Hoseas kap. 13
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iv.
God’s Anger against Israel
13:1-8:1
1
Táið Efra’im talaði, ræddust øll; hann var høvdingi í Ísrael; men so dró hann skyld oman yvir seg við at dýrka Ba’al – og doyði.
2
Og nú halda tey á at synda og gera sær stoyptar myndir av silvuri sínum, avgudar, eftir sum tey sjálv hugsa sær upp – alt samalt verk listarsmiða! Slíkar biðja tey til! Menniskju, sum ofra, kyssa kálvar!
3
Tey skulu tí verða sum morgunskýggj, sum døggin, ið tíðliga svinnur burt, sum dumba, ið fyri vindinum fýkur av treskiplássinum, og sum roykur úr ljóara.
4
Men Eg eri HARRIN Gud tín úr Egyptalandi, og annan gud enn Meg kennir tú ikki; annar frelsari finst ikki.
5
Tað var Eg, sum sá tær til góða í oyðimørkini, í hinum glóðheita landi.
6
Av tí at beiti teirra var gott, vórðu tey mett; og táið tey vórðu mett, varð hjarta teirra stolt, og so gloymdu tey Meg.
7
Tá varð Eg teimum sum leyva; sum leopardur lúri Eg við vegin;
8
Eg leypi á tey sum bjørn, ið ungarnir eru tiknir frá, og skræði sundur bróst teirra; Eg gloypi teimum sum honleyva; hini villu dýrini á markini skulu slíta tey sundur.
v.
Death and Resurrection
13:9-14:1
9
Tað er tað, ið forkemur tær, Ísrael, at tú ert ímóti Mær, Mær, sum eri hjálp tín!
10
Hvar er tá kongur tín! – Lat hann frelsa teg í øllum býum tínum! – Og dómarar tínir, sum tú segði um: „Gev mær kong og høvdingar!“
11
Eg gevi tær kong í vreiði Míni og taki hann burtur aftur í bræði Míni.
12
Samanbundið er misbrot Efra’ims, synd hansara er goymd.
13
Verkir skulu koma á hann sum á barnakonu. Hann er óvísur sonur; táið stundin er, kemur hann ikki fram í burðarliðin.
14
Úr valdi deyðaríkisins skal Eg frelsa tey, úr deyðanum skal Eg loysa tey út. Deyði, hvar er pest tín! Deyðaríki, hvar er sótt tín! – Angur er loyndur fyri eygum Mínum.
vi.
Judgment on Samaria
13:15-16:1
15
Tí hann ber ávøkst, har hann stendur millum brøður sínar. – Men eystanstormur kemur, veður HARRANS, sum stígur upp í oyðimørkini, og brunnur hansara verður tómur, kelda hansara tornar upp; hann* rænir allan skattin, alt, ið dýrabart er.