Onnur Mósebók kap. 40

Uppsetan
x. The Inauguration of the Tabernacle
40:1-33:1
3 Í tað skalt tú seta vitnisburðarørkina og heingja forhangið upp framman fyri ørkina.
4 So skalt tú seta borðið inn hagar og leggja á tað alt, ið har eigur at liggja; og tú skalt bera ljósastakan inn og seta lampurnar á hann.
5 Hitt gullklædda roykilsisaltarið skalt tú seta framman fyri vitnisburðarørkina og síðani heingja forhangið upp fyri dyr tabernakulsins.
6 Brennioffuraltarið skalt tú seta framman fyri dyr tabernakulsins, samkomutjaldsins.
8 So skalt tú reisa forgarðin rundanum og heingja forhangið upp fyri portur forgarðsins.
9 Síðani skalt tú taka salvuoljuna og salva tabernaklið og alt, sum í tí er, og tú skalt halga tabernaklið og alt, ið til hoyrir, so tað verður heilagt.
10 Tú skalt salva brennioffuraltarið og alt, ið til hoyrir, og tú skalt halga altarið; so verður altarið háheilagt.
12 So skalt tú leiða Áron og synir hansara fram at durum samkomutjaldsins og vaska teimum í vatni.
13 Og tú skalt lata Áron í hini heilagu klæðini, salva hann og halga hann at tæna Mær sum prest.
15 Og tú skalt salva teir, sum tú salvaði faðir teirra; so skulu teir tæna Mær sum prestar. Henda salving skal geva teimum rættin til prestadømið, mann eftir mann, í allar ævir.“
16 Hetta gjørdi Móses nú; í einum og øllum gjørdi hann so, sum HARRIN hevði álagt honum.
17 Tann fyrsta í fyrsta mánaði í øðrum ári var tað, at tabernaklið varð reist.
18 Móses reisti tabernaklið; hann setti stabbarnar niður og reisti plankarnar, stakk tvørstengurnar inn og reisti stólparnar.
19 So breiddi hann tekjuna yvir tabernaklið og legði takið omaná – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
20 Síðani tók hann vitnisburðin og legði hann í ørkina, stakk stengurnar í og legði náðistólin oman á ørkina.
21 Ørkina setti hann inn í tabernaklið og hongdi upp forhangið, sum skuldi vera framman fyri vitnisburðarørkina – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
22 Borðið setti hann inn í samkomutjaldið, við norðaru síðu tabernakulsins, uttan fyri forhangið,
23 og legði breyðini á rað á tað fyri ásjón HARRANS – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
24 Ljósastakan setti hann í samkomutjaldið, beint yvir av borðinum, við sunnaru síðu tabernakulsins,
25 og setti upp lampurnar fyri ásjón HARRANS – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
29 Brennioffuraltarið setti hann fyri dyr tabernakulsins, samkomutjaldsins, og ofraði brennioffur og matoffur á tí – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
30 Vatnílatið setti hann millum samkomutjaldið og altarið og læt vatn í tað at vaska sær í.
32 táið teir fóru inn í samkomutjaldið, og táið teir fóru fram at altarinum, vaskaðu teir sær – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
33 So reisti hann forgarðin rundan um tabernaklið og altarið og hongdi upp forhangið fyri portur forgarðsins. – Nú var Móses liðugur við verkið.
xi. God’s Presence Fills the Tabernacle
40:34-38:1
34 Tá legði skýggið seg niður á samkomutjaldið, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið;
35 Móses fekk ikki farið inn í samkomutjaldið, av tí at skýggið hvíldi á tí, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið.
36 Men á allari ferð síni hildu Ísraelsmenn avstað, táið skýggið lætti av tabernaklinum;
37 og táið skýggið ikki lætti, fóru teir ikki avstað, men bíðaðu til tann dag, táið tað aftur lætti.
38 Tí skýggj HARRANS lá á tabernaklinum um dagin, og um náttina lýsti eldur í skýnum fyri eygum Ísraelsmanna, á allari ferð teirra.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul