Zakarias kap. 6

Uppsetan
h. The Vision of the Four Chariots
6:1-8:1
1 Aftur hugdi eg upp og fekk tá at síggja fýra vagnar, ið komu út millum tvey fjøll; fjøllini vóru av kopari.
4 Eg tók tá til orða og segði við eingilin, ið talaði við meg: „Hvat er hetta, harri?“
5 Eingilin svaraði: „Hetta eru hinir fýra vindar himmalsins, sum nú fara avstað, eftir at teir hava stigið fram fyri Harran yvir allari jørðini.
6 Vagnurin við hinum svørtu hestunum fyri fer til Norðurlandið; hinir hvítu fara aftan á teimum, og hinir flekkutu fara til Suðurlandið.“
7 Og hinir sterkastu* fóru avstað; men við tað at teir høvdu hug at fara út um jørðina, segði hann: „Farið út um jørðina!“ Og teir fóru út um jørðina.
8 Síðani rópti hann hart á meg og segði við meg: „Sært tú, teir, ið fara til Norðurlandið, svala vreiði Míni á Norðurlandið.“
i. The Crown and the Temple
6:9-15:1
10 Tak við gávum hinna herleiddu – frá Heldai, Tobia og Jedaja – far sjálvur – og tað í dag – inn hjá Josiasi, syni Zefanias – tí hagar eru teir komnir úr Bábel –
11 tak við silvuri og gulli frá teimum, og ger krúnur og set tær á høvd Josva, sonar Józadaks, høvuðsprestsins!
12 Og sig við hann: „So sigur HARRIN Gud herskaranna: Maður skal koma, sum eitur Kvistur; undir Honum skal grógva, og Hann skal reisa tempul HARRANS.
13 Ja, Hann skal reisa tempul HARRANS, og Hann skal vinna dýrd og sita í hásæti Sínum og stýra; Hann skal vera prestur, har Hann situr í hásæti Sínum, og friðarráð skulu vera millum teir báðar.
14 Men krúnurnar skulu vera í templi HARRANS til minnis um Helem, Tobia, Jedaja og Hen, son Zefanias.
15 Úr fjarløgu skulu teir koma at byggja at templi HARRANS, og tit skulu sanna, at HARRIN Gud herskaranna hevur sent meg til tykkara – hetta skal henda, so satt sum tit lurta eftir tí, ið HARRIN Gud tykkara sigur.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul