Fyrra Korintbrævið kap. 3

Uppsetan
c. Follow Christ, Not Man
3:1-4:5
i. God’s Fellow Workers
3:1-9:1
1 Og eg, brøður, fekk ikki talað við tykkum sum við andalig, men bert sum við holdlig, sum við nýføðingar í Kristusi.
2 Mjólk gav eg tykkum at drekka; mat gav eg tykkum ikki, tí tað toldu tit ikki enn. Ja, tit tola tað ikki nú heldur,
3 tí tit eru holdlig enn. Tí táið øvund og træta er tykkara millum, eru tit tá ikki holdlig og bera tykkum at, sum menniskju eru von!
4 Táið ein sigur: „Eg eri Paulusarmaður!“ ein annar: „Eg eri Apollosarmaður!“ – eru tit tá ikki „menniskju“!
5 Hvat er tá Apollos? Og hvat er Paulus? Tænarar, sum tit komu til trúgv við – og tað, eftir sum Harrin gav einum og hvørjum.
7 Hvørki tann, ið plantar, ella tann, ið vatnar, er tí nakað, men Gud, sum gevur vøkst.
8 Tann, ið plantar, og tann, ið vatnar, eru eitt; tó skal hvør fáa sína egnu løn, eftir sínum egna arbeiði.
ii. Christ Our Foundation
3:10-15:1
10 Eftir tí náði Guds, ið mær er givin, havi eg sum vísur byggimeistari lagt grundina, og annar byggir á hana. Men ein og hvør síggi til, hvussu hann byggir á hana!
12 Men um nakar á hesa grund byggir við gulli, silvuri, dýrum steinum, træi, hoyggi, hálmi,
13 so skal koma at síggjast, hvussu verk eins og hvørs er; dagurin skal vísa tað. Tí hann verður opinberaður í eldi, og hvussu verk eins og hvørs er, skal eldurin royna.
15 men verður verk einshvørs brent upp, skal hann missa hana; sjálvur skal hann tó verða frelstur, men sum gjøgnum eld.
iii. God’s Temple and God’s Wisdom
3:16-23:1
17 Oyðir nú nakar tempul Guds, skal Gud oyða hann; tí tempul Guds er heilagt, og tað eru tit.
18 Eingin dári seg sjálvan! Tykist nakar millum tykkara at vera vísur í hesum heimi – hann verði dári, fyri at hann kann verða vísur!
19 Tí vísdómurin, ið hoyrir hesum heimi til, er Gudi dárskapur. Skrivað er jú: „Hann, sum fangar hinar vísu í sviki teirra“,
22 tað veri Paulus, Apollos ella Kefas, tað veri heimurin, lív ella deyði, tað veri tað, ið nú er, ella tað, ið koma skal – alt hoyrir tykkum til.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul