Jóhannes kap. 1

Uppsetan
1. The Beginning of Jesus’ Ministry
1:1-51:1
a. The Beginning
1:1-5:1
b. The Witness of John
1:6-13:1
7 Hann kom til vitnisburð, at hann skuldi vitna um ljósið, so øll skuldu koma til trúgv við honum.
10 Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við Honum; men heimurin kendi Hann ikki.
12 Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara;
13 tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi.
c. The Word Became Flesh
1:14-18:1
14 Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.
15 Jóhannes vitnar um Hann, rópar og sigur: „Hesin er Hann, sum eg segði um: „Tann, ið kemur eftir meg, er komin undan mær, tí Hann var, áðrenn eg.““
17 Tí lógin varð givin við Mósesi; náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi.
18 Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; hin einborni Sonurin, sum er í fangi Faðirsins, hevur kunngjørt Hann.
d. John the Baptist
1:19-34:1
i. The Mission of John the Baptist
1:19-28:1
19 Hetta er tað, ið Jóhannes vitnaði, táið Jødarnir sendu prestar og Levitar úr Jerusalem at spyrja hann, hvør hann var.
21 Teir spurdu hann: „Hvat tá? Ert tú Elias?“ Hann svaraði: „Tað eri eg ikki.“ „Ert tú profeturin?“ Hann svaraði: „Nei!“
22 Tá søgdu teir við hann: „Hvør ert tú? so vit fáa givið teimum svar, sum hava sent okkum; hvat sigur tú um teg sjálvan?“
23 Hann svaraði: „Eg eri rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: „Javnið Harranum vegin!“ sum Esaias profetur hevur sagt!“
25 Teir spurdu hann nú: „Hví doypir tú tá, táið tú ikki ert Kristus, ei heldur Elias, ei heldur profeturin?“
26 Jóhannes svaraði teimum: „Eg doypi í vatni; mitt ímillum tykkara stendur tann, sum tit kenna ikki,
ii. Jesus the Lamb of God
1:29-34:1
29 Dagin eftir sá hann Jesus koma til sín og segði: „Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins!
30 Hesin er tann, sum eg segði um: „Eftir meg kemur maður, sum er komin undan mær; tí Hann var, áðrenn eg.“
31 Eg kendi Hann ikki; men fyri at Hann skuldi verða Ísrael opinberaður, eri eg komin og doypi í vatni.“
32 Og Jóhannes vitnaði og segði: „Eg havi sæð Andan dala niður av Himli sum dúvu, og Hann varð verandi yvir Honum.
33 Eg kendi Hann ikki; men tann, sum sendi meg at doypa í vatni, segði við meg: „Tann, sum tú sært Andan dala niður yvir og verða verandi yvir, er tann, sum doypir í Heilaga Andanum.“
e. The Calling of Disciples
1:35-51:1
i. The First Disciples
1:35-42:1
38 Tá vendi Jesus Sær á; og táið Hann sá teir koma aftan á Sær, segði Hann við teir:
39 „Hvat vilja tit?“ Teir svaraðu Honum: „Rabbi“ (sum útlagt er: Meistari), „hvar hevur Tú tilhald?“
40 Hann segði við teir: „Komið og síggið!“ Teir komu tá og sóu, hvar Hann hevði tilhald, og teir vórðu hjá Honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíman.
41 Annar av teimum báðum, ið hoyrdu tað, sum Jóhannes segði, og fóru aftan á Jesusi, var Andrias, bróðir Símun Pætur.
42 Hann hitti fyrst bróður sín, Símun, og segði við hann: „Vit hava funnið Messias“ (tað er útlagt: Kristus).
ii. Jesus Calls Philip and Nathanael
1:43-51:1
43 Og hann fór til Jesus við honum. Jesus hugdi upp á hann og segði: „Tú ert Símun, sonur Jóhannes; tú skalt eita Kefas“ (tað er útlagt: Petrus).
44 Dagin eftir ætlaði Hann at fara haðani til Galilea, og Hann hitti Filip. Jesus segði við hann: „Fylg Mær!“
46 Filip hitti Natanael og segði við hann: „Vit hava funnið Hann, sum Móses hevur skrivað um í lógini, og profetarnir við, Jesus, son Jósef, úr Nazaret!“
47 Natanael segði við hann: „Kann nakað gott vera úr Nazaret?“ Filip svaraði honum: „Kom og síggj!“
48 Jesus sá Natanael koma til Sín, og segði um hann: „Hygg, hetta er sanniliga Ísraelsmaður, sum ikki er svik í!“
49 Natanael spurdi Hann: „Hvaðani kennir Tú meg?“ Jesus svaraði honum: „Áðrenn Filip rópti teg, sá Eg teg – meðan tú vart undir fikutrænum.“
51 Jesus svaraði honum: „Trýrt tú, fyri tað at Eg segði við teg, at Eg sá teg undir fikutrænum? Tú skalt fáa at síggja tað, ið størri er enn hetta!“
52 So segði Hann við hann: „Sanniliga, sanniliga sigi Eg tykkum: Tit skulu fáa at síggja Himmalin opnan og einglar Guds stíga upp og fara niður yvir Menniskjasyninum!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul