Zakarias kap. 13

Uppsetan
iii. An End to Idolatry
13:1-9:1
1 Tann dag skal standa húsi Dávids og teimum, sum í Jerusalem búgva, kelda opin móti synd og óreinsku.
2 Og tann dag – sigur HARRIN Gud herskaranna – skal Eg beina burtur úr landinum nøvn avgudanna, so eingin minnist tey longur; eisini profetarnar og hin óreina andan skal Eg fáa burt úr landinum.
3 Stígur tá hereftir onkur fram sum profetur, skulu faðir og móðir hansara – hansara egnu foreldur – siga við hann: „Tú skalt ikki liva, tí tú hevur talað lygn í navni HARRANS!“ Og faðir og móðir hansara – hansara egnu foreldur – skulu stinga hann í hel, táið hann fer at profetera.
4 Tann dag skal hvør profetur skammast yvir sjónir sínar, táið hann profeterar; teir skulu ikki lata seg í lodnan kappa – til at lúgva.
5 Nei, hvør og ein teirra skal siga: „Eg eri eingin profetur! Eg eri bóndi; ein var, sum keypti meg til træl, meðan eg var ungur drongur.“
6 Verður hann nú spurdur: „Hvat eru hetta fyri sár, tú hevur á hondunum?“ skal hann svara: „Hetta eru sár, sum eg havi fingið í húsi ástvina mína.“*
7 Svørð! Vakna móti hirða Mínum, móti manninum, ið er næsti Mín! – sigur HARRIN Gud herskaranna. – Slá hirðan, so verður seyðurin spjaddur, og Eg skal aftur síggja hinum smáu til góða.
8 Og í øllum landinum – sigur HARRIN – skulu tveir partar verða týndir og geva upp andan; bert triðingur skal vera eftir har.
9 Henda triðing skal Eg lata ganga gjøgnum eldin; Eg skal reinsa hann, sum silvur verður reinsað, og royna hann, sum gull verður roynt. Tey skulu ákalla navn Mítt, og Eg skal bønhoyra tey; Eg skal siga: „Tey eru fólk Mítt!“ Og tey skulu siga: „HARRIN er Gud mín!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul