Onnur Mósebók kap. 14

Uppsetan
g. The Red Sea
14:1-15:21
i. Pharaoh Pursues the Israelites
14:1
2 „Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu venda við og gera steðg framman fyri Pi-Hakirot, millum Migdol og havið, beint yvir av Ba’al-Zefon; har skulu tit gera steðg, við havið.
3 Farao fer tá at halda um Ísraelsmenn, at teir eru vilstir í landinum og innistongdir í oyðimørkini.
4 Og Eg skal herða hjarta Faraos, so hann heldur eftir teimum, og so skal Eg opinbera dýrd Mína á Farao og øllum heri hansara, og Egyptar skulu sanna, at Eg eri HARRIN!“ – Tey so gjørdu.
5 Táið nú kongurin í Egyptalandi fekk boð um, at fólkið var rýmt, tá skiftu Farao og tænarar hansara sinni móti fólkinum, og teir søgdu: „Hví mundu vit kortini gera hetta, at lata Ísraelsmenn fara úr tænastu okkara!“
7 hann tók 600 útvaldar vagnar og allar hinar vagnarnar í Egyptalandi og mannaði teir allar við vagnkøppum.
8 Tí HARRIN herdi hjartað í Farao egyptakongi, so hann helt eftir Ísraelsmonnum; men Ísraelsmenn fóru avstað, vardir av sterkari hond.
9 So hildu Egyptar eftir teimum, allir vagnar Faraos, hestmenninir og allur herur hansara, og teir fingu tey aftur, táið tey høvdu gjørt steðg við havið, við Pi-Hakirot, yvir av Ba’al-Zefon.
10 Táið nú Farao nærkaðist, hugdu Ísraelsmenn upp og fingu at síggja Egyptar, ið komu eftir teimum; tá fall ógvulig ræðsla á Ísraelsmenn, og tey róptu til HARRAN.
11 So søgdu tey við Móses: „Vóru tá ongar gravir í Egyptalandi, síðani tú ert farin higar við okkum at doyggja í oyðimørkini! Hvat er tað, ið tú hevur gjørt við okkum, at fara av Egyptalandi við okkum!
12 Var tað ikki tað, ið vit søgdu við teg í Egyptalandi: „Lat okkum vera, lat okkum halda við at træla hjá Egyptum, tað er betri fyri okkum at træla hjá Egyptum enn at doyggja í oyðimørkini!““
13 Men Móses svaraði fólkinum: „Ræðist ikki! Standið nú føst, so skulu tit síggja frelsu HARRANS, sum Hann í dag skal senda tykkum! Tí sum tit síggja Egyptar í dag, skulu tit aldri í allar ævir síggja teir uppaftur.
ii. The Crossing of the Red Sea
14:15-31:1
15 HARRIN segði nú við Móses: „Hví rópar tú til Mín! Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu fara longur!
16 Lyft stav tín og rætt út hondina yvir havið, og klúgv tað sundur, so Ísraelsmenn fáa farið um havið á turrum!
17 So skal Eg herða hjartað í Egyptum, so teir halda eftir teimum, og Eg skal opinbera dýrd Mína á Farao og øllum heri hansara, á vagnum og hestmonnum hansara.
18 Egyptar skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg opinberi dýrd Mína á Farao og vagnum og hestmonnum hansara!“
19 Eingil Guds, ið gekk undan heri Ísraels, flutti seg nú og gekk aftan á teimum, og skýstólpin, ið var framman fyri tey, flutti seg og stóð aftan fyri tey,
20 so hann kom ímillum egyptaherin og her Ísraels; øðrumegin var hann skýggj og myrkur, og hinumegin lýsti hann upp náttina. Hvørgin herurin nærkaðist tá hinum alla náttina.
21 Móses rætti so út hondina yvir havið; og HARRIN læt sjógvin svinna burtur fyri hørðum eystanstormi, sum var alla náttina; Hann gjørdi soleiðis havið til turt land, sjógvurin klovnaði sundur.
22 So fóru Ísraelsmenn beint tvørtur um havið, á turrum; men sjógvurin stóð sum ein veggur høgrumegin og vinstrumegin tey.
23 Egyptar hildu eftir teimum líka mitt út í havið, allir hestar, vagnar og hestmenn Faraos.
24 Men táið morgunvøkan var komin, hugdi HARRIN úr eld- og skýstólpanum niður á Egyptaherin og fekk hann í ólag;
25 Hann læt hjólini detta av vagnum teirra, so at lítið gekk fram hjá teimum. Tá søgdu Egyptar: „Latið okkum flýggja fyri Ísrael, tí HARRIN stríðir fyri tey móti Egyptum!“
26 Men HARRIN segði við Móses: „Rætt út hondina yvir havið, so skal sjógvurin koma aftur – yvir Egyptar, yvir vagnar og hestmenn teirra.“
27 Móses rætti tá út hondina yvir havið; móti morgni kom sjógvurin so aftur, hagar sum hann var vanur at vera, beint ímóti Egyptum, sum flýddu; HARRIN rak Egyptar beint út í havið.
28 Sjógvurin kom aftur, og legði yvir vagnarnar og hestmenninar, allan her Faraos, sum var farin eftir teimum út í havið; ikki so mikið sum ein varð eftir av teimum.
29 Men Ísraelsmenn vóru farnir um havið á turrum, og sjógvurin stóð sum ein veggur høgrumegin og vinstrumegin tey.
30 Soleiðis frelsti HARRIN tann dagin Ísrael úr hondum Egypta, og Ísrael sá Egyptar liggja deyðar í fjøruni við sjógvin.
31 Táið Ísrael sá stórverkið, ið HARRIN hevði gjørt við Egyptar, óttaðist fólkið HARRAN; og tey trúðu á HARRAN og á tænara Hansara Móses.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul