Onnur Mósebók kap. 36
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
1
Bezalel og Oholiab og allir menn, ið høvdu gott hegni til listarverk, teir, ið HARRIN hevði givið vísdóm og vit at skilja, hvussu teir skuldu útinna alt arbeiðið, ið kravdi til at fáa halgidómin gjørdan, teir gjørdu nú í einum og øllum, sum HARRIN hevði boðið.
2
Tí Móses sendi boð eftir Bezalel og Oholiab og øllum monnunum, ið høvdu gott hegni til listarverk, teimum, ið HARRIN hevði givið vísdóm í hjartað, øllum, sum hjartað stýrdi til at fara undir at útinna verkið.
3
Teir fingu hjá Mósesi alla gávuna, ið Ísraelsmenn vóru komnir við til arbeiðið, ið útinnast skuldi fyri at gera halgidómin. Men fólkið bar honum við sama lagi sjálvkravdar gávur, morgun eftir morgun.
4
Tá komu allir menninir, ið høvdu gott hegni til listarverk, teir, ið gjørdu alt arbeiðið við halgidómin, hvør frá arbeiðinum, ið hann fekst við,
5
og teir søgdu við Móses: „Fólkið kemur við mangan meiri, enn neyðugt er til arbeiðið, ið HARRIN hevur sagt, skal gerast!“
6
Tá segði Móses, at henda kunngerð skuldi verða rópt um alt tilhaldið: „Hvørki maður ella kvinna skal lata meiri sum gávu til halgidómin!“ So helt fólkið uppat at koma við gávum.
7
Tað, ið givið var, var nóg mikið til alt verkið, ið gerast skuldi, ja, av leyp.
iv.
Curtains and Frames for the Tabernacle
36:8-38:1
8
Allir hesir menn, ið høvdu gott hegni til listarverk, av teimum, ið vóru við í arbeiðinum, teir gjørdu nú tabernaklið, av 10 teppum av fínum, tvinnaðum líni, og bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi; tey vórðu gjørd við kerúbum á, í listvevnaði.
9
Hvørt teppi var 28 alin langt og 4 alin breitt; øll teppini høvdu sama mál.
10
Fimm av teppunum vórðu skoytt saman til eitt, og á sama hátt hini fimm teppini.
11
Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, vórðu settar lykkjur av bláum tógvi, og á sama hátt vórðu lykkjur settar á jaðaran á tí ytsta teppinum í hinum samanskoytta stykkinum.
12
50 lykkjur vórðu settar á annað teppið, og 50 lykkjur vórðu settar á jaðaran á tí tilsvarandi teppinum í hinum samanskoytta stykkinum; lykkjurnar sótu hvør áraka aðra.
13
Síðani vórðu gjørdir 50 krókar av gulli at halda teppunum saman við, so tabernaklið varð eitt samanhangandi tjald.
14
Framvegis vórðu gjørd teppi av geitaull at tekja tabernaklið við; 11 slík teppi vórðu gjørd.
15
Hvørt teppi var 30 alin langt og 4 alin breitt; øll teppini høvdu sama mál.
16
Fimm av teppunum vórðu skoytt saman fyri seg, og hini seks fyri seg.
17
Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, vórðu settar 50 lykkjur, og á sama hátt vórðu settar 50 lykkjur á jaðaran á tí tilsvarandi teppinum í hinum samanskoytta stykkinum.
18
So vórðu gjørdir 50 krókar av kopari at halda tekjuni saman við, so hon varð ein heild.
19
Uttan á tekjuna varð uppaftur gjørt tak av reyðlitaðum veðraskinni, og uttan á tað eitt tak enn av sjókúskinni.
20
Plankarnir til tabernaklið vórðu gjørdir av akasiuviði; teir stóðu upp og niður.
21
Hvør planki var 10 alin høgur og hálvaaðru alin breiður.
22
Á hvørjum planka vóru tveir tappar, bundnir saman við lista; soleiðis varð gjørt við allar plankarnar til tabernaklið.
23
Av plonkunum, ið gjørdir vórðu til tabernaklið, vórðu 20 reistir á tí síðuni, sum vendi móti suðri;
24
og 40 silvurstabbar vórðu gjørdir at seta undir teir 20 plankarnar, tveir stabbar undir hvønn planka, at seta tapparnar í.
25
Aðrir 20 plankar vórðu gjørdir til hina síðu tabernakulsins, hana, ið vendi móti norðri,
26
og til teirra 40 silvurstabbar, tveir stabbar undir hvønn planka.
27
Til baksíðu tabernakulsins, móti vestri, vórðu gjørdir seks plankar,
28
og til hornini á hesi somu síðu tveir plankar.
29
Teir vóru dupultir í neðra og líkaleiðis dupultir allan vegin upp, líka til fyrsta ringin; soleiðis vóru teir báðir vorðnir. Teir stóðu hvør á sínum horninum.
30
Til baksíðuna vóru soleiðis átta plankar, við silvurstøbbunum, ið til hoyrdu, 16 støbbum, tveimum undir hvørjum planka.
31
So vórðu gjørdar tvørstengur av akasiuviði, fimm til plankarnar á aðrari síðu tabernakulsins,
32
fimm til plankarnar á hini síðu tabernakulsins, og fimm til plankarnar á baksíðu tabernakulsins, móti vestri.
33
Mittasta tvørstongin, hon, ið var mitt á plonkunum, varð gjørd so, at hon gekk heilt tvørturum úr enda í enda á bróstinum.
34
Plankarnir vórðu klæddir við gulli, og ringarnir á teimum, sum tvørstengurnar skuldu stingast í, vórðu gjørdir av gulli; eisini tvørstengurnar vórðu klæddar við gulli.
35
Síðani varð forhangið gjørt, av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað varð gjørt í listvevnaði, við kerúbum á.
36
Til tað vórðu gjørdir fýra stólpar av akasiuviði, sum vórðu klæddir við gulli; krókarnir á teimum vórðu gjørdir av gulli, og fýra silvurstabbar vórðu stoyptir til teirra.
37
Til dyr tjaldsins varð gjørt teppi av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað var vovið í ymiskum litum.
38
Og til tað vórðu gjørdir fimm stólpar við krókum; stólpahøvdini og stengurnar vórðu klædd við gulli, og til stólparnar vórðu gjørdir fimm stabbar av kopari.