Seinna Kongabók kap. 12
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
Joash Repairs the Temple
12:1-16:1
1
Sjeynda árið ið Jehu sat við stýrið, varð Jóas kongur, og 40 ár stýrdi hann í Jerusalem; móðir hansara æt Zibja og var úr Be’erseba.
2
Jóas gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, alla tíð sína so leingi sum Jójada prestur rættleiddi hann.
3
Tó vórðu offurheyggjarnir ikki tiknir burt; fólkið ofraði við sama lagi á heyggjunum og brendi roykilsi á teimum.
4
Jóas segði við prestarnar: „Øllum peningi, ið latin verður til hús HARRANS sum heilagar gávur, peninginum frá teimum, ið koma upp í manntalið,* loysipeninginum fyri persónar, eftir sum hvør fyri seg verður settur í virði,** og øllum peninginum, ið onkur sjálvkravdur letur til hús HARRANS,
5
skulu prestarnir taka við, hvør frá kunningum sínum, og nýta hann til at væla um templið, har sum tað er neyðugt – allastaðni har sum umvælingar tørva.“
6
Men triðja og tjúgunda árið ið Jóas sat við stýrið, høvdu prestarnir enn ikki vælt um brek tempulsins.
7
Tá sendi Jóas kongur boð eftir Jójada presti og hinum prestunum og segði við teir: „Hví væla tit ikki um templið, har sum tað er neyðugt? Nú mugu tit ikki longur taka við peningi frá kunningum tykkara, nei, tit skulu lata peningin frá tykkum til at væla um templið fyri, har sum tað er neyðugt.“
8
Prestarnir eftirlíkaðu sær nú – ikki at taka við peningi frá fólkinum og heldur ikki at hava nakað við at gera at væla um templið, har sum tað var neyðugt.
9
Tá tók Jójada prestur kistil, boraði hol í lok hansara og setti hann við altarið, høgrumegin, har sum gingið varð inn í hús HARRANS; í hann løgdu prestarnir, sum hildu vakt við dyrnar, allan peningin, ið latin varð til hús HARRANS.
10
Hvørja ferð teir sóu, at nógvur peningur var í kistlinum, komu skrivari kongsins og høvuðspresturin hagar, og teir ballaðu inn allan peningin, sum var í húsi HARRANS, og taldu hann.
11
Síðani lótu teir umsjónarmenn teirra, ið arbeiddu upp á hús HARRANS, fáa peningin, ið teir høvdu vigað; hesir nýttu hann til at gjalda træsmiðunum og byggingarmonnunum, ið arbeiddu upp á hús HARRANS,
12
somuleiðis múrarunum og steinhøggarunum, til at keypa við og høgdar steinar fyri – til at væla um hús HARRANS, har sum tað var neyðugt – og, skjótt at siga, til alt, ið var at gjalda fyri at fáa templið umvælt.
13
Men hvørki silvurføt, knívar, skálir, lúðrar ella nakað annað ílat av gulli ella silvuri til hús HARRANS varð gjørt fyri peningin, ið latin varð til hús HARRANS;
14
nei, hann varð latin til teirra, sum stóðu fyri arbeiðinum, og teir nýttu hann til at væla um hús HARRANS fyri.
15
Ikki varð hildin roknskapur við teir menn, ið fingu peningin undir hond til at gjalda teimum, ið gjørdu arbeiðið; nei, teir gjørdu tað upp á æru og trúgv.
16
Men skyldoffurpeningur og syndoffurpeningur varð ikki latin til hús HARRANS; hann áttu prestarnir.
iv.
The Death of Joash
12:17-20:1
17
Um hesa tíðina kom Hazael kongur í Áram, herjaði á Gat og tók tað; síðani ætlaði hann at halda á Jerusalem.
18
Tá tók Jóas kongur í Juda alt tað, ið fedrar hansara Jósafat, Jóram og Ahazja, judakongar, høvdu halgað HARRANUM, og tað, ið hann sjálvur hevði halgað, og alt gullið, sum var í skattkømurum hús HARRANS og kongshallarinnar, og sendi Hazael kongi í Áram tað. Tá helt hann av og læt Jerusalem vera í friði.
19
Tað, ið annars er at siga um Jóas, um alt tað, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda.
20
Men tænarar hansara reistu seg, fingu í lag samansvørjing og drópu Jóas í Millohúsi, sum gongur oman ímóti Silla.
v.
Amaziah Succeeds Joash
12:21
21
Tað vóru tænarar hansara Józakar, sonur Simeat, og Józabad, sonur Somer, ið drópu hann. Hann varð jarðaður hjá fedrum sínum í Dávidsstaði, og sonur hansara Amazja tók ríkið eftir hann.