Matteus kap. 3

Uppsetan
b. The Start of Jesus’ Public Ministry
3:1-4:25
i. The Mission of John the Baptist
3:1-12:1
1 Á teimum døgum steig Jóhannes doypari fram og prædikaði í oyðimørk Judea og segði:
3 Hann er tann, ið Esaias profetur talar um, táið hann sigur: „Rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: „Gerið Harranum vegin til reiðar, javnið gøtur Hansara!““
4 Hesin Jóhannes hevði klæði av kamelull og leðurbelti um lendarnar; føði hansara var grashoppur og villur hunangur.
7 Men táið hann sá nógvar Farisearar og Saddukearar koma til dóp sín, segði hann við teir: „Ormaavkom! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan vreiðini, ið kemur?
9 Og hugsið ikki, at tit kunnu siga við tykkum sjálvum: „Vit hava jú Ábraham til faðir!“ Tí eg sigi tykkum, at Gud er mentur at vekja Ábrahami upp børn av hesum steinum.
10 Øksin liggur longu við rót træanna; tí verður hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, høgt niður og kastað í eldin.
11 Eg doypi tykkum í vatni til umvending; men Hann, ið kemur eftir meg, er sterkari enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bera skógvarnar hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi.
12 Kastiskuplu Sína hevur Hann í hondini, og Hann skal gjølla reinsa gólv Sítt og savna hveiti Sína inn í løðuna; men dumbuna skal Hann brenna í ósløkkjandi eldi.“
ii. The Baptism of Jesus
3:13-17:1
14 Men Jóhannes sýtti Honum tað og segði: „Mær tørvar at verða doyptur av Tær, og Tú kemur til mín!“
15 Tá svaraði Jesus honum: „Lat tað nú verða gjørt! Tí soleiðis sømir okkum at fullkoma alla rættvísi.“ Tá læt hann tað verða gjørt.
16 Táið nú Jesus var doyptur, kom Hann við tað sama upp úr vatninum, og Himmalin opnaðist fyri Honum, og hann sá Anda Guds dala niður sum dúvu og koma yvir Hann.
17 Og rødd kom av Himli, sum segði: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul