Fyrra Korintbrævið kap. 14

Uppsetan
v. Prophecy and Tongues
14:1-25:1
1 Stevnið eftir kærleikanum! Tráið eftir hinum andaligu gávum, helst eftir at profetera!
2 Tí tann, sum talar í tungum, talar ikki fyri menniskjum, men fyri Gudi; eingin skilir hann jú; hann talar í Andanum loyndarmál.
4 Tann, sum talar í tungum, uppbyggir seg sjálvan; men tann, ið profeterar, uppbyggir samkomuna.
5 Eg vildi væl, at tit allir talaðu í tungum, men fyrr, at tit profeteraðu; tann, ið profeterar, er størri enn tann, sum talar í tungum – uttan so er, at hann útleggur tað, so samkoman kann fáa uppbygging av tí.
6 Nú, brøður! Um eg komi til tykkara og tali í tungum, hvat gagni eg tykkum tá – uttan so er, at eg eisini tali til tykkara, annaðhvørt við opinbering, við kunnskapi, við profetiskum orðum ella við læru!
7 Nú, hinir lívleysu lutir, ið geva ljóð frá sær, veri tað nú floyta ella harpa – kunnu tónarnir ikki skiljast hvør frá øðrum, hvussu kann tá nakar fáa skil á tí, um spælt verður á floytuni ella hørpuni!
8 Somuleiðis lúður – gevur hann óskilligt ljóð, hvør ger seg tá til reiðar til bardaga!
9 – So við tykkum eisini: Bera tit ikki fram skilliga talu við tungu tykkara, hvussu skal tá nakar skilja tað, sum sagt verður! Tá tala tit jú burt í luftina!
10 Í heiminum eru nú so og so mong ymisk tungumál, og einki av teimum er, sum ikki hevur týdning sín;
11 skilji eg nú ikki málið, so verði eg honum útlendingur, sum talar, og hann, ið talar, verður mær útlendingur.
12 Soleiðis eisini við tykkum: Táið tit nú tráa eftir hinum andaligu gávum, latið tað tá vera samkomuni til uppbygging, tit royna at fáa tær so ríkliga!
13 Tann, sum talar í tungum, skal tí biðja eftir, at hann skal kunna útleggja tað.
15 Hvussu er tað tá? Eg vil biðja við andanum, men eg vil eisini biðja við vitinum; eg vil lovsyngja við andanum, men eg vil eisini lovsyngja við vitinum.
16 Annars, um tú prísar Gudi við andanum, hvussu skal tá hann, ið situr, har hini ólærdu sita, kunna siga amen til takkarbøn tína! Hann veit jú ikki, hvat tú sigur!
19 Men á samkomufundi vil eg fyrr tala fimm orð við viti mínum – sum eisini onnur kunnu fáa lærdóm av – enn tíggju túsund orð í tungum.
20 Brøður! Verið ikki børn í viti! Verið børn í óndskapi, men verið fullvaksnir í viti!
21 Skrivað er í lógini: „Við fólki við fremmandum tungumáli og við vørrum fremmandra skal Eg tala til hetta fólk, og heldur ikki soleiðis skulu tey hoyra Meg, sigur Harrin.“
22 So er tá tungutalan til tekin, ikki hinum trúgvandi, men hinum vantrúgvandi; men profetagávan er ikki hinum vantrúgvandi tað, men hinum trúgvandi.
23 Um nú øll samkoman heldur fund, og allir tala í tungum – og so ólærd ella vantrúgvandi koma inn, fara tey tá ikki at siga, at tit eru frá tykkum sjálvum!
24 Men profetera allir, og so onkur vantrúgvandi ella ólærdur kemur inn, verður hann revsaður av øllum og dømdur av øllum,
25 loyniligu hugsanir hjarta hansara verða opinberaðar, og hann fellur tá á andlit sítt og tilbiður Gud og vitnar, at Gud er av sonnum í tykkum.
d. Orderly Worship
14:26-40:1
26 Hvussu er tá, brøður? – Táið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungutalu, útlegging – latið alt vera til uppbygging!
27 Talar onkur í tungum, so latið tað vera tveir ella í mesta lagi tríggjar hvørja ferð, og ein í senn, og ein útleggi tað!
28 Er eingin útleggjari hjástaddur, skal hin tiga í samkomuni; men hann tali fyri sær sjálvum og fyri Gudi!
31 Tí tit kunnu allir profetera, hvør eftir annan, so at øll kunnu læra, og øll verða ámint;
34 Eins og í øllum samkomum hinna heilagra skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum; teimum er ikki loyvt at tala; nei, tær skulu vera undirgivnar – sum eisini lógin sigur.
35 Er nakað, sum tær vilja fáa at vita, so spyrji tær sínar egnu menn heima! Tí tað er kvinnu ósømiligt at tala á fundi samkomunnar.
36 Ella var tað frá tykkum, orð Guds gekk út! Eru tit tey einastu, sum tað er komið til!
37 Heldur onkur seg vera profet ella andaligan, so ásanni hann, at tað, sum eg skrivi til tykkara, er boð Harrans!
39 Nú, brøður mínir, tráið tá eftir at profetera, og forðið ongum at tala í tungum!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul