Fyrra Korintbrævið kap. 1

Uppsetan
1. Introduction
1:1-9:1
a. Greetings from Paul and Sosthenes
1:1-3:1
2 til samkomu Guds, sum í Korint er, tey, sum halgað eru í Kristi Jesusi, kallað, heilag, saman við øllum, sum á einum og hvørjum staði ákalla navn Harra okkara Jesu Krists – teirra og okkara.
3 Náði veri við tykkum, og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!
b. Thanksgiving
1:4-9:1
4 Eg takki altíð Gudi mínum fyri tykkum, fyri ta náði Guds, sum tykkum er givin í Kristi Jesusi,
7 so tit standa ikki aftarlaga í nakrari náðigávu – meðan tit vænta opinbering Harra okkara Jesu Krists
8 – Hansara, sum eisini skal staðfesta tykkum líka til endan – ólastandi á degi Harra okkara Jesu Krists.
9 Trúfastur er Gud, sum tit vórðu kallað við til samfelag við Son Hansara, Jesus Kristus, Harra okkara.
2. Divisions Within the Church
1:10-4:5
a. Call for Unity in the Church
1:10-31:1
i. Is Christ Divided?
1:10-17:1
10 Men eg áminni tykkum, brøður, við navni Harra okkara Jesu Krists, at tit mugu øll tala hitt sama, og at flokkadráttir mugu ikki vera tykkara millum, men at tit mugu vera fult sameind í sama sinni og somu áskoðan.
11 Tí mær er sagt um tykkum, brøður mínir, av teimum hjá Kloe, at stríð er tykkara millum.
12 Eg meini við, at ein og hvør tykkara sigur: „Eg eri Paulusarmaður!“ „Eg eri Apollosarmaður!“ „Eg eri Kefasarmaður!“ „Eg eri Kristusarmaður!“
13 – Er Kristus býttur sundur! Varð Paulus krossfestur fyri tykkum! Ella vórðu tit doypt til navn Paulusar!
16 – Tó doypti eg eisini tey hjá Stefanasi; annars veit eg meg ongan annan hava doypt.
17 Kristus sendi meg jú ikki at doypa, men at kunngera evangeliið, ikki við vísum orðum – fyri at krossur Kristusar skuldi ikki missa kraft sína.
ii. The Message of the Cross
1:18-25:1
18 Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds.
19 Skrivað er jú: „Eg skal oyða vísdóm hinna vísu, og vit hinna vitigu skal Eg gera til einkis.“
20 Hvar er ein vísur! Hvar er ein skriftlærdur! Hvar er ein granskari av hesum heimi! Hevur Gud ikki gjørt vísdóm heimsins til dárskap!
21 Tí við tað at heimurin við vísdómi sínum kendi ikki Gud í vísdómi Hansara, líkaði tað Gudi – við dárskapi prædikunnar – at frelsa tey, sum trúgva.
24 men teimum, sum kallað eru, bæði Jødum og Grikkum, Kristus, kraft Guds og vísdóm Guds.
25 Tí dárskapur Guds er vísari enn menniskjuni, og veikleiki Guds er sterkari enn menniskjuni.
iii. Wisdom from God
1:26-31:1
26 Tí hyggið á kall tykkara, brøður! – Tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki mangir hábornir.
27 Nei, tað, sum var heiminum dárskapur, útvaldi Gud Sær fyri at gera hinar vísu til skammar; tað, sum var heiminum veikt, útvaldi Gud Sær fyri at gera hitt sterka til skammar;
28 tað, sum heiminum hevði lítið at týða, hitt vanvirda, tað, sum einki var, útvaldi Gud Sær fyri at gera til einkis tað, sum var nakað,
30 Men av Honum eru tit, í Kristi Jesusi – sum er vorðin okkum vísdómur frá Gudi, rættvísi, heilaggering og endurloysing,
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul