Matteus kap. 1

Uppsetan
1. Introduction
1:1-4:25
a. The Birth of Jesus
1:1-2:23
i. The Genealogy of Jesus
1:1-17:1
11 Josias átti Jekonja og brøður hansara, um ta tíðina táið herleiðingin til Bábylon fór fram.
16 Jákup átti Jósef, mann Mariu; av henni varð Jesus føddur, Hann, sum kallast Kristus.
17 Soleiðis eru øll ættarliðini frá Ábrahami til Dávid fjúrtan lið; frá Dávidi til herleiðingina til Bábylon fjúrtan lið; frá herleiðingini til Bábylon til Kristus fjúrtan lið.
ii. The Birth of Jesus
1:18-25:1
18 Við føðing Jesu Krists gekk so til: Maria, móðir Hansara, var trúlovað við Jósefi; men áðrenn tey komu saman, royndist hon at vera við barn við Heilaga Andanum.
19 Men við tað at Jósef, maður hennara, var rættvísur og vildi ikki gera hana til skammar fyri almenningi, ætlaði hann loyniliga at skiljast frá henni.
20 Meðan hann nú hugsaði um hetta, vísti eingil Harrans seg fyri honum í dreymi og segði: „Jósef, sonur Dávid! Óttast ikki at taka til tín Mariu, konu tína! Tí tað, sum í henni er gitið, er av Heilaga Andanum.
21 Hon skal eiga son, og tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra.“
22 Alt hetta hendi, fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er av Harranum við profetinum, sum sigur:
23 „Moyggin skal verða við barn og eiga son, og navn Hansara skal verða kallað Immanuel“ – sum útlagt er: „Gud við okkum.“
24 Táið nú Jósef var vaknaður upp úr svøvni, gjørdi hann, sum eingil Harrans hevði álagt honum, og tók til sín konu sína;
25 men hann helt seg ikki til hennara, fyrrenn hon hevði átt son sín. Og hann kallaði navn Hansara Jesus.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul