Onnur Mósebók kap. 13
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
The Dedication of the Firstborn
13:1-16:1
1
HARRIN talaði við Móses og segði:
2
„Tú skalt halga Mær alt frumborið, alt tað hjá Ísraelsmonnum, sum opnar móðurlív, tað veri fólk ella fæ – Mær hoyrir tað til!“
3
Móses segði nú við fólkið: „Minnist henda dagin, táið tit fóru út av Egyptalandi, úr trælahúsinum! Tí við sterkari hond leiddi HARRIN tykkum út haðani. Einki súrgað breyð má verða etið.
4
Í dag fara tit út, í abib mánaði.
5
Táið HARRIN nú leiðir teg inn í land Kána’anita, Hetita, Amorita, Hevita og Jebusita, landið, ið Hann svór fedrum tínum at geva tær, land, ið flýtur í mjólk og hunangi, tá skalt tú halda hesa fyriskipan í hesum mánaði.
6
Í sjey dagar skalt tú eta ósúrgað breyð, og sjeynda dagin skal høgtíð vera fyri HARRANUM.
7
Ósúrgað breyð skalt tú eta allar sjey dagarnar, og hvørki súrgað breyð ella súrdeiggj má finnast nakrastaðni hjá tær, í øllum landi tínum.
8
Og tann dagin skalt tú siga syni tínum, at hetta verður gjørt til minni um tað, ið HARRIN gjørdi fyri teg, táið tú fórt út av Egyptalandi.
9
Tað skal vera tær sum tekin á hondini og minnisskrift á pannuni – fyri at lóg HARRANS skal vera tær á munni; tí við sterkari hond førdi HARRIN teg út av Egyptalandi.
10
Ár eftir ár skalt tú ta ásettu tíðina gera eftir hesi fyriskipan.
11
Og táið HARRIN hevur ført teg til land Kána’anita, soleiðis sum Hann svór tær og fedrum tínum, og gevur tær tað,
12
tá skalt tú lata HARRAN fáa alt tað, ið opnar móðurlív; alt tað frumborna undan fæi tínum skal hoyra HARRANUM til – um tað er hannslag.
13
Men alt tað frumborna undan eslum skalt tú loysa við lambi; og loysir tú tað ikki, so skalt tú bróta hálsin á tí. Og alt frumborið av menniskjum millum synir tínar skalt tú loysa.
14
Táið so í framtíðini sonur tín spyr teg: „Hvat hevur hetta at týða?“ so skalt tú svara honum: „Við sterkari hond førdi HARRIN okkum út av Egyptalandi, úr trælahúsinum.
15
Tí táið Farao gjørdi seg harðan og vildi ikki lata okkum fara, tá drap HARRIN alt frumborið í Egyptalandi, bæði fólk og fæ; tí ofra vit HARRANUM alt tað, ið opnar móðurlív, um tað er hannslag, og allar teir frumbornu av sonum okkara loysa vit.“
16
– Tað skal vera tær sum tekin á hondini og minnisseðil á pannuni; tí við sterkari hond førdi HARRIN okkum út av Egyptalandi.“
iv.
The Bones of Joseph
13:17-19:1
17
Táið nú Farao læt fólkið fara, leiddi Gud tey ikki vegin til Filistaraland – sum hevði verið stytsta leiðin; tí Gud segði: „Fólkið kundi komið at angrað tað, táið tey síggja, at kríggj verður, og vent aftur til Egyptalands!“
18
Nei, Gud læt fólkið fara umveg gjøgnum oyðimørkina móti Reyðahavi. Ísraelsmenn fóru vápnaðir út av Egyptalandi.
19
Móses tók bein Jósefs við sær; Jósef hevði jú tikið eið av sonum Ísraels og sagt: „Táið Gud nú vitjar tykkum, flytið tá bein míni við tykkum hiðani!“
v.
The Pillar of Cloud and Fire
13:20-22:1
20
Tey fóru so avstað úr Sukkot og gjørdu steðg í Etam, har sum oyðimørkin byrjar.
21
HARRIN gekk undan teimum, um dagin í skýstólpa – at vísa teimum veg – og um náttina í eldstólpa – at lýsa teimum; so fingu tey ferðast bæði dag og nátt.
22
Skýstólpin veik ikki frá fólkinum um dagin, ei heldur eldstólpin um náttina.