Fyrra Korintbrævið kap. 13

Uppsetan
iv. Love
13:1
1 Um eg so tali við tungum menniskja og eingla, men havi ikki kærleika, eri eg vorðin ljóðandi málmur ella klingandi bjølla.
2 Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki.
3 Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki.
4 Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
5 hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
8 Kærleikin fellur aldri burtur. Men profetagávur – tær skulu fáa enda; somuleiðis tungutala – hon skal halda uppat; og kunnskapur – hann skal fáa enda.
11 Táið eg var barn, talaði eg sum barn, hugsaði sum barn, dømdi sum barn; men táið eg varð maður, legði eg av hitt barnsliga.
12 Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur.
13 So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý – men størstur av teimum er kærleikin.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul