekk høvuðsmonnunum spjótini og skjøldirnar, ið Dávid kongur hevði átt, og sum vóru í húsi HARRANS.
11 Lívvaktin tók støðu, hvør maður við vápnum í hond, rundan um kongin, frá sunnaru síðu húsins til norðaru síðu, yvir at altarinum og yvir ímóti húsinum.
12 Nú leiddi hann kongasonin út, setti krúnuna á hann og fekk honum vitnisburðin; teir gjørdu hann til kong og salvaðu hann, og teir klappaðu saman hendur og róptu: „Kongurin livi!“
3. The Death of Athaliah
11:13-16:1
13 Táið Atalja hoyrdi rópini frá lívvaktini og fólkinum, fór hon inn í hús HARRANS til fólkið.
14 Har sá hon kongin standa við súluna – sum siður var – og høvuðsmenninir og lúðurblásararnir stóðu hjá honum; øll mannamúgvan var glað og blásti í lúðrarnar. Tá skræddi Atalja klæði síni og rópti: „Samansvørjing! Samansvørjing!“
15 Men Jójada prestur gav høvuðsmonnunum, teimum, ið settir vóru yvir herin, hetta boð: „Leiðið hana út millum røðini, og kemur onkur aftan á henni, so høggið hann niður!“ Tí presturin hevði sagt: „Hon má ikki drepast í húsi HARRANS!“
16 Teir tóku hana tá; og táið hon um Rossaportur var komin inn í kongshøllina, drópu teir hana har.
ii. Jehoiada Restores the Worship of the LORD
11:17-21:1
17 Men Jójada gjørdi sáttmála millum HARRAN og kongin og fólkið um, at tey skuldu vera fólk HARRANS, og somuleiðis sáttmála millum kongin og fólkið.
18 Síðani fór øll mannamúgvan inn í hús Ba’als, og teir rivu tað niður; altar og myndir hansara soraðu teir í mjøl, og Mattan, prest Ba’als, drópu teir fyri altarunum. Síðani setti presturin menn at halda vakt við hús HARRANS.
19 So tók hann við sær høvuðsmenninar, Kararnar, lívvaktina og alla mannamúgvuna; og teir leiddu kongin oman úr húsi HARRANS og fóru um Lívvaktarportur inn í kongshøllina; hann settist so í kongahásætið.
20 Øll mannamúgvan var glað, og staðurin var kvirrur. Men Atalju høvdu teir høgt niður í kongshøllini.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul