Zakarias kap. 4

Uppsetan
e. The Vision of the Lampstand and Olive Trees
4:1-14:1
1 Nú kom eingilin, ið tosaði við meg, aftur, og vakti meg, sum táið ein verður vaktur upp úr svøvni.
2 Hann segði við meg: „Hvat sært tú?“ Eg svaraði: „Eg síggi ljósastaka, ið er av gulli, allur sum hann er; oman á honum er oljuskál, og hann hevur sjey lampur og sjey rør til lampurnar.
3 Hjá honum standa tvey oljutrø, annað høgrumegin oljuskálina, og annað vinstrumegin.“
4 Tá tók eg til orða og spurdi eingilin, ið talaði við meg: „Hvat er hetta, harri?“
5 Eingilin, ið talaði við meg, svaraði: „Veitst tú ikki, hvat hetta er?“ Eg segði: „Nei, harri!“
6 Hann tók nú til orða og segði við meg: „Hetta eru orð HARRANS til Zerubbabel: Ikki við styrki og ikki við kraft, men við Anda Mínum – sigur HARRIN Gud herskaranna.
7 Hvør ert tú, stóra fjall, ið reisir teg móti Zerubbabel! Tú skalt verða til slætta! Og hann skal fara eftir ovasta steininum, meðan fagnaðarróp hoyrast: „Náði, náði veri við honum!““
9 „Hendur Zerubbabels hava lagt grundina til hetta hús, og hendur hansara skulu fullføra tað; og tú skalt sanna, at HARRIN Gud herskaranna hevur sent meg til tykkara.
10 Tí hvør fer at vanvirða dagin, táið byrjað verður við lítlum! – Við gleði síggja hini sjey* blýloddið í hond Zerubbabels – hesi eygu HARRANS, ið hyggja yvir alla jørðina.“
11 Nú tók eg til orða og spurdi hann: „Hvat eru hesi bæði oljutrøini, høgrumegin og vinstrumegin ljósastakan?“
12 Uppaftur tók eg til orða og spurdi hann: „Hvat eru oljugreinarnar báðar, sum eru tætt við gullpípurnar báðar, ið lata hina gyltu oljuna streyma úr sær?“
13 Tá segði hann við meg: „Veitst tú ikki, hvat tær eru?“ Eg svaraði: „Nei harri!“
14 Tá segði hann: „Tað eru hinir oljusalvaðu báðir, ið standa hjá Harranum yvir allari jørðini.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul