Jóhannes kap. 15

Uppsetan
2. Instructions for the Disciples
15:1-16:33
a. Jesus the True Vine
15:1-8:1
2 Hvørja grein á Mær, sum ikki ber ávøkst, tekur Hann burtur, og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar Hann, so hon skal bera meiri ávøkst.
4 Verðið í Mær, so verði Eg í tykkum! Eins og greinin kann ikki bera ávøkst av sær sjálvari, men bert, táið hon verður verandi á víntrænum, so kunnu tit tað heldur ikki, uttan tit verða verandi í Mær.
5 Eg eri víntræið, tit eru greinarnar. Tann, sum verður í Mær, og sum Eg verði í, ber nógvan ávøkst; tí skildir frá Mær kunnu tit einki gera.
6 Tann, sum ikki verður í Mær, verður kastaður út sum grein og følnar; tær verða sankaðar saman og kastaðar í eldin og brenna.
7 Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað!
8 Í tí verður Faðir Mín dýrmætur, at tit bera nógvan ávøkst og verða lærisveinar Mínir.
b. No Greater Love
15:9-17:1
9 Eins og Faðirin hevur elskað Meg, so havi Eg elskað tykkum; verðið í kærleika Mínum!
10 Halda tit boð Míni, verða tit verandi í kærleika Mínum, eins og Eg havi hildið boð Faðirs Míns og verði verandi í kærleika Hansara.
11 Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at gleði Mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin.
15 Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; nei, tykkum havi Eg kallað vinir; tí alt tað, sum Eg havi hoyrt av Faðir Mínum, havi Eg kunngjørt tykkum.
16 Tit hava ikki útvalt Meg, nei, Eg havi útvalt tykkum; og Eg havi sett tykkum til tað, at tit skulu fara út og bera ávøkst, og ávøkstur tykkara skal vara við, so Faðirin kann geva tykkum alt, sum tit biðja Hann um í navni Mínum.
c. The Hatred of the World
15:18-27:1
18 Táið heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hatað Meg, áðrenn hann hataði tykkum.
19 Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna; men við tað at tit eru ikki av heiminum – nei, Eg havi útvalt tykkum úr heiminum – tí hatar heimurin tykkum.
20 Minnist orðið, Eg segði við tykkum: „Tænarin er ikki størri enn harri hansara“! Hava tey søkt at Mær, fara tey at søkja at tykkum við; hava tey hildið orð Mítt, fara tey at halda tykkara við.
21 Alt hetta fara tey at gera við tykkum fyri navns Míns skuld – tí tey kenna ikki Hann, sum hevur sent Meg.
22 Var Eg ikki komin og hevði talað til teirra, høvdu tey ikki synd; men nú hava tey onga avsakan fyri synd sína.
24 Hevði Eg ikki gjørt tey verk millum teirra, sum eingin annar hevur gjørt, høvdu tey ikki synd; men nú hava tey sæð tey og tó hatað bæði Meg og Faðir Mín.
25 Men orðið mátti jú ganga út, sum skrivað er í lóg teirra: „Tey hataðu Meg við ongari grund.“
26 Men táið Talsmaðurin kemur, sum Eg skal senda tykkum frá Faðirinum, Andi sannleikans, sum út gongur frá Faðirinum – Hann skal vitna um Meg.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul