Matteus kap. 21
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
ii.
The King of the Community
21:1-22:1
1.
The Triumphal Entry
21:1-11:1
1
Táið teir nú nærkaðust Jerusalem og komu til Betfage við Oljufjallið, sendi Jesus tveir lærisveinar avstað og segði við teir:
2
„Farið inn í bygdina, sum beint framman fyri tykkum er! Har skulu tit við tað sama finna ásin bundið og fyl hjá tí; loysið tey og leiðið tey til Mín!
3
Sigur onkur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at Harranum tørvar tey; so skal hann við tað sama lata tey.“
4
– Hetta hendi, fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við profetinum, ið sigur:
5
„Sigið við dóttur Zion: „Hygg, kongur tín kemur til tín, spakførur og ríðandi á ásni, á fyli trældýrsins!““
6
Lærisveinarnir fóru so avstað og gjørdu, sum Jesus hevði sagt við teir;
7
teir fóru eftir ásninum og fylinum og løgdu klæði síni á tey, og Hann setti Seg oman á tey.
8
Og fjøldin av fólkinum breiddi klæði síni á vegin; onnur skóru greinar av trøunum og stroyddu tær á vegin.
9
Fólkið, sum gekk undan og aftaná, rópti: „Hosianna, sonur Dávids! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans! Hosianna á hæddini!“
10
Táið Hann nú kom inn í Jerusalem, kom røringur í allan staðin, og tey søgdu: „Hvør er hesin?“
11
Fólkið segði: „Hetta er Jesus, profeturin úr Nazaret í Galilea.“
2.
Jesus Cleanses the Temple
21:12-17:1
12
Jesus fór nú inn í tempul Guds og rak út allar, sum seldu og keyptu í templinum; borð teirra, ið vekslaðu pening, og stólar teirra, ið seldu dúvur, koyrdi Hann umkoll.
13
Og Hann segði við teir: „Skrivað er: „Hús Mítt skal kallast bønhús.“ Men tit gera tað til ránsmannabøli!“
14
Blind og lamin komu til Hansara í templinum, og Hann grøddi tey.
15
Táið høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu sóu undurverkini, ið Hann gjørdi, og børnini, sum róptu í templinum: „Hosianna, sonur Dávids!“ vórðu teir illir og søgdu við Hann:
16
„Hoyrir Tú, hvat hesi siga!“ Tá svaraði Jesus teimum: „Ja, hava tit aldri lisið hetta: „Av munni barna og bróstabarna hevur Tú fullkomið Tær lovsong“?“
17
So fór Hann frá teimum og fór út um staðin, til Betania, og gisti har ta náttina.
3.
The Barren Fig Tree
21:18-22:1
18
Táið Hann nú um morgunin fór innaftur í staðin, varð Hann svangur.
19
Hann sá tá fikutræ við vegin og fór yvir til tað, men fann einki á tí uttan bert bløð. Tá segði Hann við tað: „Aldri í allar ævir skal ávøkstur vaksa á tær aftur!“ Og fikutræið følnaði við tað sama.
20
Táið lærisveinarnir sóu hetta, undraðust teir og søgdu: „Hvussu kundi fikutræið við tað sama følna?“
21
Jesus svaraði teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv og ivast ikki, skulu tit ikki bert kunna gera hetta við fikutræið; nei, um tit so siga við hetta fjall: „Lyft teg upp og kasta teg í havið!“ skal so verða.
22
Og alt, sum tit biðja um við trúgv í bøn tykkara, skulu tit fáa.“
iii.
The King Examined for Blemish
21:23-23:39
1.
The Chief Priests and Elders Question
21:23-22:14
a.
Jesus’ Authority Challenged
21:23-27:1
23
Táið Hann so var komin inn í templið, komu høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins til Hansara, meðan Hann lærdi har, og søgdu: „Við hvørjum myndugleika gert Tú hetta, og hvør hevur givið Tær henda myndugleika?“
24
Jesus svaraði teimum: „Eisini Eg skal spyrja tykkum um eitt; siga tit Mær tað, skal eisini Eg siga tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta.
25
Dópur Jóhannesar, hvaðani var hann, av Himli ella frá menniskjum?“ Tá hugsaðu teir við sær sjálvum og søgdu: „Siga vit: „Av Himli,“ so sigur Hann við okkum: „Hví trúðu tit honum tá ikki?“
26
Men siga vit: „Frá menniskjum,“ so óttast vit fyri fólkinum, tí tey halda øll, at Jóhannes var profetur.“
27
Teir svaraðu so Jesusi: „Vit vita ikki.“ Tá segði Hann við teir: „So sigi heldur ikki Eg tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta.
b.
The Parable of the Two Sons
21:28-32:1
28
Men hvat tykist tykkum? Maður hevði tveir synir; hann fór til annan og segði: „Sonurin, far og arbeið í dag í víngarði mínum!“
29
Hann svaraði: „Nei, eg vil ikki!“ Men eftirsíðani angraði hann tað og fór.
30
So fór hann til hin og segði tað sama. Hann svaraði: „Ja, harri!“ – men fór ikki.
31
Hvør av teimum báðum gjørdi nú vilja faðirsins?“ Teir svaraðu: „Hin fyrri.“ Jesus segði við teir: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tollarar og skøkjur fara fyrr inn í ríki Guds enn tit!
32
Tí Jóhannes kom til tykkara á rættvísivegi, og tit trúðu honum ikki; men tollarar og skøkjur trúðu honum; og tóat tit sóu hetta, angraðu tit tað kortini ikki aftaná, so tit trúðu honum.
c.
The Parable of the Wicked Tenants
21:33-46:1
33
Hoyrið annað líknilsi: Húsbóndi var, sum plantaði víngarð, gjørdi garð rundan um hann, gróv vínpersu í honum og bygdi torn; so leigaði hann víngarðsmonnum hann og fór burt í annað land.
34
Táið nú ávakstartíðin nærkaðist, sendi hann tænarar sínar til víngarðsmenninar at fáa ávøkst hansara.
35
Men víngarðsmenninir tóku tænarar hansara; ein bankaðu teir, ein drópu teir, og ein steinaðu teir.
36
Uppaftur sendi hann aðrar tænarar, fleiri enn hinar fyrru; men teir hagreiddu teir á sama hátt.
37
Til endan sendi hann son sín til teirra og segði: „Teir fara kortini at hava virðing fyri syni mínum!“
38
Men táið víngarðsmenninir sóu sonin, søgdu teir hvør við annan: „Hetta er arvingin; komið, latið okkum drepa hann, so fáa vit arv hansara!“
39
Og teir tóku hann, kastaðu hann út úr víngarðinum og drópu hann.
40
Táið nú víngarðsharrin kemur, hvat fer hann at gera við hesar víngarðsmenn?“
41
Teir svaraðu Honum: „Vanlukkuliga fer hann at gera enda á hesum illgerðarmonnum og leiga øðrum víngarðsmonnum víngarðin, sum geva honum ávøkstin í rættari tíð.“
42
Jesus segði við teir: „Hava tit aldri lisið í skriftunum: „Steinurin, ið vrakaður varð av teimum, sum bygdu, er vorðin hornsteinur; av Harranum er hetta gjørt, tað er undurfult í eygum okkara“?
43
Tí sigi Eg tykkum, at ríki Guds skal verða tikið frá tykkum og givið tjóð, ið ber ávøkst tess.
44
Tann, ið fellur á henda stein, skal bróta seg sundur; men tann, ið hann fellur á, skal hann sora.“
45
Táið høvuðsprestarnir og Fariseararnir hoyrdu líknilsi Hansara, skiltu teir, at Hann talaði um teir.
46
Og teir høvdu fegnir viljað lagt hond á Hann; men teir óttaðust fólkið; tí tey hildu Hann vera profet.