Hoseas kap. 12

Uppsetan
iii. A Reproof of Ephraim, Judah, and Jacob
12:1-14:1
1 Efra’im hevur kringsett Meg við lygn, og hús Ísraels við sviki; og Juda stendur enn Gudi ímóti, hinum trúfasta Heilaga.
2 Efra’im stundar eftir vindi og stevnir eftir eystanstormi; allan dagin dungar hann saman lygn og yvirgang; teir gera sáttmála við Assur, fara til Egyptalands við olju.
3 HARRIN hevur søk við Juda, og Hann skal heimsøkja Jákup fyri atburð hansara, løna honum fyri verk hansara.
4 Í móðurlívi helt hann í hæl bróður síns, og í manndómsmegi síni bardist hann við Gud.
5 Hann bardist við eingilin og vann; hann græt og bað hann um náði; í Betel møtti Hann honum, og har talaði Hann við okkum
7 Og tú, til Gud tín skalt tú venda aftur; halt fast við miskunn og rætt, og bíða altíð eftir Gudi tínum!
8 Kána’an* – følsk vekt er í hond hansara; at gera órætt, tað er tað, ið honum dámar.
9 Og Efra’im sigur: „Ja, eg eri vorðin ríkur, havi vunnið mær góðs; men í øllum strevi mínum skal eingin kunna finna nakran órætt, nakra synd!“
10 Men Eg eri HARRIN Gud tín úr Egyptalandi; Eg skal aftur lata teg búgva í tjøldum sum hátíðardagarnar.
11 Eg havi talað til profetarnar, latið teir sæð sjónir í hópatali; við profetunum havi Eg talað í líknilsum.
12 Er Gilead fult av misgerðum, skulu tey eisini verða til púrt einki; hava teir ofrað tarvar í Gilgal, skulu eisini altar teirra verða sum grótrúgvur fram við foyrum akursins.
13 Jákup flýddi til Áramsland, Ísrael tænti fyri konu; fyri at vinna konu røktaði hann seyð.
14 Við profeti leiddi HARRIN Ísrael út av Egyptalandi, og við profeti røktaði Hann tað.
15 – Efra’im hevur vakt beiska vreiði; tí skal Harri hansara lata blóðskyld hansara koma yvir hann og lata háð hansara falla aftur á hann sjálvan.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul