Hoseas kap. 7

Uppsetan
iv. Ephraim’s Iniquity
7:1-16:1
1 Táið Eg ætli at grøða Ísrael, opinberast misbrot Efra’ims og óndskapur Samaria; tí svik er tað, tey havast at, tjóvar bróta inn, og ránsmannaflokkar ræna uttanfyri.
2 Og tey hugsa ikki um, at Eg minnist allan óndskap teirra. – Nú hava gerðir teirra kringsett tey, tey eru komin fyri ásjón Mína!
4 Allir samlir eru teir horkallar; teir líkjast ovni, ið bakarin hitar upp; hann heldur uppat at elda, bert frá tí deiggið verður knoðað, og inntil tað er gingið.
5 Á degi kongs okkara drekka høvdingarnir seg sjúkar av heitum víni; spottarum rættir hann hondina.
6 Tí teir gera hjarta sítt so heitt sum ovn, meðan teir lúra; alla náttina svevur bakari teirra; um morgunin brennur tað sum logandi eldur.
7 Allir samlir verða teir heitir sum ovnur og eta upp dómarar sínar; allir kongar teirra eru falnir; ikki ein teirra kallar á Meg!
9 Fremmandir hava oytt kraft hansara – men hann veit tað ikki; ja, hár hansara er gránað – men hann veit tað ikki.
10 Og hugmóð Ísraels vitnar móti tí beint í eyguni – men tey venda ikki við til HARRAN Gud sín og søkja Hann ikki hóast alt hetta!
11 Efra’im er vorðin sum tápulig dúva, hevur einki skil; teir rópa eftir Egyptalandi, leita til Assur.
12 Men við tað sama sum teir fara, kasti Eg net Mítt yvir teir; sum fuglar himmalsins skal Eg draga teir niður; Eg skal tykta teir – sum longu er samkomu teirra kunngjørt.
13 Vei teimum, at tey rýmdu burt frá Mær! Oyðing yvir tey, aftur fyri at tey eru fallin frá Mær! Eg vildi endurloysa tey, men tey talaðu lygn móti Mær.
14 Tey rópa ikki til Mín av hjarta, men liggja og vena seg á legu síni; tey savnast fyri at fáa korn og vín – men frá Mær venda tey sær burtur.
15 Tó eri tað Eg, sum havi lært tey upp, og sum havi givið ørmum teirra styrki – men móti Mær hava tey ilt í huga.
16 Tey venda sær – men ikki móti hæddini; tey eru vorðin sum bogi, ið svíkur. – Høvdingar teirra skulu falla fyri svørði, aftur fyri at tunga teirra er so frek; hetta skal verða teimum til spott í Egyptalandi!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul