Zakarias kap. 11

Uppsetan
iii. The Rejected Shepherd
11:1-9:1
2 Vena teg, sypristræ, tí sedristræið er fallið, hini prýðiligu trø oydd! Venið tykkum, eikir Basans, tí tjúkkasti skógurin liggur feldur!
3 Hoyrið, hvussu hirðarnir vena seg, tí prýði teirra er oytt! Hoyrið, hvussu hinar ungu leyvur brøla, tí prýði Jordans er oytt!
5 Teir, ið keypa hann, drepa hann og bøta ikki fyri tað; teir, ið selja hann, siga: „Lovaður veri HARRIN – nú verði eg ríkur!“ – Og hirðar hansara spara hann ikki!“
6 „Tí Eg eiri ikki longur teimum, sum í landinum búgva“ – sigur HARRIN – „nei, Eg skal geva menniskjuni í hendur hvørs annars og í hendur kongs teirra; tey skulu forkoma landinum, og Eg skal ongan frelsa av hondum teirra.“
7 So røktaði Eg skurðseyðin, eisini hinar ússaligastu seyðirnar, og Eg tók Mær tveir stavir – annan rópti Eg Lívsælu, og annan Sameining – og Eg røktaði seyðin;
8 eftir einum mánaði beindi Eg fyri hinum trimum hirðunum. So leiddist Mær við seyðin, og honum líkaði heldur ikki Meg.
9 Tá segði Eg: „Eg røkti tykkum ikki longur! Doyggi nú tað, ið doyggja vil, gangi til grundar tað, ið ganga til grundar vil, og tað, ið eftir er, eti so kjøt hvør annars!“
iv. Thirty Pieces of Silver
11:10-17:1
10 So tók Eg stavin, ið æt Lívsæla, breyt hann sundur og gjørdi soleiðis til einkis sáttmálan, ið Eg hevði gjørt við allar tjóðir.
11 Sáttmálin varð so brotin sama dag, og soleiðis sannaðu hinir ússaligastu seyðirnir – teir, ið aktaðu eftir Mær – at hetta var orð HARRANS.
12 So segði Eg við teir: „Toknast tykkum so, tá latið Meg fáa løn Mína, men um ikki, so latið vera!“ Teir vigaðu Mær tá løn Mína, tríati seklar av silvuri.
13 Tá segði HARRIN við Meg: „Kasta leirkerasmiðinum tað, hatta óføra virðið, teir settu Meg í!“ Eg tók so teir tríati silvurseklarnar og kastaði leirkerasmiðinum teir í húsi HARRANS.
14 So breyt Eg sundur hin stavin – Sameining – og gjørdi soleiðis bróðurskapin millum Juda og Ísrael til einkis.
16 Tí Eg lati hirða stíga fram í landinum, ein, ið ikki hyggur eftir seyðunum, ið eru um at doyggja, ikki leitar eftir tí, sum burturvilst er, ikki grøðir tað, sum komið til skaða er, ikki hugsar um tað, ið heldur sær uppi, men etur kjøtið av hinum feitu kríatúrunum og brýtur kleyvarnar av teimum aftrat.
17 Vei hinum ringa hirða, ið rýmir frá seyðinum! Svørð yvir arm hansara og høgra eyga hansara! Armur hansara skal visna burtur, og høgra eyga hansara skal verða starblint!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul