Jóhannes kap. 11

Uppsetan
3. Raising Lazarus
11:1-12:11
a. The Death of Lazarus
11:1-16:1
1 Maður lá sjúkur, Lazarus úr Betania, bygdini, sum Maria og systir hennara, Marta, búðu í.
2 Tað var Maria, sum salvaði Harran við salvu og turkaði føtur Hansara við hári sínum; bróðir hennara, Lazarus, lá sjúkur.
3 Tá sendu systrarnar Jesusi boð og lótu siga: „Harri! Hann, ið Tú elskar, er sjúkur.“
4 Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann: „Henda sjúka er ikki til deyða, men Gudi til dýrd – at Sonur Guds skal verða dýrmætur við henni.“
6 Táið Hann nú hoyrdi, at hann var sjúkur, varð Hann verandi, har sum Hann var, tveir dagar enn.
8 Lærisveinarnir søgdu við Hann: „Rabbi! Tað er stutt síðani, at Jødarnir ætlaðu at steina Teg, og Tú fert aftur hagar!“
9 Jesus svaraði: „Hevur ikki dagurin tólv tímar? Tann, sum gongur á degi, snávar ikki; tí hann sær ljósið í hesum heimi.
11 – Hetta talaði Hann; og so segði Hann við teir: „Lazarus, vinur okkara, er sovnaður; men Eg fari at vekja hann upp úr svøvni.“
12 Tá søgdu lærisveinarnir við Hann: „Harri, svevur hann, so verður hann frískur aftur!“
13 – Jesus hevði talað um deyða hansara, men teir hildu Hann tala um vanligan svøvn.
15 Og fyri tykkara skuld eri Eg glaður, at Eg var ikki har, fyri at tit skulu trúgva. – Men latið okkum fara til hansara!“
16 Tummas – sum kallaðist Tvíburi – segði tá við hinar lærisveinarnar: „Latið okkum við fara, so vit fáa doyð saman við Honum!“
b. Jesus Comforts Martha and Mary
11:17-37:1
17 Táið Jesus nú kom, fekk Hann at vita, at hann hevði longu ligið fýra dagar í grøvini.
19 Og nógvir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróður teirra.
20 Táið nú Marta fekk at hoyra, at Jesus kom, fór hon ímóti Honum, men Maria varð sitandi heima við hús.
21 Marta segði við Jesus: „Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð!
24 Marta svaraði Honum: „Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini síðsta dag.“
25 Jesus segði við hana: „Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr.
26 Og hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja. Trýrt tú hesum?“
27 Hon svaraði Honum: „Ja, Harri, eg trúgvi, at Tú ert Kristus, Sonur Guds, Hann, sum skal koma í heimin!“
28 Táið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað, rópti loyniliga systur sína, Mariu, og segði: „Meistarin er her og vil finna teg!“
30 Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men var staddur, har sum Marta hevði møtt Honum.
31 Táið nú Jødarnir, sum vóru heima hjá henni og troystaðu hana, sóu, at Maria skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á henni, við tað at teir hildu, at hon fór út til grøvina at gráta har.
32 Táið nú Maria kom, hagar sum Jesus var, og sá Hann, fall hon niður fyri føtur Hansara og segði við Hann: „Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð!“
33 Táið Jesus nú sá hana gráta og sá Jødarnar, ið við henni vóru komnir, gráta, suffaði Hann í andanum, varð ógvuliga rørdur og segði:
37 Men summir av teimum søgdu: „Kundi Hann, sum læt upp eygu hins blinda, ikki eisini havt gjørt, at hesin ikki var deyður!“
c. Jesus Raises Lazarus
11:38-44:1
38 Tá suffaði Jesus aftur við Sær sjálvum og fór til grøvina. Hon var helli, og steinur lá fyri tí.
39 Jesus segði: „Takið burt steinin!“ Marta, systir hin deyða, segði við Hann: „Harri, hann dampar longu, tí hann hevur ligið fýra dagar!“
40 Jesus svaraði henni: „Segði Eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guds!“
41 Teir tóku tá steinin burtur. Og Jesus lyfti upp eygu Síni og segði: „Faðir, Eg takki Tær, at Tú hevur hoyrt Meg!
42 Eg visti jú, at Tú hoyrir Meg altíð; men fyri fólksins skuld, sum hjá stendur, segði Eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at Tú hevur sent Meg.“
44 Tá kom hin deyði út, bundin við líkverju um føtur og hendur; og turriklæði var bundið um andlit hansara. Jesus segði við teir: „Loysið hann og latið hann fara!“
d. The Plot to Kill Jesus
11:45-57:1
45 Nógvir av Jødunum, ið komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum Hann gjørdi, komu nú til trúgv á Hann.
46 Men nakrir av teimum fóru avstað til Fariseararnar og søgdu teimum tað, sum Jesus hevði gjørt.
47 Tá kallaðu høvuðsprestarnir og Fariseararnir ráðið saman til fund og søgdu: „Hvat skulu vit gera? Hesin maður ger mong tekin.
48 Lata vit Hann halda so á, fara øll at trúgva á Hann, og Rómverjar fara at koma og taka bæði land og fólk okkara.“
50 „Tit skilja einki! Ei heldur kemur tykkum í hug, at tað er okkum til gagn, at ein maður doyr fyri fólkið, og ikki øll tjóðin gongur til grundar.“
51 – Hetta segði hann ikki av sær sjálvum; nei, við tað at hann var høvuðsprestur tað árið, profeteraði hann, at Jesus skuldi doyggja fyri fólkið –
52 og ikki bert fyri ta tjóðina, men fyri at Hann eisini skuldi savna sundurspjaddu børn Guds saman til eitt.
54 Tí ferðaðist Jesus ikki longur opinlýst um millum Jødarnar; nei, Hann fór haðani út til landið nær oyðimørkini, til ein bý, sum æt Efra’im; har dvaldi Hann við lærisveinum Sínum.
55 Nú leið til páskir Jødanna, og mong av bygd fóru fyri páskir niðan til Jerusalem at reinsa seg.
56 Tey leitaðu tá eftir Jesusi og søgdu hvørt við annað, sum tey stóðu í templinum: „Hvat halda tit? Man Hann ikki fara at koma til høgtíðina?“
57 Men høvuðsprestarnir og Fariseararnir høvdu givið boð um, at tann, ið fekk at vita, hvar Hann var, skuldi siga frá, so teir kundu taka Hann.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul