Hoseas kap. 9
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
vi.
Israel’s Punishment
9:1-17:1
1
Gleð teg ikki, Ísrael, rópa ikki av frøi, eins og tjóðirnar! Tí tú ert í hori vikin burtur frá Gudi tínum; á hvørjum treskiplássi hevur tú elskað skøkjuløn.
2
– Treskiplássið og vínpersan skulu ikki kunna føða tey, og vínið skal miseydnast hjá teimum.
3
Tey skulu ikki verða búgvandi í landi HARRANS; nei, Efra’im skal fara aftur til Egyptalands, og í Assur skulu tey eta tað, ið óreint er.
4
Tey skulu ikki ofra vín sum drykkjuoffur til HARRAN, og sláturoffur teirra skulu ikki vera Honum til gleði; sum sorgarbreyð skulu tey vera teimum; øll, ið eta tað, skulu verða órein; tí breyð sítt hava tey fyri seg sjálv, tað kemur ikki í hús HARRANS.
5
– Hvat fara tit at gera halgidagin, hátíðardag HARRANS?
6
Tí um tey so sleppa undan oyðingini, skal Egyptaland savna tey, Memfis jarða tey; silvurstás teirra skulu notur taka í ogn, og tornir skulu vaksa í tjøldum teirra.
7
Komnir eru heimsøkingardagarnir, komnir eru afturløningardagarnir – Ísrael skal fáa tað at kenna: Dári er profeturin, frá sær sjálvum er maður andans – tí misbrot títt er so stórt, og fíggindskapur tín so sterkur.
8
Efra’im hyggur eftir øðrum gudum enn Gudi mínum; profeturin er fuglamannasnerra á øllum leiðum hansara, berur fíggindskapur í húsi Guds hansara.
9
– Tey eru sokkin djúpt í spillu – sum hina ferð í Gibea; Hann skal minnast misgerð teirra, Hann skal heimsøkja tey fyri syndir teirra.
10
Sum vínber í oyðimørkini fann Eg Ísrael; sum fyrsta ávøkstin á fikutræi, fyrst ið tað fer at bera ávøkst, sá Eg fedrar tykkara; men táið teir komu til Ba’al-Peor, vígdu teir seg til avgudadýrkan og vórðu andstyggiligir – eins og hann, ið teir elskaðu!
11
Dýrd Efra’ims skal flúgva burt eins og fuglur – eingin skal har eiga barn ella ganga við barni ella verða við barn.
12
Ja, um tey so uppfostra sær børn, skal Eg gera tey barnleys, so einki menniskja verður eftir – tí vei teimum, táið Eg vendi teimum bakið!
13
Efra’im er tað, sum Eg havi sæð Týrus vera, plantað á ong – men Efra’im noyðist at leiða børn síni út til bøðilin.
14
Gev teimum, HARRI – ja, hvat skalt Tú geva teimum? Gev teimum móðurlív, ið hitta reis, og mjólkarleys bróst!
15
Allur óndskapur teirra er savnaður í Gilgal; ja, har havi Eg fingið hatur til teirra; aftur fyri ónda atburð teirra skal Eg reka tey burt úr húsi Mínum; Eg skal ikki elska tey longur, tí allir høvdingar teirra seta seg upp móti Mær.
16
Efra’im er ormetin; rót teirra er uppturkað, ávøkst skulu tey ikki bera; um so tey fáa børn, skal Eg drepa dýru lívsfrukt teirra.
17
Gud mín skal vraka tey, aftur fyri at tey hava ikki lurtað eftir Honum, og tey skulu flakka heimleys um millum tjóðirnar.