Onnur Mósebók kap. 4

Uppsetan
ii. The Three Signs
4:1-9:1
1. The Staff
4:1-5:1
1 Móses svaraði: „Men tey fara ikki at trúgva mær og fara ikki at lurta eftir mær; tey fara at siga: „HARRIN hevur ikki opinberað Seg fyri tær!““
2 Tá segði HARRIN við hann: „Hvat er tað, ið tú hevur har í hondini?“ Hann svaraði: „Stav.“
3 Hann segði: „Kasta hann til jarðar!“ Táið hann so kastaði hann niður á jørðina, varð hann til orm; og Móses flýddi fyri honum.
4 Men HARRIN segði við Móses: „Rætt út hondina og tak í halan á honum!“ Og táið hann rætti út hondina og tók í hann, varð hann aftur til stav í hond hansara.
5 „– So mugu tey tá trúgva, at HARRIN Gud fedra teirra, Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups, hevur opinberað Seg fyri tær!“
2. The Leprous Hand
4:6-7:1
6 Framvegis segði HARRIN við hann: „Stikk hondina inn í barmin!“ Hann stakk tá hondina inn í barmin; og táið hann tók hana út aftur, var hondin hvít sum kavi av spitalsku.
7 So segði Hann: „Stikk aftur hondina inn í barmin!“ Hann stakk aftur hondina inn í barmin, og táið hann tók hana út aftur, var hon vorðin aftur sum alt hitt á likami hansara.
3. Water to Blood
4:8-9:1
8 „– Um tey nú ikki trúgva tær ella geva tí fyrra tekninum gætur, so munnu tey tó fara at trúgva tí seinna tekninum.
9 Men vilja tey hvørgum hesum tekninum trúgva og ikki lurta eftir tær, so skalt tú taka vatn úr Nilá og stoyta tað út á jørðina, og vatnið, ið tú tekur úr Nilá, skal verða blóð á jørðini.“
iii. The Appointment of Aaron
4:10-17:1
10 Men Móses segði við HARRAN: „Hoyr meg, HARRI! Eg havi aldri verið orðkringur maður; eg var tað ikki áður, og eg eri tað heldur ikki nú, eftir at Tú hevur talað við tænara Tín; eg eri tungur fyri málinum og havi ilt við at tosa.“
11 Tá svaraði HARRIN honum: „Hvør hevur givið menniskjanum munn, og hvør ger stumman ella deyvan, síggjandi ella blindan! Man tað ikki vera Eg, HARRIN!
12 Far tí nú, og Eg skal vera við munni tínum og læra teg, hvat tú skalt siga!“
14 Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Mósesi, og Hann segði: „Hevur tú ikki bróður tín, Áron, Levitin! Hann dugir at tosa, tað veit Eg! Hann kemur eisini ímóti tær nú, og hann verður glaður í hjartanum, táið hann sær teg.
15 Tú skalt so tala til hansara og leggja honum orðini í munnin; so skal Eg vera við tínum munni og hansara munni og læra tykkum, hvat tit skulu gera.
16 Hann skal tala fyri teg við fólkið; hann skal vera muður tín, og tú skalt vera honum sum Gud.
iv. Moses Returns to Egypt
4:18-31:1
18 So fór Móses; og táið hann kom aftur til Jetro, verfaðir sín, segði hann við hann: „Lat meg fara aftur til brøður mínar í Egyptalandi og vita, um teir eru á lívi enn!“ Jetro svaraði Mósesi: „Far í friði!“
19 HARRIN segði við Móses í Midjan: „Far aftur til Egyptalands – nú eru teir deyðir, allir teir, ið lógu tær eftir lívinum!“
20 So tók Móses konu sína og synir sínar og setti tey á eslið og fór aftur til Egyptalands; og Móses tók stav Guds í hondina.
21 HARRIN segði við Móses: „Táið tú nú fert aftur til Egyptalands, síggj tá til, at tú fyri eygum Faraos gert øll undrini, ið Eg havi givið tær vald at gera! Men Eg skal herða hjarta hansara, so hann letur ikki fólkið fara.
23 Og Eg segði við teg: Lat son Mín sleppa avstað, so hann fær dýrkað Meg! Men tú sýtti honum at fara. Tí skal Eg nú drepa frumborna son tín!““
24 Men á vegnum, har sum tey gistu um náttina, kom HARRIN ímóti honum og ætlaði at drepa hann.
25 Tá tók Zippora hvassan stein og skar yvirhúðina á syni sínum av, kastaði hana fyri føturnar á honum* og segði: „Tú ert mær sanniliga ein blóðbrúðgómur!“
26 So læt Hann hann vera. – Ta ferðina var tað, hon segði: „Ein blóðbrúðgómur“ – hon meinti við umskeringina.
27 – HARRIN segði nú við Áron: „Far út í oyðimørkina ímóti Mósesi!“ Hann fór tá avstað og hitti hann við fjall Guds og heilsaði honum.
28 Móses segði Áron alt, ið HARRIN hevði talað, táið Hann sendi hann, og øll tekinini, ið Hann hevði álagt honum at gera.
30 Áron segði teimum alt, ið HARRIN hevði sagt við Móses, og Móses gjørdi tekinini fyri eygum fólksins.
31 Og fólkið trúði; táið tey hoyrdu, at HARRIN hevði vent Sær til Ísraelsmenn, og at Hann hevði sæð neyð teirra, boygdu tey seg og tilbóðu.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul