Matteus kap. 26

Uppsetan
b. Jesus’ Passover
26:1-27:66
i. Two Days Before the Passover
26:1-19:1
1. The Plot to Kill Jesus
26:1-5:1
2 „Tit vita, at um tveir dagar eru páskirnar; tá verður Menniskjasonurin givin upp at verða krossfestur.“
3 Tá komu høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins saman hjá høvuðsprestinum – sum æt Kaifas – í garði hansara.
2. Jesus anointed at Bethany
26:6-13:1
7 kom kvinna til Hansara, sum hevði alabasturkrukku við ógvuliga dýrari salvu; hana helti hon út yvir høvd Hansara, meðan Hann sat til borðs.
8 Táið lærisveinarnir sóu hetta, vórðu teir illir og søgdu: „Hvat skal henda burturspilling til!
10 Men táið Jesus varð varur við tað, segði Hann við teir: „Hví gera tit tykkum inn á kvinnuna? Hon hevur jú gjørt Mær góða gerð.
12 Táið hon helti hesa salvu yvir likam Mítt, gjørdi hon Meg til reiðar til jarðarferð Mína.
13 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Allastaðni um allan heimin har hetta evangelium verður prædikað, skal eisini tað, sum hon hevur gjørt, verða umtalað til minni um hana.“
3. Judas Agrees to Betray Jesus
26:14-16:1
15 og segði: „Hvat vilja tit lata meg fáa fyri at geva Hann í vald tykkara?“ Tá góvu teir honum 30 seklar.
4. Preparing the Passover
26:17-19:1
17 Men fyrsta dagin í høgtíð hinna ósúrgaðu breyða komu lærisveinarnir til Jesus og søgdu: „Hvar vilt Tú, at vit skulu gera Tær til reiðar at eta páskalambið?“
18 Hann svaraði: „Farið inn í staðin til tann og tann mann og sigið við hann: „Meistarin sigur: Tími Mín er nær; hjá tær skal Eg halda páskir við lærisveinum Mínum.““
ii. The Last Supper
26:20-30:1
1. Judas the Betrayer
26:20-25:1
21 Meðan teir ótu, segði Hann: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara fer at svíkja Meg!“
22 Tá vórðu teir ógvuliga tungir og byrjaðu at siga við Hann, hvør eftir annan: „Tað er tó ikki eg, Harri?“
24 Menniskjasonurin fer víst burtur, sum skrivað er um Hann, men vei tí menniskja, sum Menniskjasonurin verður svikin við! Tað hevði verið tí menniskja gott, um tað aldri var føtt.“
25 Judas – sum sveik Hann – tók tá til orða og segði: „Tað er tó ikki eg, Rabbi?“ Hann svaraði honum: „Tú hevur sjálvur sagt tað!“
2. The Bread and Cup After Supper
26:26-30:1
26 Meðan teir nú ótu, tók Jesus breyð, signaði og breyt tað, gav lærisveinunum tað og segði: „Takið, etið! Hetta er likam Mítt.“
28 Tí hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong til syndafyrigeving.
29 Og Eg sigi tykkum, at frá hesi stund skal Eg ikki aftur drekka av hesum ávøksti víntræsins, inntil tann dag Eg drekki hann nýggjan við tykkum í ríki Faðirs Míns.“
iii. On the Mount of Olives
26:31-56:1
1. Jesus Predicts Peter’s Denial
26:31-35:1
31 Tá segði Jesus við teir: „Hesa nátt verði Eg tykkum øllum til fall; tí skrivað er: „Eg skal sláa hirðan, og seyður fylgisins skal spjaðast sundur.“
33 Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: „Um Tú so verður øllum til fall, skal eg tó aldri koma í fall!“
34 Jesus svaraði honum: „Sanniliga, sigi Eg tær: Hesa nátt, áðrenn hanin gelur, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg.“
35 Pætur segði við Hann: „Um eg so skal doyggja við Tær, skal eg ikki avnokta Teg!“ Sama søgdu eisini allir lærisveinarnir.
2. Jesus Prays at Gethsemane
26:36-46:1
36 Jesus kom tá við teimum til stað, sum æt Getsemane; og Hann segði við lærisveinarnar: „Setið tykkum her, meðan Eg fari haryvir og biði!“
37 Hann tók við Sær Pætur og báðar synir Zebedeus; og Hann gjørdist tungur, og svár angist kom á Hann.
38 Tá segði Hann við teir: „Sál Mín er ógvuliga sorgarbundin, heilt til deyða; verið her og vakið við Mær!“
39 So fór Hann eitt sindur longur, fall á andlit Sítt, bað og segði: „Faðir Mín! Er tað møguligt, so lat henda kalik fara frá Mær! Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!“
40 Hann kom tá aftur til lærisveinarnar og fann teir sovandi, og Hann segði við Pætur: „So tit vóru ikki mentir at vakja við Mær ein tíma!
41 Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt!“
42 Aftur fór Hann burtur, aðru ferð, og bað: „Faðir Mín! Kann hesin kalikur ikki fara frá Mær – má Eg drekka hann – so verði vilji Tín!“
45 So kom Hann til lærisveinarnar og segði við teir: „Tit sova við sama lagi og hvíla tykkum! Ja, nú er tímin nær, táið Menniskjasonurin skal verða givin upp í hendur syndara!
3. The Betrayal of Jesus
26:47-56:1
47 Meðan Hann enn talaði, kom Judas, ein av hinum tólv, og við honum stórur flokkur við svørðum og gøssum, frá høvuðsprestunum og hinum elstu fólksins.
48 Hann, ið sveik Hann, hevði givið teimum tekin og sagt: „Tann, ið eg kyssi, Hann er tað – takið Hann!“
49 Hann kom nú við tað sama yvir til Jesus og segði: „Heilur, Rabbi!“ og kysti Hann.
50 Jesus segði við hann: „Vinur, hví ert tú komin higar?“ Tá stigu teir fram, løgdu hendur á Jesus og tóku Hann.
51 Men ein teirra, sum við Jesusi vóru, rætti út hondina, dró svørð sítt og høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði oyrað av honum.
52 Tá segði Jesus við hann: „Stikk svørð títt aftur, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði.
53 Ella heldur tú, Eg kundi ikki biðið Faðir Mín, og Hann nú hevði sent Mær meir enn tólv legiónir av einglum!
55 Í somu stund segði Jesus við fólkahópin: „Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum, at taka Meg! Eg havi dagliga sitið í templinum og lært, og tit tóku Meg ikki.
56 Men alt hetta hevur hent, fyri at skriftir profetanna skuldu ganga út.“ Tá rýmdu allir lærisveinarnir frá Honum og flýddu.
iv. One Long Night
26:57-27:31
1. Jesus before the Sanhedrin
26:57-68:1
57 Teir, ið høvdu tikið Jesus, fóru nú við Honum til Kaifas høvuðsprest; har vóru hinir skriftlærdu og elstu samankomnir.
58 Men Pætur fylgdi Honum langt aftaná líka til garð høvuðsprestsins; og hann fór inn og setti seg hjá tænarunum fyri at síggja, hvat endin mundi fara at verða.
59 Høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu tá at fáa rangan vitnisburð móti Jesusi, so teir kundu taka Hann av døgum;
60 men teir funnu einki, tóat mong lygivitni stigu fram. Til endan stigu so tveir fram og søgdu:
61 „Hesin hevur sagt: „Eg kann bróta niður tempul Guds og byggja tað upp aftur eftir trimum døgum.““
62 Tá reistist høvuðspresturin og segði við Hann: „Svarar Tú einki til tað, ið hesir vitna móti Tær?“
63 Men Jesus tagdi. So tók høvuðspresturin til orða og segði við Hann: „Eg taki Teg í eið um hin livandi Gud, at Tú sigur okkum, um Tú ert Kristus, Sonur Guds!“
64 Jesus svaraði honum: „Tú hevur sagt tað. Tó, Eg sigi tykkum: Hereftir skulu tit síggja Menniskjasonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma á skýggjum himmalsins.“
65 Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: „Hann hevur spottað Gud! Hvat nýtist okkum longur vitni! Nú hava tit hoyrt spottanina!
67 Tá spýttu teir í andlit Hansara og góvu Honum nevasløg; aðrir góvu Honum stavsløg
2. Peter Denies Jesus
26:69-75:1
69 Men Pætur sat uttanfyri í garðinum. Tá kom ein arbeiðskona yvir til hansara og segði: „Eisini tú vart við Jesusi úr Galilea!“
70 Men hann noktaði tað, so øll hoyrdu, og segði: „Eg skilji ikki, hvat tú sigur!“
71 Hann fór nú út í portrið; har sá ein onnur genta hann og segði við tey, sum vóru har: „Hesin var við Jesusi úr Nazaret!“
73 Eina løtu eftir komu teir, sum stóðu har, yvir og søgdu við Pætur: „So sanniliga ert tú eisini ein av teimum! Málið, ið tú tosar, sigur frá!“
74 Tá fór hann at banna sær og svørja: „Eg kenni ikki tann mann!“ Og í tí sama gól hanin.
75 Tá kom Pæturi orð Jesusar í hug, at Hann hevði sagt: „Áðrenn hanin gelur, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg.“ Og hann fór út og græt beiskliga.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul