Seinna Kongabók kap. 17

Uppsetan
k. Hoshea of Israel
17:1-41:1
i. Hoshea the Evil and Last King of Israel
17:1-2:1
1 Tólvta árið ið judakongur Akaz sat við stýrið, varð Hosea, sonur Ela, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann stýrdi 9 ár.
2 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS – tó ikki sum teir ísraelskongar, ið undan honum høvdu verið.
ii. Israel Exiled to Assyria
17:3-23:1
3 Móti honum kom Salmanassar, kongurin í Assýria, og Hosea noyddist at geva seg undir hann og lata skatt til hansara.
4 Men táið kongurin í Assýria kom eftir, at Hosea hevði spunnið í samansvørjing móti honum, við tað at hann hevði sent boð til So kong í Egyptalandi og læt ikki longur skatt til kongin í Assýria, sum hann áður hevði gjørt ár undan ári, setti kongurin í Assýria hann fastan og helt hann í fangahúsi.
5 Kongurin í Assýria herjaði alt landið; og hann fór til Samaria og helt hann kringsettan í trý ár.
6 Níggjunda árið ið Hosea sat við stýrið, tók kongurin í Assýria Samaria, flutti Ísrael burtur til Assýria og læt tey búsetast í Hala, við Habor, ánna í Gozan, og í býum Media.
7 Soleiðis gekst, aftur fyri at Ísraelsmenn høvdu syndað móti HARRANUM Gudi sínum, sum hevði leitt tey út av Egyptalandi og fríað tey úr hondum Faraos kongs í Egyptalandi, og aftur fyri at tey høvdu óttast aðrar gudar
8 og fylgt siðum heidningafólkanna, ið HARRIN hevði rikið burt fyri Ísraelsmonnum, og siðunum, ið ísraelskongar vóru komnir við.
9 Ísraelsmenn fjaldu burt HARRAN Gud sín við orðum, ið ikki vóru bein; teir bygdu sær offurheyggjar í øllum býum sínum líka frá vaktaratornunum* til hinar víggirdu staðir;
10 teir reistu sær minnissteinar og Asjerur á hvørjari høgari hædd og undir hvørjum grønum træi,
11 og teir brendu roykilsi har á øllum hæddunum – eins og fólkini, ið HARRIN hevði rikið burtur fyri teimum – og teir gjørdu tað, ið ónt var, so teir vaktu vreiði HARRANS;
12 teir dýrkaðu avgudarnar, ið HARRIN hevði sagt við teir um: „Slíkt mugu tit ikki gera!“
13 HARRIN vitnaði fyri Ísrael og fyri Juda við øllum profetum Sínum, øllum síggjarunum, og segði: „Vendið aftur av óndu leiðum tykkara, og haldið boð Míni og fyriskipanir Mínar eftir allari lógini, ið Eg gav fedrum tykkara, og sum Eg sendi tykkum við tænarum Mínum, profetunum!“
14 Men tey lurtaðu ikki eftir; tey vóru líka harðvunnin sum fedrar teirra, ið ikki trúðu á HARRAN Gud sín;
15 tey vanvirdu boð Hansara og sáttmálan, ið Hann hevði gjørt við fedrar teirra, og vitnisburðirnar, ið Hann hevði givið teimum, og fylgdu eftir hinum tómu avgudum, vórðu dárar og gjørdu, sum fólkini gjørdu, ið rundan um tey búðu, tóat HARRIN hevði forboðið teimum at gera sum tey.
16 Tey blakaðu øll boð HARRANS Guds síns frá sær og gjørdu sær stoyptar myndir, tveir kálvar; tey gjørdu sær eisini Asjerur, tilbóðu allan her himmalsins og dýrkaðu Ba’al.
17 Tey lótu synir og døtur sínar ganga gjøgnum eldin og fingust við spádóm og gand; tey seldu seg sjálv til at gera tað, sum ónt var í eygum HARRANS, so tey vaktu vreiði Hansara.
18 Tí gjørdist HARRIN stórliga vreiður við Ísrael, og Hann rak tey burt frá ásjón Síni; eingin varð eftir uttan bert ætt Juda.
19 Men heldur ikki Juda helt boð HARRANS Guds síns; nei, tey fylgdu siðunum, ið Ísrael var komið við.
20 Tí vrakaði HARRIN alla ætt Ísraels, eyðmýkti tey, gav tey í ránsmannahendur og kastaði tey til endan burtur frá ásjón Síni.
21 Tí táið Hann hevði slitið Ísrael frá húsi Dávids, og teir høvdu tikið Jeroboam, son Nebat, til kong, dró Jeroboam Ísrael burtur frá HARRANUM og villleiddi tey til stóra synd.
22 Og Ísraelsmenn livdu í øllum syndunum, sum Jeroboam hevði gjørt; teir viku ikki frá teimum,
23 so at endin varð, at HARRIN rak Ísrael burt frá ásjón Síni – soleiðis sum Hann hevði talað við øllum tænarum Sínum, profetunum. Og so varð Ísrael flutt burtur úr landi sínum til Assýria, og har hava tey verið til henda dag.
iii. Israel Resettled by Foreigners
17:24-41:1
24 Síðani læt kongurin í Assýria fólk koma úr Bábel, Kuta, Avva, Hamat og Sefarvajim og búsetast í býum Samaria í staðin fyri Ísraelsmenn; tey tóku Samaria í ogn og búsettust í býunum har.
25 Men ta fyrstu tíðina ið tey búðu har, óttaðust tey ikki HARRAN; tí sendi HARRIN leyvur ímillum teirra, sum drópu tey.
26 Kongurin í Assýria fekk tá boð um hetta: „Fólkini, ið tú flutti burtur og lætst búsetast í býum Samaria, vita ikki, hvussu Gudurin í landinum skal dýrkast; tí hevur Hann sent leyvur ímillum teirra, sum drepa tey, av tí at tey vita ikki, hvussu Gudurin í landinum skal dýrkast.“
27 Tá gav kongurin í Assýria hetta boð: „Latið ein av prestunum, ið tit hava flutt burtur haðani, fara hagar! Teir* skulu fara og búsetast har, so hann kann læra tey, hvussu Gudurin í landinum skal dýrkast.“
28 Ein av prestunum, ið teir høvdu flutt burt úr Samaria, kom nú og búsettist í Betel, og hann lærdi tey, hvussu tey skuldu óttast HARRAN.
29 Men hvørt fólk gjørdi sær gudamyndir sínar og setti tær í húsini á hæddunum, sum Samverjar høvdu gjørt – hvørt fólk í býi sínum, har sum tey búðu.
30 Fólkið úr Bábel gjørdi sær Sukkot-Benot; fólkið úr Kut gjørdi sær Nergal; fólkið úr Hamat gjørdi sær Asima;
31 Avvitar gjørdu sær Nibhaz og Tartak, og Sefarvitar brendu børn síni, Adrammelek og Anammelek, gudum Sefarvajims, til heiður.
32 Og so óttaðust tey HARRAN við – og gjørdu av sínum egnu monnum prestar við hæddirnar, sum ofraðu fyri tey í húsunum á hæddunum.
33 Tey óttaðust HARRAN – men dýrkaðu sínar egnu gudar við, á sama hátt sum fólkini, ið tey vóru flutt burtur frá.
34 Enn í dag fylgja tey gomlu siðum sínum: Tey óttast ikki* HARRAN og gera ikki eftir fyriskipanunum og reglunum, ið tey hava fingið, ella eftir lógini og boðunum, ið HARRIN hevði givið sonum Jákup, sum Hann gav navnið Ísrael.
35 – Tí HARRIN gjørdi sáttmála við teir og gav teimum hetta boð: „Tit skulu ikki óttast aðrar gudar, ikki tilbiðja teir, ikki dýrka teir og ikki ofra til teirra;
36 nei, HARRAN, sum við miklum mátti og við útrættum armi leiddi tykkum út av Egyptalandi, Hann skulu tit óttast, Hann skulu tit tilbiðja, og til Hansara skulu tit ofra!
37 Og fyriskipanirnar, reglurnar, lógina og boðini, ið Hann læt skriva tykkum, skulu tit leggja tykkum eina við at halda allar dagar! Tit mugu ikki óttast aðrar gudar.
38 Sáttmálan, ið Eg havi gjørt við tykkum, mugu tit ikki gloyma – og tit mugu ikki óttast aðrar gudar;
39 nei, HARRAN Gud tykkara skulu tit óttast, og Hann skal frelsa tykkum úr hondum alra fígginda tykkara!“ –
41 – So óttaðust tá hesi fólk HARRAN, men dýrkaðu samstundis hinar útskornu myndir sínar; og børn og barnabørn teirra hava líka til henda dag gjørt, sum fedrar teirra gjørdu.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul