Seinna Kongabók kap. 2

Uppsetan
b. Elijah Taken Up to Heaven
2:1-14:1
1 Táið nú HARRIN ætlaði at taka Elias upp til Himmals í stormi, fóru Elias og Elisa úr Gilgal.
2 Nú segði Elias við Elisa: „Steðga her, tí HARRIN hevur sent meg til Betel!“ Men Elisa svaraði: „So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir – eg skiljist ikki frá tær!“ Teir fóru so til Betel.
3 Tá komu profetalærisveinarnir, sum í Betel vóru, út til Elisa og søgdu við hann: „Veitst tú, at HARRIN í dag ætlar at taka harra tín burt yvir høvdinum á tær?“ Hann svaraði: „Ja, eg veit tað – tegið bara!“
4 Síðani segði Elias við hann: „Steðga her, Elisa, tí HARRIN hevur sent meg til Jeriko!“ Men hann svaraði: „So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir – eg skiljist ikki frá tær!“ Teir komu so til Jeriko.
5 Tá komu profetalærisveinarnir, sum í Jeriko vóru, til Elisa og søgdu við hann: „Veitst tú, at HARRIN í dag ætlar at taka harra tín burt yvir høvdinum á tær?“ Hann svaraði: „Ja, eg veit tað – tegið bara!“
6 So segði Elias við hann: „Steðga her, tí HARRIN hevur sent meg til Jordan!“ Men hann svaraði: „So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir – eg skiljist ikki frá tær!“ Teir fóru so báðir avstað.
7 Men 50 av profetalærisveinunum fóru avstað og stóðu beint yvir av teimum, langt burtur; og teir stóðu við Jordan báðir.
8 Elias tók nú kappa sín, ballaði hann saman og sló vatnið við honum; tá skiltist tað til báðar síður, og teir fóru yvirum á turrum.
9 Táið teir vóru yvirum komnir, segði Elias við Elisa: „Sig, hvat tú vilt hava meg at gera fyri teg, áðrenn eg verði tikin burt frá tær!“ Elisa svaraði: „Lat tvífaldan part av anda tínum falla á meg!“
10 Tá segði hann: „Ikki er tað smávegis, ið tú biður um! – Sært tú meg, táið eg verði tikin burt frá tær, so fært tú tað; annars fært tú tað ikki.“
11 Sum teir nú gingu og tosaðu saman, kom eldvagnur við eldhestum og skilti teir hvønn frá øðrum; og Elias fór upp til Himmals í storminum.
12 Táið Elisa sá hetta, rópti hann: „Faðir mín, faðir mín – vagnar og hestmenn Ísraels!“ Og hann sá hann ikki aftur. Tá treiv hann í klæði síni og skræddi tey sundur í helvt.
13 Síðani tók hann kappa Eliasar – sum dottin var av honum – vendi við og fór oman at áarbakkanum við Jordan.
14 Hann tók so kappa Eliasar – sum dottin var av honum – sló vatnið við honum og segði: „Hvar er HARRIN, Gud Eliasar!“ Táið hann hevði sligið vatnið, skiltist tað til báðar síður, og hann fór yvirum.
2. Elisha the Prophet
2:15-13:25
a. Elisha Succeeds Elijah
2:15-25:1
i. The Spirit of Elijah Rests on Elisha
2:15-18:1
15 Táið profetalærisveinarnir í Jeriko – sum stóðu beint yvir av honum – sóu hann gera hetta, søgdu teir: „Andi Eliasar hvílir á Elisa!“ Teir komu so ímóti honum og kastaðu seg til jarðar fyri honum.
16 Síðani søgdu teir við hann: „Her hjá tænarum tínum eru 50 raskir menn; lat teir fara avstað og leita eftir harra tínum! Kanska Andi HARRANS hevur tikið hann og kastað hann á okkurt fjall ella í onkun dal.“ Hann svaraði: „Tit skulu ikki senda teir avstað.“
17 Men við tað at teir hildu á at júka við hann, segði hann: „Sendið teir so avstað!“ Teir sendu nú hinar 50 menninar avstað, og teir leitaðu í tríggjar dagar, men funnu hann ikki.
18 So komu teir aftur til hansara – hann var enn í Jeriko – og hann segði við teir: „Segði eg ikki við tykkum, at tit skuldu ikki fara!“
ii. Elisha Heals the Waters of Jericho
2:19-22:1
19 Menninir í býnum søgdu nú við Elisa: „Býurin liggur væl fyri, sum harri mín sær; men vatnið er ringt, og tað voldir, at konurnar hitta reis.“
20 Tá segði hann: „Fáið mær nýggja skál, og latið salt í hana!“ Teir so gjørdu.
21 So fór hann út, hagar sum vatnið sprakk upp, kastaði salt niðurí har og segði: „So sigur HARRIN: Eg havi gjørt hetta vatn gott; av tí skal ikki hereftir koma deyði ella føðing fyri tíðina.“
22 Vatnið varð nú gott, og tað hevur tað verið til henda dag – eftir orðinum, ið Elisa hevði talað.
iii. Elisha Mocked
2:23-25:1
23 Haðani fór hann til Betel. Meðan hann var á leið hagar, komu nakrir smádreingir út úr býnum; teir hildu hann fyri spott og róptu eftir honum: „Kom higar, beriskalli! Kom higar, beriskalli!“
24 Hann vendi sær á, og táið hann fekk at síggja teir, bannaði hann teimum í navni HARRANS; tá komu tvær bjarnir út úr skóginum og skræddu sundur 42 av dreingjunum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul