Zakarias kap. 5

Uppsetan
f. The Vision of the Flying Scroll
5:1-4:1
2 Hann spurdi meg: „Hvat sært tú?“ Eg svaraði: „Eg síggi flúgvandi bókrullu, ið er tjúgu alin long og tíggju alin breið.“
3 Tá segði hann við meg: „Hetta er bannið, ið fer út um alt landið; hvør tann, ið stjelur, skal, eftir tí, sum stendur á aðrari síðu hennara, verða týndur, og hvør tann, ið svør rangt, skal, eftir tí, sum stendur á hini síðu hennara, verða týndur.
4 Eg havi latið tað* fara út – sigur HARRIN Gud herskaranna – og tað skal koma í hús tjóvsins og í hús tess, sum svør rangt um navn Mítt; tað skal verða verandi í húsi hansara og oyða tað, bæði timbur og grót.“
g. The Vision of the Woman in a Basket
5:5-11:1
5 Eingilin, ið talaði við meg, steig nú fram og segði við meg: „Hygg upp og síggj, hvat hatta er, ið har kemur!“
6 Eg spurdi: „Hvat er tað?“ Hann svaraði: „Tað er efumál, ið har kemur.“ Og hann segði: „So er vorðið við teimum í øllum landinum.“
8 Hann segði: „Hatta er gudloysið!“ Og hann fírdi hana niður í efumálið og klamsaði blýlokið aftur yvir tremurnar.
9 Táið eg nú hugdi upp aftur, fekk eg at síggja tvær kvinnur, ið komu har, og vindur var undir veingjum teirra – tí tær høvdu veingir sum storkaveingir; tær lyftu efumálið upp millum jørð og himmal.
11 Hann svaraði: „Tær fara til Sinearsland at byggja henni hús har; og táið tey eru liðug, skal hon verða sett niður har á stað sítt.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul