Seinna Kongabók kap. 18
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
4.
Jerusalem’s Demise and the Babylonian Exile
18:1-25:30
a.
Hezekiah of Judah
18:1-20:21
i.
Hezekiah Destroys Idolatry in Judah
18:1-8:1
1
Triðja árið ið ísraelskongur Hosea, sonur Ela, sat við stýrið, varð Ezekias, sonur judakong Akaz, kongur.
2
Hann var 25 ár, táið hann gjørdist kongur, og 29 ár stýrdi hann í Jerusalem; móðir hansara æt Abi og var dóttir Zakarja.
3
Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, á allan hátt sum faðir hansara Dávid hevði gjørt.
4
Hann fekk offurheyggjarnar burtur, breyt sundur minnissteinarnar og høgdi sundur Asjeruna; koparormin, ið Móses hevði gjørt, muldi hann í mjøl; tí líka til tá høvdu Ísraelsmenn brent roykilsi fyri honum – teir róptu hann Nehustan.
5
Hann leit á HARRAN Gud Ísraels, so at líki hansara var ikki eftir hann millum allar judakongar, ei heldur millum teirra, ið undan honum høvdu verið.
6
Hann helt seg til HARRAN og veik ikki frá Honum, og hann helt boð Hansara, tey, ið HARRIN hevði givið Mósesi.
7
Og HARRIN var við honum; í øllum, sum hann tók sær fyri, bar hann seg vísiliga at. Hann reiv seg leysan undan konginum í Assýria og vildi ikki standa undir honum.
8
Hann vann sigur á Filistarum og tók land teirra líka til Gaza og landið har rundanum – líka frá vaktaratornunum til hinar víggirdu staðir.
ii.
Sennacherib King of Assyria Threatens Jerusalem
18:9-19:37
9
Fjórða árið ið Ezekias kongur sat við stýrið – tað var sjeynda árið, ið Hosea ísraelskongur, sonur Ela, sat við stýrið – fór Salmanassar kongur í Assýria móti Samaria og kringsetti tað.
10
Táið trý ár vóru gingin, tóku teir tað; tað var sætta árið, ið Ezekias sat við stýrið – níggjunda árið ið Hosea ísraelskongur sat við stýrið – at Samaria varð tikið.
11
Og kongurin í Assýria flutti Ísrael burtur til Assýria og læt tey búsetast í Hala, við Habor, ánna í Gozan, og í býum Media
12
– aftur fyri at tey høvdu ikki lurtað eftir HARRANUM Gudi sínum, men brotið sáttmála Hansara, alt tað, ið tænari HARRANS Móses hevði givið boð um; tey vildu hvørki lurta eftir ella gera tað.
2.
Assyria Invades Judah
18:13-16:1
13
Fjúrtanda árið ið Ezekias kongur sat við stýrið, fór Sankerib, kongurin í Assýria, móti øllum hinum víggirdu býum Juda og tók teir.
14
Tá sendi judakongur Ezekias boð til Lakis til kongin í Assýria og læt siga: „Eg havi syndað; far burtur frá mær aftur! Tað, ið tú leggur á meg, skal eg gera.“ Kongurin í Assýria legði so á judakong Ezekias at lata 300 talentir av silvuri og 30 talentir av gulli.
15
Ezekias læt tá alt silvurið, sum var í húsi HARRANS og í skattkømurum kongshallarinnar.
16
Tá læt Ezekias bróta gullið av durunum í templi HARRANS og av durastøvunum, sum judakongur Ezekias hevði klætt við gulli, og læt tað til kongin í Assýria.
3.
Assyria Sieges Jerusalem
18:17-37:1
17
Men kongurin í Assýria sendi Tartan, Rabsaris og Rabsake við stórum heri úr Lakis móti Ezekiasi kongi í Jerusalem. Teir fóru tá avstað og komu til Jerusalem, og táið teir vóru komnir hagar, gjørdu teir steðg við vatnveitingina úr Ovaru Tjørn, við vegin út á Bleikivøll.
18
Og teir róptu eftir konginum. Tá fór Eljakim hallarstjóri, sonur Hilkia, út til teirra saman við Sebna ríkisskrivara og Jóa, syni Asaf, søguskrivaranum.
19
Rabsake segði við teir: „Sigið við Ezekias: „So sigur hin stóri kongurin, kongurin í Assýria: Hvat er hetta fyri trygd, ið á teg er komin?
20
Tú manst halda, at púrt og bert orð er tað sama sum ráð og styrki til hernað! Og hvønn er tað so, tú lítur á, síðani tú hevur sett teg upp móti mær?
21
Jú, tú lítur á Egyptaland, handa brotna rørstavin, ið rennir seg inn í hond hansara, sum styðjar seg á hann – soleiðis er Farao kongur í Egyptalandi øllum teimum, ið á hann líta.
22
Ella tit siga kanska við meg: „Tað er HARRAN Gud okkara, vit líta á!“ – Men eru tað ikki offurheyggjar og altar Hansara, ið Ezekias hevur tikið burtur, táið hann segði við Juda og Jerusalem: „Framman fyri hetta altarið skulu tit tilbiðja, her í Jerusalem“?“
23
Men kom nú og vedda við harra mín, kongin í Assýria! Eg skal lata teg fáa 2000 hestar, um tú kanst koma við monnum at ríða á teimum!
24
Hvussu hugsar tú tá at kunna reka aftur so mikið sum ein høvuðsmann, ein hin minsta tænara harra míns! Tí lítur tú á Egyptaland og vónar at fáa vagnar og hestmenn haðani.
25
Heldur tú nú, at eg eri farin móti hesum landi at oyða tað, uttan at HARRIN hevur viljað tað? Nei, tað var HARRIN sjálvur, sum segði við meg: „Far móti hasum landi og oyð tað!““
26
Tá søgdu Eljakim, sonur Hilkia, og Sebna og Jóa við Rabsake: „Tosa kortini árameiskt við tænarar tínar, tí vit skilja tað málið, og tosa ikki judeiskt við okkum, meðan menninir á múrinum hoyra!“
27
Men Rabsake svaraði: „Er tað við harra tín og teg, ið harri mín hevur sent meg at tala hesi orð! Er tað ikki við menninar, ið sita á múrinum, og sum saman við tykkum koma at noyðast at eta sítt egna skarn og drekka sítt egna land!“
28
Rabsake steig nú fram og rópti hart á judeiskum máli: „Hoyrið tað, ið hin stóri kongurin, kongurin í Assýria, talar!
29
So sigur kongur: „Latið ikki Ezekias narra tykkum!“ – Tí hann er ikki mentur at frelsa tykkum av hondum hansara. –
30
Og latið ikki Ezekias fáa tykkum at seta lít tykkara til HARRAN, táið hann sigur: „HARRIN skal vissuliga frelsa okkum, og hesin býur skal ikki verða givin í hendur kongsins í Assýria!“
31
Lurtið ikki eftir Ezekiasi! Tí so sigur kongurin í Assýria: „Gerið frið við meg og gevið tykkum upp til mín! So skal ein og hvør tykkara sleppa at eta av víntræi og fikutræi sínum og drekka vatnið úr brunni sínum
32
– inntil eg komi og taki tykkum við til land, ið líkist landi tykkara, land við korni og vínberjaløgi, land við breyði og víngørðum, land við oljutrøum og hunangi, so tit kunnu liva og ikki doyggja. – Lurtið ikki eftir Ezekiasi, táið hann roynir at villleiða tykkum og sigur: „HARRIN skal frelsa okkum!“
33
Man nakar av gudum fólkanna hava verið mentur at frelsa land sítt undan hond kongsins í Assýria!
34
Hvar eru gudar Hamats og Arpads! Hvar eru gudar Sefarvajims, Hena og Ivva! Mundu gudar Samaria frelsa tað undan hond míni!
35
Hvør av øllum gudum landanna hevur frelst land sítt undan hond míni! Skuldi tá HARRIN kunnað frelst Jerusalem undan hond míni!““
36
Men fólkið tagdi og svaraði honum ikki orð; tí kongurin hevði givið hetta boð: „Tit mugu ikki svara honum!“
37
So fóru Eljakim hallarstjóri, sonur Hilkia, Sebna ríkisskrivari og Jóa, sonur Asaf, søguskrivarin, við sundurskræddum klæðum til Ezekias og bóru honum boð um tað, ið Rabsake hevði sagt.