Jóhannes kap. 5

Uppsetan
b. Four Feasts
5:1-10:42
i. The Sabbath
5:1-47:1
1. The Pool of Bethesda
5:1-15:1
2 Við Seyðaportur í Jerusalem er hylur, sum á hebraiskum eitur Betesda og hevur fimm súlugongir.
3 Í teimum lá mongd av sjúkum: Blind, lamin, visin, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi órógvast.
4 Tí av og á fór eingil niður í hylin og órógvaði vatnið; tann, ið tá fyrstur fór niður í vatnið, eftir at tað var órógvað, varð frískur, hvørja sjúku hann so hevði.)*
6 Táið Jesus sá hann liggja har, og visti, at hann longu hevði ligið sjúkur í langa tíð, segði Hann við hann: „Vilt tú verða frískur?“
7 Hin sjúki svaraði Honum: „Harri, eg havi ongan, sum kann fáa meg niður í hylin, táið vatnið verður órógvað; og táið eg komi, fer eitt annað niðurí undan mær!“
9 Alt fyri eitt varð maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk. Men hesin dagur var sabbatur.
10 Jødarnir søgdu tí við hann, ið grøddur var: „Tað er sabbatur – tað er tær ikki loyviligt at bera songina!“
11 Hann svaraði teimum: „Hann, sum gjørdi meg frískan, segði við meg: „Tak song tína og gakk!““
12 Teir spurdu hann: „Hvør var tann maður, sum segði við teg: „Tak song tína og gakk“?“
13 Men hann, ið grøddur var, visti ikki, hvør tað var; tí Jesus hevði slept Sær burtur, við tað at har var nógv fólk.
14 Seinni hitti Jesus hann í templinum, og Hann segði við hann: „Tú ert vorðin frískur; synda ikki longur, so ikki okkurt verri kemur á teg!“
15 Maðurin fór nú avstað og segði Jødunum, at tað var Jesus, sum hevði gjørt hann frískan.
2. The Father and the Son
5:16-30:1
17 Men Jesus svaraði teimum: „Faðir Mín arbeiðir líka til nú; Eg arbeiði við.“
18 Tí lógu Jødarnir Honum enn meiri eftir lívinum, tí Hann ikki bert breyt sabbatin, men eisini kallaði Gud Faðir Sín og gjørdi Seg sjálvan Gudi líkan.
19 Jesus tók tí til orða og segði við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Sonurin kann einki gera av Sær sjálvum, men bert tað, ið Hann sær Faðirin gera; tí tað, sum Hann ger, ger Sonurin somuleiðis.
20 Tí Faðirin elskar Sonin og vísir Honum alt, ið Hann sjálvur ger; og Hann skal lata Hann síggja størri verk enn hesi, so tit skulu undrast.
21 Tí eins og Faðirin reisir upp deyð og ger livandi, so ger eisini Sonurin livandi, hvønn Hann vil.
23 fyri at øll skulu æra Sonin, eins og tey æra Faðirin. Tann, ið ikki ærir Sonin, ærir ikki Faðirin, sum hevur sent Hann.
24 Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð Mítt og trýr Honum, ið sendi Meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív.
25 Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann tími kemur – og hann er nú – táið hini deyðu skulu hoyra rødd Guds Sonar, og tey, sum hoyra hana, skulu liva.
26 Tí eins og Faðirin hevur lív í Sær sjálvum, so hevur Hann eisini givið Syninum at hava lív í Sær sjálvum.
28 Undrist ikki á hetta! Tí tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara.
29 Og tey skulu koma fram; tey, sum hava gjørt gott, skulu rísa upp til lív, og tey, sum hava gjørt ónt, skulu rísa upp til dóm.
30 Eg kann einki gera av Mær sjálvum; so sum Eg hoyri, dømi Eg; og dómur Mín er rættvísur, tí Eg søki ikki vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.
3. Testimonies about Jesus
5:31-38:1
32 Ein annar er, sum vitnar um Meg, og Eg veit, at vitnisburðurin, ið Hann vitnar um Meg, er sannur.
34 Tó, Eg taki ikki vitnisburð frá menniskja, men Eg sigi hetta, fyri at tit skulu verða frelst.
35 Hann var hitt brennandi og skínandi ljós, og stutta tíð vildu tit gleðast í ljósi hansara.
36 Men Eg havi tann vitnisburð, sum er størri enn tann, ið Jóhannes bar; tí verkini, ið Faðirin hevur givið Mær at fullføra – júst hesi verk, ið Eg geri – vitna um Meg, at Faðirin hevur sent Meg.
37 Faðirin, sum sendi Meg, hevur vitnað um Meg; tit hava aldri hoyrt rødd Hansara, ei heldur sæð, hvussu Hann sær út.
38 Og orð Hansara hava tit ikki verandi í tykkum; tí Honum, sum Hann hevur sent, trúgva tit ikki.
4. The Witness of Scripture
5:39-47:1
39 Tit rannsaka skriftirnar, tí tit hugsa, at tit hava ævigt lív í teimum; og tað eru tær, ið vitna um Meg.
43 Eg eri komin í navni Faðirs Míns, og tit taka ikki ímóti Mær; kemur ein annar í sínum egna navni, honum fara tit at taka ímóti.
44 Hvussu kunnu tit trúgva, tit, sum taka við heiðuri hvør frá øðrum – og heiðurin, ið er frá hinum eina Gudi, søkja tit ikki!
45 Hugsið ikki, at Eg fari at klaga tykkum fyri Faðirinum! Ein er, sum klagar tykkum, Móses, hann, ið tit hava bygt vón tykkara á.
46 Tí trúðu tit Mósesi, so høvdu tit trúð Mær – tað er jú um Meg, hann hevur skrivað.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul