Fyrra Korintbrævið kap. 11

Uppsetan
6. Instructions for Worship
11:2-14:40
a. Roles in Worship
11:2-16:1
2 Eg rósi tykkum fyri, at tit í øllum minnast meg og halda fast við lærdómarnar, soleiðis sum eg gav tykkum teir.
3 Eg vil, at tit skulu vita, at Kristus er høvur eins og hvørs mans, at maðurin er høvur kvinnunnar, og at Gud er høvur Kristusar.
5 Og tann kvinna, ið biður ella profeterar við ongum á høvdinum, vanærir høvd sítt; tí tað er eitt og tað sama, sum hon var rakað.
6 Hevur kvinnan einki á høvdinum, so klippi hon hárið av sær við! Og er tað kvinnu skomm at vera klipt ella rakað, so havi hon á høvdinum!
7 Maður skal ikki hava á høvdinum, tí hann er mynd og dýrd Guds; men kvinnan er dýrd mansins.
10 Tí eigur kvinnan at hava á høvdinum tekin upp á undirgivni – fyri einglanna skuld.
11 Tó – í Harranum er ikki kvinnan uttan mannin, ei heldur maðurin uttan kvinnuna.
12 Tí eins og kvinnan er av manninum, er eisini maðurin við kvinnuni – og alt er tað av Gudi.
13 Dømið við tykkum sjálvum – er tað kvinnu sømiligt at biðja til Gud við ongum á høvdinum!
14 Og lærir ikki sjálv nátturan tykkum, at gongur maður við síðum hári, er tað honum vanæra,
15 men at kvinnu er tað til dýrd, at hon gongur við síðum hári! Hárið er jú givið henni sum slør.
16 – Og hevur onkur hug at trætast um hetta – vit hava ikki slíkan sið, samkomur Guds heldur ikki!
b. Sharing in the Lord’s Supper
11:17-34:1
17 Hetta boð gevi eg tykkum nú. Men tað, sum eg ikki rósi tykkum fyri, er, at tit koma saman, ikki til hitt betra, men til hitt verra.
18 Fyri tað fyrsta hoyri eg, at á samkomufundum tykkara er flokkadráttur tykkara millum – og fyri ein part trúgvi eg tí!
19 Flokkaskifting má jú vera tykkara millum – so koma kann fyri ein dag, hvørji ið fullroynd eru tykkara millum.
21 Tí við máltíðina tekur hvør sín egna mat frammanundan, og ein situr svangur, annar er drukkin!
22 Hava tit tá ikki hús at eta og drekka í! Ella vanvirða tit samkomu Guds og gera tey til skammar, sum einki hava! Hvat skal eg siga við tykkum? Skal eg rósa tykkum! Í hesum rósi eg tykkum ikki.
23 Tí eg havi fingið frá Harranum tað, sum eg eisini havi lært tykkum: Ta náttina ið Harrin Jesus varð svikin, tók Hann breyð,
24 takkaði, breyt tað og segði: „Hetta er likam Mítt, sum givið verður fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!“
25 Somuleiðis tók Hann eisini kalikin – eftir kvøldmáltíðina – og segði: „Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum; gerið hetta, so ofta sum tit drekka tað, til minni um Meg!“
26 Tí so ofta sum tit eta hetta breyð og drekka henda kalik, kunngera tit deyða Harrans, inntil Hann kemur.
27 Tann, sum tí etur breyðið ella drekkur kalik Harrans óverdiga, verður sekur fyri likami og blóði Harrans.
28 Hvørt menniskja royni seg sjálvt, og eti tað so av breyðinum og drekki av kalikinum!
29 Tí tann, ið etur og drekkur, etur og drekkur dóm yvir seg, aktar hann ikki eftir likaminum.
32 men táið vit verða dømd, verða vit revsað av Harranum – fyri at vit skulu ikki verða fordømd við heiminum.
33 Táið tit tí, brøður mínir, koma saman til máltíð, bíðið tá hvør eftir øðrum!
34 Og er nakar svangur, so eti hann heima, fyri at tit skulu ikki koma saman til dóm! – Hvat annað, ið er, skal eg geva fyriskipan um, táið eg komi.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul