Hoseas kap. 6

Uppsetan
iii. The Unrepentance of Israel and Judah
6:1-11:1
1 „Komið, latið okkum venda við til HARRAN! Hann hevur skrætt okkum sundur, og Hann skal eisini grøða okkum; Hann sló, og Hann skal eisini binda um hjá okkum.
2 Hann skal gera okkum livandi um tveir dagar; triðja dagin skal Hann reisa okkum upp aftur, og vit skulu liva fyri ásjón Hansara.
3 Latið okkum tá læra HARRAN at kenna, latið okkum av álvara royna at læra Hann at kenna! Hann skal renna upp, líka víst sum morgunroðin, og Hann kemur til okkara sum regnið, sum várregn, ið vætir jørðina.“
4 Hvat skal Eg gera við teg, Efra’im? Hvat skal Eg gera við teg, Juda? Kærleiki tykkara er jú sum morguntoka, sum døggin, ið árla hvørvur!
5 Tí havi Eg ikki spart at geva teimum høgg við profetunum; Eg havi dripið tey við orði muns Míns, og dómarnir yvir teg skygdu sum snarljós.
6 Tí Eg vil hava kærleika – og ikki sláturoffur, kunnskap um Gud – og ikki brennioffur!
9 Og líkur ránsmannaflokki, ið liggur á lúri eftir fólki, er prestaflokkurin; teir myrða á vegnum til Sikem, ja, skemdarverk hava teir útint.
10 Í húsi Ísraels havi Eg sæð tað, ið ræðuligt er; har drívur Efra’im hor, har er Ísrael vorðið óreint.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul