Hoseas kap. 8

Uppsetan
v. Israel Will Reap the Whirlwind
8:1-14:1
1 Set lúðurin fyri munnin! Sum ørn kemur fíggindin yvir hús HARRANS, aftur fyri at tey hava brotið sáttmála Mín og eru vikin frá lóg Míni.
4 Teir hava valt sær kongar, ið ikki komu frá Mær; teir hava sett sær høvdingar, uttan at Eg visti av. Av silvuri og gulli sínum hava tey gjørt sær avgudamyndir – so tey skuldu verða týnd!
5 Viðurstygd er kálvur tín, Samaria! Vreiði Mín logar móti teimum. Hvussu leingi fara tey ikki at tola reinleika?
6 Úr Ísrael er kálvurin jú komin, listarsmiður hevur gjørt hann, og hann er ikki Gud – nei, í spønir skal hann fara, kálvur Samaria!
7 Tí vind sáa tey, og storm skulu tey heysta; akur teirra fær eingi øks, grøði teirra gevur onga føði – um hon gevur nakra, skulu fremmandir gloypa tí!
9 Tí teir fóru til Assur sum villesil, ið gongur sínar egnu leiðir; Efra’im tingar um elskhug!
10 Men hvussu tey so tinga millum tjóðirnar, skal Eg nú savna tey hagar, og tey skulu fara at fækkast undir byrðum stórkongsins.
11 Við tað at Efra’im hevur gjørt sær so mong altar at synda við, eru tey vorðin honum altar til synd.
12 Um Eg so skrivi honum lógir Mínar í túsundtali, verða tær kortini roknaðar sum nakað fremmant!
13 Sum offurgávur til Mín ofra tey kjøt, sum tey eta sjálv – HARRIN tekur ikki ímóti teimum! Nú skal Hann minnast misbrot teirra og heimsøkja tey fyri syndir teirra – tey skulu aftur til Egyptalands!
14 Ísrael gloymdi skapara sín og bygdi sær borgir, og Juda bygdi nógvar víggirdar staðir; men Eg skal senda eld móti býum hansara, og hann skal oyða borgir hansara.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul