Jóhannes kap. 7

Uppsetan
iii. The Feast of Tabernacles
7:1-10:21
1. Jesus Teaches at the Feast
7:1-53:1
a. Jesus Goes to Jerusalem in Secret
7:1-24:1
1 Eftir hetta ferðaðist Jesus um í Galilea; tí Hann vildi ikki ferðast í Judea, við tað at Jødarnir lógu Honum eftir lívinum.
3 Tá søgdu brøður Hansara við Hann: „Far burtur hiðani og far til Judea, so eisini lærisveinar Tínir kunnu fáa at síggja verk Tíni, sum Tú gert!
4 Tí eingin ger nakað í loyndum, táið hann sjálvur liggur eftir at vera kendur millum fólk; gert Tú hetta, so vís Teg fyri heiminum!“
6 Jesus segði við teir: „Tíð Mín er ikki komin enn, men tíð tykkara er altíð í hondum.
7 Heimurin kann ikki hata tykkum; men Meg hatar hann, tí Eg vitni um hann, at verk hansara eru ónd.
8 Farið tit niðan til høgtíðina! Eg fari ikki enn niðan til hesa høgtíð; tíð Mín er ikki fullkomin enn.“
10 Men táið brøður Hansara vóru farnir niðan til høgtíðina, fór eisini Hann niðan, tó ikki opinlýst, men sum í loyndum.
12 Og í loyndum gekk nógv tos um Hann millum fólkið; summi søgdu: „Hann er góður maður!“ Men summi søgdu: „Nei, Hann villleiðir fólkið!“
14 Men táið longu hálv høgtíðin var liðin, fór Jesus niðan í templið og lærdi.
15 Tá undraðust Jødarnir og søgdu: „Hvaðani hevur hesin lærdóm Sín, táið Hann ikki hevur lært?“
17 Vil nakar gera vilja Hansara, skal hann fáa at síggja, um læran er av Gudi, ella Eg tali av Mær sjálvum.
18 Tann, ið talar av sær sjálvum, søkir sína egnu æru; men tann, ið søkir æru hansara, sum sendi hann, er sannorðaður, og órættur er ikki í honum.
19 Hevur ikki Móses givið tykkum lógina! – Og eingin av tykkum heldur lógina! Hví liggja tit Mær eftir lívinum?“
20 Fólkið svaraði: „Tú ert settur av illum anda! Hvør liggur Tær eftir lívinum!“
22 Móses hevur givið tykkum umskeringina – ikki so, at hon er frá Mósesi, men frá fedrunum – og tit umskera mann sabbat.
23 Verður nú maður umskorin sabbat, fyri at Móselóg skal ikki verða brotin, eru tit tá ill inn á Meg, tí Eg gjørdi eitt heilt menniskja frískt sabbat?
b. Is Jesus the Christ?
7:25-36:1
26 Og nú talar Hann frítt, og teir siga ikki orð við Hann! Munnu ráðharrarnir veruliga hava ásannað, at Hann er Kristus?
27 Tó, um henda vita vit, hvaðani Hann er; men táið Kristus kemur, veit eingin, hvaðani Hann er.“
28 Tá rópti Jesus, meðan Hann lærdi í templinum: „Tit bæði kenna Meg og vita, hvaðani Eg eri! Og av Mær sjálvum eri Eg ikki komin; men Hann er sannur, sum sendi Meg, Hann, sum tit ikki kenna.
30 Tá royndu teir at taka Hann; men tó legði eingin hond á Hann – tí tími Hansara var ikki komin enn.
31 Men mong av fólkinum trúðu á Hann; og tey søgdu: „Táið Kristus kemur, man Hann tá fara at gera fleiri tekin, enn hesin hevur gjørt!“
32 Fariseararnir hoyrdu, at fólkið í loyndum tosaði hetta um Hann, og høvuðsprestarnir og Fariseararnir sendu tænarar avstað at taka Hann.
33 Jesus segði tá: „Stutta tíð enn eri Eg hjá tykkum; so fari Eg avstað til Hansara, sum sendi Meg.
34 Tit skulu leita eftir Mær og ikki finna Meg, og hagar sum Eg eri, kunnu tit ikki koma.“
35 Tá søgdu Jødarnir hvør við annan: „Hvar ætlar Hann at fara, táið vit ikki skulu kunna finna Hann? Man Hann ætla at fara til teirra, ið spjadd eru millum Grikkar, og læra Grikkar?
36 Hvat er hetta, Hann sigur: „Tit skulu leita eftir Mær og ikki finna Meg, og hagar sum Eg eri, kunnu tit ikki koma“?“
c. Living Water
7:37-39:1
37 Hin síðsta – hin stóra – dagin í høgtíðini stóð Jesus og rópti: „Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki!
38 Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.“
39 Hetta segði Hann um Andan, ið tey skuldu fáa, sum trúðu á Hann; tí Heilagi Andin var ikki enn, av tí at Jesus var ikki enn vorðin dýrmætur.
d. Division regarding Jesus
7:40-44:1
40 Nøkur av fólkinum søgdu nú, táið tey hoyrdu hesi orð: „Vissuliga er hesin profeturin!“
41 Onnur søgdu: „Hann er Kristus!“ Uppaftur onnur søgdu: „Kristus kemur tá ikki úr Galilea?
42 Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus kemur av ætt Dávids og úr Betlehem – býnum, sum Dávid var í?“
e. The Unbelief of the Jewish Leaders
7:45-53:1
45 Tænararnir komu nú til høvuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir søgdu við teir: „Hví eru tit ikki komnir higar við Honum?“
46 Tænararnir svaraðu: „Aldri hevur nakað menniskja talað soleiðis sum hesin maður!“
50 Nikodemus, sum var ein teirra – hann, sum einaferð áður hevði verið hjá Honum – segði við teir:
51 „Lóg okkara dømir tó ongan, uttan hann fyrst er hoyrdur, og fingist hevur at vita, hvat hann hevur gjørt!“
52 Teir svaraðu honum: „Ert tú við úr Galilea? Rannsaka, so fært tú at síggja, at eingin profetur kemur úr Galilea!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul