Matteus kap. 27

Uppsetan
3. Jesus Delivered to Pilate
27:1-2:1
1 Táið nú morgunin var komin, hildu allir høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins ráð móti Jesusi at drepa Hann.
2 Teir bundu Hann og fóru avstað við Honum og góvu Hann upp til Pontius Pilatus landshøvdinga.
4. Judas Hangs Himself
27:3-10:1
3 Táið nú Judas, sum svikið Hann hevði, sá, at Hann var dómfeldur, angraði hann tað; og hann kom aftur til høvuðsprestarnar og hinar elstu við hinum 30 seklunum og segði:
4 „Eg havi syndað, táið eg sveik sakleyst blóð.“ Men teir svaraðu: „Hvat kemur tað okkum við! Síggj tú til tað!“
5 Tá blakaði hann silvurpeningarnar inn í templið og fór avstað; og hann fór og hongdi seg.
6 Men høvuðsprestarnir tóku silvurpeningarnar og søgdu: „Ikki er lógligt at leggja teir í tempulkistuna, tí tað er blóðpeningur.“
7 Og eftir at teir høvdu hildið ráð, keyptu teir jørð leirkerasmiðsins fyri teir, fremmandum til grevstur.
9 Tá gekk tað út, sum talað er við Jeremiasi profeti, ið sigur: „Teir tóku hinar 30 silvurpeningarnar – virði hins metta, sum børn Ísraels lótu seta í virði –
5. Jesus before Pilate
27:11-26:1
a. Pilate Questions Jesus
27:11-14:1
11 Jesus stóð fyri landshøvdinganum. Landshøvdingin spurdi Hann: „Ert Tú kongur Jødanna?“ Jesus svaraði honum: „Tú sigur tað!“
12 Og til alt tað, sum høvuðsprestarnir og hinir elstu klagaðu Hann fyri, svaraði Hann einki.
13 Tá segði Pilatus við Hann: „Hoyrir Tú ikki, hvussu nógv teir vitna móti Tær?“
14 Men Hann svaraði honum ikki so mikið sum upp á eitt orð, so landshøvdingin undraðist stórliga.
b. The Crowd Chooses Barabbas
27:15-23:1
15 Nú var landshøvdingin vanur at geva fólkinum ein fanga leysan um høgtíðina, hvønn tey vildu.
17 Táið tey vóru samankomin, segði Pilatus tí við tey: „Hvønn vilja tit, eg skal geva tykkum leysan, Barabbas, ella Jesus, sum kallast Kristus?“
19 Men meðan hann sat á dómarastólinum, sendi kona hansara honum boð og læt siga: „Hav einki við henda rættvísa at gera! Tí eg havi í dag liðið nógv í dreymi fyri Hansara skuld.“
20 Men høvuðsprestarnir og hinir elstu yvirtalaðu fólkið at biðja um at fáa Barabbas leysan, men Jesus dripnan.
21 Landshøvdingin tók nú til orða og segði við tey: „Hvønn av teimum báðum vilja tit, eg skal geva tykkum leysan?“ Tey svaraðu: „Barabbas!“
22 Pilatus segði við tey: „Hvat skal eg tá gera við Jesus, sum verður kallaður Kristus?“ Tey svaraðu øll: „Lat Hann krossfesta!“
23 Landshøvdingin spurdi: „Hvat ilt hevur Hann tá gjørt?“ Men tey róptu enn harðari: „Lat Hann krossfesta!“
c. Pilate Washes His Hands
27:24-26:1
24 Táið Pilatus nú sá, at hann einki maktaði, men at gangurin bert tók til, tók hann vatn og vaskaði sær um hendurnar fyri eygum fólksins og segði: „Eg eri sakleysur í blóðinum av hesum rættvísa – síggið tit til tað!“
26 Tá gav hann teimum Barabbas leysan; men Jesus læt hann húðfleingja og gav Hann upp at verða krossfestan.
6. The Soldiers Mock Jesus
27:27-31:1
27 Tá tóku hermenn landshøvdingans Jesus við sær inn í borgina og savnaðu alla vaktina rundan um Hann.
29 Teir flættaðu krúnu av tornum og settu hana á høvd Hansara og góvu Honum rørstav í høgru hond. So fullu teir á knæ fyri Honum, háðaðu Hann og søgdu: „Heilur, Jødakongurin!“
31 Táið teir høvdu háðað Hann, lótu teir Hann úr aftur kappanum, lótu Hann í Hansara egnu klæði og fóru avstað við Honum at krossfesta Hann.
v. The Crucifixion
27:32-56:1
32 Á vegnum út hagar hittu teir mann úr Kýrene, sum æt Símun; hann noyddu teir at bera kross Hansara.
34 góvu teir Honum vín at drekka, blandað við gall; men táið Hann hevði smakkað á tað, vildi Hann ikki drekka.
37 Uppi yvir høvdi Hansara settu teir tað, sum Hann var klagaður fyri; har stóð: „Hetta er Jesus, kongur Jødanna.“
38 Tveir ránsmenn vórðu nú krossfestir saman við Honum, annar høgrumegin og annar vinstrumegin.
40 „Tú, sum brýtur niður templið og byggir tað upp aftur eftir trimum døgum – frels Teg sjálvan! Ert Tú Sonur Guds, so kom niður av krossinum!“
41 Á sama hátt háðaðu høvuðsprestarnir Hann, og eisini hinir skriftlærdu og elstu, og søgdu:
42 „Onnur hevur Hann frelst; Seg sjálvan kann Hann ikki frelsa! Hann er jú kongur Ísraels! Lat Hann nú koma niður av krossinum, so skulu vit trúgva á Hann!
43 Hann leit á Gud! Hann frelsi Hann nú, um Hann leggur nakað í Hann! Hann hevur jú sagt: „Eg eri Sonur Guds.““
44 Á sama hátt háðaðu eisini ránsmenninir Hann, teir, sum krossfestir vóru við Honum.
45 Um sætta tíman kom myrkur yvir alt landið, og tað vardi líka til níggjunda tíman.
46 Um níggjunda tíman rópti Jesus við harðari rødd: „Eli, Eli! Lama sabaktani?“ – Tað er: „Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?“
47 Nakrir av teimum, ið stóðu har, søgdu, táið teir hoyrdu hetta: „Hann rópar eftir Eliasi!“
48 Og ein teirra leyp við tað sama til, tók svamp, fylti hann við ediki, setti hann á rørstav og gav Honum at drekka.
51 Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, frá í erva líka niður ígjøgnum; jørðin skalv, og klettarnir klovnaðu;
52 gravirnar opnaðust, og likamini av mongum av hinum heilagu, ið sovnað vóru burtur, risu upp;
53 tey gingu út úr grøvunum eftir uppreisn Hansara og komu inn í hin heilaga stað og vístu seg fyri mongum.
54 Men táið høvuðsmaðurin og teir, ið við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu jarðskjálvtan og tað, sum hendi, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: „Sanniliga, hesin var Sonur Guds!“
55 Nógvar kvinnur stóðu har nakað burturfrá og hugdu at; tær høvdu fylgt Jesusi úr Galilea og tænt Honum.
56 Millum teirra var Maria Magdalena, Maria, móðir Jákup og Jóses, og móðir Zebedeussynirnar.
vi. The Burial of Jesus
27:57-61:1
57 Men táið kvøldið var komið, kom ríkur maður úr Arimatea, sum æt Jósef, og sum eisini var vorðin lærisveinur Jesusar.
58 Hann fór til Pilatus og bað um likam Jesusar. Tá beyð Pilatus, at tað skuldi verða honum givið.
60 og legði tað í nýggju grøv sína, sum hann hevði latið høgga inn í klettin, velti stóran stein fyri gravarmunnan og fór avstað.
vii. The Guards at the Tomb
27:62-66:1
62 Dagin eftir – dagin eftir tilreiðingardagin – savnaðust høvuðsprestarnir og Fariseararnir hjá Pilatusi
63 og søgdu: „Harri! Okkum kemur í hug, at hasin villleiðari segði, meðan Hann enn livdi: „Eftir tríggjar dagar rísi Eg upp!“
64 Gev tí boð um, at væl skal haldast vakt yvir grøvini til triðja dagin, so lærisveinar Hansara koma ikki og stjala Hann og siga so fyri fólki, at Hann er risin upp frá hinum deyðu – og so seinna villleiðingin verður verri enn fyrra!“
65 Pilatus svaraði teimum: „Har hava tit vakt! Farið avstað og haldið vakt yvir grøvini, sum best tit kunnu!“
66 So fóru teir avstað og hildu væl vakt yvir grøvini við vaktini, eftir at teir høvdu innsiglað steinin.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul